mánadagur 22. februar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Carragher vil hava styrk
Skal Liverpool spæla við um enska meistaraheitið næsta
kappingarár, er neyðugt, at felagið keypir tveir ella tríggjar góðar
spælarar í summar. Tað heldur verjuspælarin Jamie Carragher. - Vit
eru ikki so langt frá toppinum, sum nógv fólk halda. Fáa vit tveir ella
tríggjar spælarar afturat, kunnu vit spæla um meistaraheitið, sigur
Carragher við blaðið News of the World.
Kløkkur av Capello
Enski landsliðsvenjarin í fótbólti, Fabio Capello, er ein harður
hundur, og summir spælarar vóru ovfarnir av hansara
venjingum fyrstu tíðina. - Hann var óhugnaligur á fyrsta
venjingardegnum. Hann steðgaði allatíðina spælinum og
flutti spælarar fysiskt, so teir stóðu á rætta staðið. Tað var
ræðandi, sigru Wayne Rooney. Úrslitið hava verið góð hjá
enska landsliðnum, síðani Capello tók við sum venjari.
Dómararnir
fingu ikki
boð
Aðru ferð á rað vóru
trupulleikar við dóm
arunum, tá Tjaldur og
VB skuldu spæla
Tá tey bæði liðini hittust í Vági,
var hetta samstundis, sum
finalu dagur var fyri yngru
deild irnar.
Her verða øll tey fremstu
dómarapørini
í
landinum
brúkt, og tí bar ikki til at fáa
nakað av hesum til Vágs, hóast
reglurnar fyriskriva, at allir
dómarar í fremstu deildini
skulu hava staðið dómara-
royndina.
Og í gjár var aftur galið. Hesa
ferð grundað á eina misskiljing,
sum bar við sær, at Ragnar
Simonsen og Rúni Mohr, sum
skuldu døma dystin, als ikki
høvdu fingið boð um hetta.
Og longu í gjárkvøldið sendi
Hondbóltsdómarafelagið
út
tíðindaskriv, har teir harmaðust
hendingina.
–
Av
misgávum,
hetta
millum Hondbóltsdómara fe-
lagið og Hondbóltssamband
Føroya, bleiv skeivt yvirlit sent
út, til ásettu dómarar til dystin.
– Tað harmar okkum í Hond-
bóltsdómarafelagnum almikið,
at slíkir feilir henda, tó at vit
mugu ásanna, at slíkir feilir
koma fyri. Men vilja vit gera alt
hvat liggur í okkara makt, at
slíkir feilir ikki henda aftur,
skrivar felagið í skrivinum, sum
varð sent fjølmiðlunum í gjár-
kvøldið.
Eftir at hava verið mest
sum sørir í tríggjar mán
aðir, vant StÍF burtur úr
Kyndli í gjár
Tað sást illa, at annað liðið ikki hevði
vunnið í tríggjar mánaðir, meðan
hitt hevði fokus á FM-finaluni. Ella í
øllum førum sást ikki, hvør var hvør,
tá StÍF tók ímóti Kyndli sunnudagin.
Kyndil fekk kanska fyrstu trý mál-
ini í dystinum, men so var liðugt.
Hinar 56 minuttirnar skoraði Kyndil
bara 13 ferðir móti væl spælandi
strandaverjuni og ikki minst Marian
Cirloganescu í StÍF-málinum.
Í hinum endanum var talan
kanska ikki altíð um skjóta og flót-
andi spælið, sum StÍF í fleiri ár var
garantur fyri. Men góða verjan gav
fleiri skjótaálop, og so prógvaði
Cristian Preda – ið annars hevur
verið í dvala í nakrar mánaðir – hví
hann fyrstu nógvu umførini var
ovastur á máltindinum.
Tað kann væl vera, at sálarligu
timburmenninir hjá Kyndli hava
verið til staðar eftir taptu steypa-
finaluna móti Neistanum. Men tað í
sjálvum sær var ikki øll frágreið ing-
in.
StÍF hevur seinastu vikurnar víst,
at spælið hevur verið í stórari fram-
gongd, og fáur hevur ivast í, at ein
sigur var í væntu heilt skjótt. Og enn
er munurin somikið lítil, at StÍF væl
og virðiliga er við í kapprenningini
um finalupláss.
