mánadagur 22. februar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36
Tað vóru núverandi
Everton talentini, ið vunnu
á fyrrverandi Everton
talentinum, tá Manchester
United leygardagin
tapti á Goodison Park.
Sunnudagin spentu Man
chester City og Liverpool
bein fyri hvørjum øðrum
á City of Manchester
Stadium. Sosialurin var til
báðar dystirnar
Tað er eitt ella annað við Goodison
Park. Tað er ringt at seta fingurin á
akkurát hvat tað er; um tað er áskoð
ararnir, leikvøllurin, andin rundanum
felagið ella staðfestingin av, at Ever
ton klárar seg avbera væl við teim
um umstøðinum teir hava – men
okkurt er. Tað fingu Manchester Uni
ted spælararnir eisini at kenna leyg
ardagin.
Dysturin var spældur fyrra part
og tað kann hava við sær, at áskoð
ararnir ikki eru komin heilt upp at
koyra við dystar byrjarn. Tað merkist
eisini uttanfyri stadium áðrenn
dystin. Stemningurin er avslappaður
og lítið politi er at síggja á gøtunum
rundan um Goodison. Tað tykist
sum at hooligans mentaliteturin er
burtur, og viðhaldsfólkini duga at
halda seg røttu megin lógin.
Rooney
Wayne Rooney skifti í 2004 úr
Everton til Manchester United. Tað
skiftið fall ikki í góða jørð hjá Everton
viðhaldsfólkinum. Tað bleiv “buha”
eftir Rooney, og tá hann misti bóltin,
so skuldi hann eisini hoyra fyri tað.
Men tað tykist eisini sum Everton
viðhaldsfólkini nú innsíggja, at
Rooney møguliga gjørdi tað rætta í
at skifta. Maðurin hevur støðugt
ment seg, og í dag er hann útróptur
til lyklaspælararin hjá bæði Man
chester
United
og
Onglandi.
Venjarin hjá Everton segði áðrenn
dystin, at Everton vóru ikki klárir til
Rooney í síni tíð. David Moyes segði
eisini, at Everton í dag er klárt at
taka móti einari stjørnu. Moyes og
Rooney hava verið óklárar í eina tíð,
men Moyes segði árenn dystin at
tað er ein farin tíð.
Teir nýggju
Tveir av teimum, ið gera vart við seg
í Everton í løtuni, eru Dan Gosling
og Jack Rodwell. Serliga Jack Rod
well verður spáddur eina bjarta
framtíð í fótbóltsheiminum.
Teir blivu báðir skiftir inn í seinna
hálvleiki og tað hoyrist beinanvegin,
at Everton áskoðararnir eru góðir
við nýggju talentini. Dan Gosling
legði Everton á odda 21, meðan
hitt lokala talenti, Jack Rodwell,
slerdi sigurin fastan stutt fyri tíð.
Hesa ferð vunnu núverandi Ever
ton talentini, men spurningurin er
so um Gosling og Rodwell kunna
liva upp til fyrrverandi Everton
talenti. Ella er Everton klárt til at
halda fast í talentinum hesaferð?
Ikki óvæntað hevur Sir Alex Fergu
son eyguni við Rodwell.
Málleyst í Manchester
Sunnudagin
skuldu
Manchester
City og Liverpool kempa um fjórða
plássið. Kavi lá rundanum stadium,
men vøllurin sjálvur sá út til verða í
góðum standi.
Stemningurin hevur fleiri ferðir
hetta kappingarárið verið góður á
City of Manchster Stadium, men í
fyrra hálvleiki var eimki lív í. Um tað
var kavin ella vánaliga fótbóltsspælið
skal verða ósagt, men tað var ringt
at fáa eyga á týdningin av dystinum
útfrá stemninginum í fyrra hálvleiki.
Hinvegin so fekk dómarin sjálvandi
av at vita. Sum vanligt er, so er tað
ikki tí at hann dømir skeivt sum so,
men áskoðararnir vilja bara hava
hann at døma til teirra fyrimun.
Kanska var vánaliga fótbóltsspælið
orsøkin til, at áskoðararnir vendu øll
eyguni móti dómarinum.
Í seinni hálvleiki kom meira ferð á
dystin og tað hjálpti av álvara uppá
stemningin. Teir spælararnir, ið tað
bleiv sungið mest um vóru útskift
ararnir Craig Bellamy hjá Manchester
City og Fernando Torres hjá Liver
pool. Báðir komu inn, men teir fingu
ikki sett annað enn lív í áskoðararnir.
