Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36 Barca bakkar Joan Laporta, forseti í Barcelona, sigur nú alment, at hann ikki hevur nakrar ætlanir um at royna at keypa Cesc Fabregas frá Arsenal í summar. Fabregas er upprunaliga úr Barcelona, men sum 16-ára gamal kom hann til Arsenal. Síðani hann fekk sítt gjøgnumbrot her, hevur støðugt ljóðað, at Fabregas fyrr ella seinni fer aftur á Camp Nou, og tó at tað helst er sannlíkt, so sigur Laporta, at Faregas ikki stendur serliga ovarliga á teirra ynskilista júst her og nú. Laporta fer frá sum forseti í Barcelona í summar, og tí eru fleiri, sum hóst útsagnina frá forsetanum rokna við, at Fabregas verður eitt tema í valstríðnum í felagnum. Diamanti er ein gimsteinur Venjarin hjá West Ham, Gianfranco Zola, sigur, at hann eigur ein sannan gimstein í Alessandro Diamanti, sum í so máta livir upp til navnið hjá sær. Hóast Diamanti ikki kom á talvuna í 3-0 sigrinum á Hull, so var hann um at skjóta ársins mál, tá hann royndi seg av egnari hálvu, og júst evni at gera tað óvæntaða er nakað, sum Zola metir høgt. – Hóast eg havi góðar spælarar, so havi eg altíð Diamanti inni, tí hann er altíð førur fyri at gera tað óvæntaða, tá liðið hevur størstan tørv á tí, og tað er ein sjáldsamur eginleiki, sigur Zola. Venjaraeffektin tykist hava gjørt um seg hjá VÍF, sum vann tryggan sigur á annars suverena oddaliðnum úr Neistanum - Spælararnir vísa tað, sum skal til, tá vit venja. Men teir vísa ikki tað sama í dystunum. Orðini átti nú fyrrverandi venjarin hjá VÍF, Jónleif Sólsker, sum fyri tveimum vikum síðani segði, at tað helst var best fyri liðið, um spælararnir fingu nýggjan íblástur. Og sunnudagurin gav ábendingar um, at talan var um rætta avgerð hjá Jónleifi. Í øllum førum var VÍF hamskift, tá teir komu á vitjan hjá Neistanum, sum annars hevur bumbað alla mót - støðu til viks seinastu mánaðirnar. Frá fyrsta bríksli vóru vest menn- ingar tendraðir, og hóast Neistin í løtum hevði hug at draga frá, so togaðu teir gulu seg hvørja ferð aftur í dystin. Og einstakar ferðir vóru teir eisini á odda. Avgerandi løtan í dystinum kom tó nakað eftir steðgin. Fyrstu 40 minuttirnar hevði leikað sera javnt á, men tá Neistin í 10 minuttir als ikki fann vegin til meskarnar, fall hamarin hart. Vestmenningar skor- aðu sjey ferðir á rað, og so lá eitt óvæntað sorl í luftini til vertirnar. Teir bláu megnaðu at pynta um úrslitið, men hóast trý mál ikki síggja út sum nakað stórtap, so var Neistin ongan tíð í nær námind sigrinum seinastu 20 minuttirnar. Um tað vóru timburmenn eftir finalusigurin, skal vera ósagt. Men sjálvir hava Neistamenn fleiri ferðir sagt, at tað ræður um at seta sær nýggj mál, nú finaluplássið longu er víst. Og tað er okkurt, sum bendir á, at teir enn ikki hava funnið heilt á beint í so máta. Eingin tykist steðga KÍF. Við sigrinum á H71 hava teir lagt seg á odda í finaludystinum, har teir í løtuni mugu roknast sum mest seriøsu biðlarnir Er tað nakað, sum kollfiringar iðra seg um í hesum døgum, so eru tað helst fimm tey fyrstu umførini av hondbóltslandskappingini. Tá royndi liðið seg við nýggjari spæl skipan, og hetta gekk avgjørt ikki meira enn næstbest. Úrslitið var ein katastrofulíknandi byrjan, ið hótti við at senda kollfirðingar eina deild niður, mest sum áðrenn kappingarárið var byrjað. Síðani er tó vend komin í. Av sein- astu 20 møguligu stigunum hevur KÍF vunnið tey 15, og nú farið verður undir seinasta fjórðingin av kapp- ing ini, eru kollfirðingar tvey stig und an kappingarneytunum í finalu- dystinum, har vinningurin er ein FM-finala móti Neistanum. Drama Sunnudagin máttu kollfirðingar tó arbeiða serstakliga hart fyri sigrinum. Roknað varð frá byrjan við, at talan skuldi verða um eitt brak, og við tveimum verjum, ið løgdu nógv fyri, roynbdu bæði liðini hvør í sínum lagi at køva mótstøðuna. Fyrstu løtuna eydnaðist hetta nak að nógv betur hjá gestunum, men stríðsviljin hjá KÍF hevur støðugt verið framúr, og teir stríddu seg heilt nær H71, áðrenn farið varð til hálvleiks. Eftir steðgin helt gongdin fram. Kollfirðingar stríddu seg framum, men við tíggju minuttum eftir av dyst inum svaraði H71 aftur. Hetta gjørdist tó seinasta glepsið frá hoyvíkingunum, tí eftir eitt time-out leyp KÍF aftur avstað. Teir skoraðu fýra ferðir á rað, og hóast teir fingu ikki færri enn tríggjar útvísingar seinastu løtuna, so eydnaðist tað at fáa klokkuna at ganga somikið væl, at hon at enda fór um teir 60 minuttirnar, meðan KÍF enn var á odda. KÍF-H71 26-25 (13-15): Skúmandi kollfirðingar Neistin-VÍF 29-32 (15-15): VÍF vaknaði KÍF-H71 26-25 (13-15) 10 min: 5-7 20 min: 9-12 40 min: 16-15 50 min: 20-18 Málskjúttar KÍF: Niklas Reginsson 8, Ási Dam 5(4), Andrias Nielsen 4(1), Rógvi Weyhe 4, Gert Hansen 3(1), Regin Petersen 1, Tony Weyhe 1 H71: Dánjal Tórgarð 7(3), Janus Sørensen 5, Poul Kjartan Dam 4, Esbern Patursson 3, Hans Kári Hansen 3, Bárður Brimvík 2, Rógvi Sørensen 1 Brostkøst: KÍF 6, H71 3 Útvísingar: KÍF 7, H71 4 Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA UM DYSTIN jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Neistin-VÍF 29-32 (15-15) 10 min: 7-5 20 min: 12-9 40 min: 20-22 50 min: 21-30 Málskjúttar Neistin: Heini Hanusarson 6, David Edvardsen 6, Sjúrður Thomasen 5, Finnur Hansson 4, Jens Mohr 3, Kristian Dulavík 2, Ingi Olsen 1, Jugoslav Djumic 1, Tróndur Kragesteen 1 VÍF: Bjarti Hansen 8, Agnar Joensen 7, Áki G. Olsen 4, Magnus Müller 4, Sámal Joensen 4, Áki Olsen 2, Joen P. Høgnesen 2, Regin Joensen 1 Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA UM DYSTIN jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Vestmenningar reistust, tá teir mest høvdu tørv á tí, og hóast teir enn eru á niðasta sessinum, tykjast eyguni nú vera vend uppeftir