Tað er Kyndil eisini. Men sveiggini
í avrikunum hava verið rættiliga stór
seinastu tíðina, og tað er avgjørt
neyðugt hjá liðnum at lyfta botnin í
hesum, um stigatalvan ikki skal
gerast heilt óhugnaligur lesnaður, tá
farið
verður
undir
seinastu
umførini.
Tjladur tók sær ov nógv av
løttum seinastu løtuna, og
so var um reppið, at VB fór
úr Runavík við einum sera
óvæntaðum stigi
Á pappírinum var talan bar um
avgreiðuspurning. Tjaldur hevur
kapprunnið
við
Stjørnuna
um
oddasessin alt kappingarárið, og á
heimavølli móti VB var talan bert
um setning, sum skuldi fáast frá
hondini. Ikki minst, tá havt verður í
huga, at Tjaldur vann trygt, tá liðini
hittust í Vági fyri bara viku síðani.
Fyri steðgin var nú heldur ikki tað
stóra, sum bendi á, at VB skuldi gera
nakað serligt. Tjaldur var greitt
omaná, og hevði VB hug at muta
ímóti, varð ferðin uttan nakað tvætl
sett eina tonn upp, soleiðis at
munurin aftur kundi økjast.
Fyrstu 20 minuttirnar eftir steðgin
var heldur einki, sum broytti hetta,
men so kom VB brádliga fyri seg.
Tjaldur tóktist ikki leggaj so nógv í
at seta ferð á aftur, men tá VB við
seks málum á rað hevði minkað
munin í tvey mál, stóð brádliga nógv
á. Ikki minst, tá Cornelia Rimbu
brendi brotskastið, sum annars
skuldi avgjørt tað heila.
Ein vágbingur stóð tó eisini í
málinum hjá Tjaldri, og Guðrun í
Lágabø vann nakrar bjargingar fram
júst í røttu løtuni, og so megnaði VB
akkurát ikki at fáa stig burturúr.
Men tær sendu eina kraftiga
ávaring til restina av feltinum. Viljin
at arbeiða og stríðast fyri liðnum
hevur altíð verið framúr hjá VB, og
eitt úrslit sum hetta bendir á, at tað
á ongan hátt er nøkur ógjørlig
uppgáva, tá tær skulu takast við StÍF
og VÍF í dystunu, sum helst gera av,
hvør noyðist eina deild niður at
spæla komandi kappingarár.
TjaldurVB 2322 (159):
Eitt mál frá sensatiónini
Tjaldur-VB 23-22 (15-9)
10 min: 5-5
20 min: 9-7
40 min: 18-14
50 min: 23-16
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 8, Cornelia Rimbu 5(1), Mary-Ann
Zachariassen 2, Jacoba Langgaard 2, Alina O. Anghel 2(1), Jóhanna
í Króki 2, Annika Thomsen 1, Heidi á Lakjuni 1
VB: Svava Vestergaard 5, Christina Holm 5, Andrea Nielsen 4, Migle
Senvaityte 4(1), Bára K. Mortensen 3, Sára Samuelsen 1
Brotskøst: Tjaldur 3, VB 1
Útvísingar: Tjaldur 3, VB 1
Dómarar: Kári Hansen & Zoran
FAKTA UM DYSTIN
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
StÍFKyndil 2816 (127):
Stórsigur til StÍF
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
StÍF-Kyndil 28-16 (12-7)
10 min: 3-3
20 min: 7-3
40 min: 20-9
50 min: 24-10
Málskjúttar
StÍF: Cristian Preda 11(2), Borgar
Danielsen 6(1), Jóannes Prestá 5,
Jógvan Berg 2, Marius Joensen 2,
Sune Ersntsson 1, Pauli G.
Hansen 1
Kyndil: Tummas Pauli
Hanusarson 4, Bárður
Johannesen 3, Josef
Abrahamsen 3(1), Hans Áki Dal-
Christiansen 3, Kenn
Zachariassen 2(1), Julian
Johansen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 5
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 5
Dómarar: Dánjal Samuelsen &
Heri Petersen
FAKTA UM DYSTIN
Strandingar hølvaðu Kyndil av, tá liðini hittust sunnudagin, og so
er StÍF aftur partur av oddastríðnum í Atlantic Airways-deildini