mánadagur 22. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Van der Saar leingir
39 ára gamli Edwin Van der Saar tekur eftir øllum at døma
eitt ár afturat við Manchester United. Tað skrivar News of the
World. – Mær dámar framvegis spælið fult so væl, og tí havi
eg tikið avgerð um at skriva undir nýggjan eitt-ára sáttmála.
Felagið vil hava meg her, og eg vil fegin verða her, sigur stóri
hollendski málverjin við blaðið. Van der Saar hevur drigist við
skaðar hetta kappingarárið, eins og kona hansara herfyri fekk
blóðtøpp. Men sjálvur sigur málverjin, at konan hevur tað
munandi betur nú, og at hetta ikki er nøkur forðing fyri at
taka enn eitt ár millum stólparnar á Old Trafford.
Roknaði ikki við Arsenal
Tað kom óvart á mong, tá ið Arsenal gjørdi avtalu við
verjuspælaran Sol Campbell fyrr í ár, og Campbell sjálvur
hevði eisini ilt við at trúgva fyrispurninginum frá Arsenal. -
Eg trúði ikki, at eg nakrantíð aftur fór at spæla fyri Arsenal.
Eg hevði nøkur tilboð, men tá ið Arsenal gjørdi vart við
seg, var tað lætt at velja, sigur Campbell. Fyribils hevur
Campbell sáttmála við Arsenal fram til summarsteðgin.
Servutrýstið
gav sigurin
Tórfríð Tavsen, sum spælir livero hjá SÍ, helt steypafinaluna
hjá kvinn unum hava alt, sum ein finala skal hava.
– Hetta var ræðuliga spennandi, men eisini øgiliga stuttligt.
Vit vóru øgiliga svingandi, tí tá tað gekst væl, gekk tað sera
væl, men líka so illa gekk tað, tá tað gekk illa, segði hon, eftir
at hon hevði fingið gull heiðurs merkið um hálsin.
– Vit høvdu gott servutrýst, og tað var eisini taktikkurin hjá
okkum. Vit skuldu hava góðar servur, tí tá fingu tær hjá Drátti
ikki móttøkurnar at koyra og tí einki álop. Tá vit hildu
avtalurnar, gekk tað, sum vit vildu hava tað at ganga.
hil
Ein ordans finala
Bæði í øðrum og fjórða setti í kvinnufinaluni var Helga
Guttesen tann spælarin hjá SÍ, ið hevði síðstu hond á
bóltinum, áðrenn SÍ vann tey bæði settini, so einki var at siga
til, at hon var fegin eftir steypasigurin.
– Vit høvdu kanska ikki væntað, at tað fór at blíva so
spennandi, men eg haldi, at tað var deiligt, at vit kundu geva
áskoðarunum eina sovorðna finalu við fimm settum og tí
heila, segði hon beint eftir dystin.
– Eg haldi, at hetta var ein ordilig finala og eisini ein
ordiliga góður dystur at spæla.
Til tað síðsta var ivasamt, um Karin Mikkelsen fór at verða
klár til finaluna, tí hon hevði koykt fótin undir síðstu venjingini
hóskvøldið, men tá avtornaði, var hon við frá byrjan til enda.
– Vit vóru kanska eitt sindur nervøsar, men eg haldi ikki, at
tað sást á Karini, at hon hevði skaða. Og tað var ordiliga
deiligt, at hon var við, sigur Helga Guttesen.
hil
Tær hava royndirnar
– vit hava børnini…
Sum hinar á liðnum hjá Drátti, var Herborg á Mýrini vónbrotin
eftir tapið fyri SÍ í steypafinaluni leygardagin.
– Tá tú tapir ein fimmsettara, er tað so lítið, sum skal til
aftrat, so tað er sjálvandi øgiliga keðiligt at tapa soleiðis,
staðfesti hon eftir finaluna.
– Men vit eru nøgdar við okkara avrik í dag, tí tað hevur
gingið øgi liga illa hjá okkum í ár. Fimm av teimum, sum vóru
fastar á liðnum í fjør, eru ikki við í ár, men tær ungu, sum ikki
hava spælt í bestu deildini fyrr, eru komnar inn og hava gjørt
tað væl.
Herborg nevndi eisini tosið um, at liðið hjá Drátti var so
nógv eldri og royndari enn liðið hjá Drátti, men hon helt ikki,
at Dráttur hevði eitt lið, sum hevði fleiri royndir enn SÍ –
heldur tvørturímóti.
– Vit hava 19 børn á liðnum móti einum hjá teimum, og
flogbóltsliga eru tær líka gamlar sum vit, tí tær hava vant við
fullari ferð í átta ár, meðan vit allar hava verið burtur frá
flogbóltinum við jøvnum millum rúmi, segði hon.
– Tær hjá SÍ hava spælt saman og havt sama liðið í fleiri ár,
og tað helt eg vera munin á liðunum í dag.
hil
Aftast frá vinstru: Nansy Mikkelsen, Jónvá Hansen,
Helga Guttesen, Annika Niclasen, Vivian Joensen,
Helen Skaalum Lisa Niclasen. Fremst frá vinstru:
Betina Egholm, Heidi Christiansen, Annika á
Stongum, Katrin Mikkelsen, Tórfríð Tavsen, Ann-Britt
Thomassen, Hervør Hansen.
Mynd: Álvur Haraldsen