Ein hending, sum kanska lýsir dystin
væl, var tá eitt City hornaspark endar
beint í heysinum á Ryan Babel, sum
smellur í gólvið. Áskoðararnir hjá
City reistust flennandi og klappaðu
sum vóru teir í sirkus. Onglendingar
duga væl at sóla sær í ólukkuni hjá
mótstøðuliðnum. Hendan hending
in var einki undantak.
Munur á
Einki mál kom í dystinum og eftir
dystin tosaðu áskoðararnir um at
dysturin var “boring” og “dull”. Dyst
urin var týpiskur fyri Liverpool
seinastu dystirnar. Nógvar nærdystir,
tætt samanpakkaðir í verjupartinum
og nógv kort fyri harðligar taklingar.
Rafael Benitez vísti á eftir dystin, at
Chelsea, Arsenal og Manchester
United (í Carling Cup hálvfinaluni)
hava tapt á City of Manchester
Stadium hetta kappingarárið, so
hann var ikki ónøgdur við úrslitið.
Roberto Mancini, venjari hjá City,
var heldur ikki ónøgdur við úrslitið,
og so kundi tað væl ikki verða
annarleiðis.
Dysturin á Goodison Park hevði
tað mesta, sum ein fótbóltsdystur
skal hava. Stemningurin var góður
allan dystin, fleiri mál og fegnir og
skuffaðir áskoðarar. Dysturin á City
of Manchester Stadium manglaði
nógv. Undir miðal stemningur í fyrra
hálvleiki, ongi mál og lítið av góðum
fótbóltsspælið. Áskoðararnir fóru
næstan tómhendir heim.
Wolves tapti við vilja
Enska fótbóltssambandið gjørdi í fanrnu viku av, at tað skal kosta Wolves
£25.000, at teir ikki stillaðu við sterkasta møguliga liðnum, tá teir í heyst
spældu móti Manchester United. Wolves hevði um vikuskiftið vunnið 10 á
Tottenham, men venjarin, Mick McCarthy valdi at fremja 10 broytingar á
liðnum til dystin móti Manchester United. Hetta fyri at spara spælarar,
soleiðis at hesir vóru best møguliga fyri til týðandi dyst fáar dagar seinni.
Reglurnar fyri Premier League siga millum annað, at tú altíð skalt stilla við
sterkasta liðnum, og Wolves hevur altso fingið bót fyri at bróta hesa
regluna.
Láturlig bót
Fyrrverandi venjarin hjá Sheffield United er í øðini um bótina,
sum Wolves hevur fingið. Neil Warnock var venjari, tá Sheffield
United á seinasta leikdegi varð yvirhálað av West Ham, sum á
útivølli vann 10 móti einum nógv skerdum Manchester
Unitedliði, ið longu var meistari. Sir Alex Ferguson hevði tá valt
at spara fleiri spælarar til FA Cupfinaluna. Ta ferðina fekk tað
onga avleiðing fyri Manchester United, og tað fekk onga
avleiðing, at Fulham vann á einum nógv skerdum Liverpool. At
FA somikið sum umhugsaði at geva Wolves bót hesaferð, er
fullkomuliga láturligt, sigur Neil Warnock.
Leygardagin
EvertonManchester United 31
ArsenalSudnerland
20
West HamHull
30
WolvesChelsea
02
PortsmouthStoke
12
Sunnudagin
BlackburnBolton
30
Aston VillaBurnley
52
FulhamBirmingham
21
Manchester CityLiverpool
00
WiganTottanham
00
ÚRSLIT, Premier League
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
27
19
-
4
-
4
63
22
41
61
2 Man Utd.
27
18
-
3
-
6
63
24
39
57
3 Arsenal
27
17
-
4
-
6
63
30
33
55
4 Tottenham
27
13
-
7
-
7
48
26
22
46
5 Man City
26
12
-
10
-
4
48
33
15
46
6 Liverpool
27
13
-
6
-
8
43
27
16
45
7 Aston Villa
26
12
-
9
-
5
37
21
16
45
8 Everton
26
10
-
8
-
8
38
37
1
38
9 Fulham
27
10
-
7
-
10
32
29
3
37
10 Birmingham
26
10
-
7
-
9
25
28
-3
37
11 Stoke
26
8
-
10
-
8
26
29
-3
34
12 Blackburn
27
9
-
7
-
11
29
43
-14
34
13 West Ham
26
6
-
9
-
11
35
40
-5
27
14 Sunderland
26
6
-
8
-
12
32
44
-12
26
15 Wigan
26
6
-
7
-
13
26
52
-26
25
16 Wolves
26
6
-
6
-
14
21
44
-23
24
17 Hull
27
5
-
9
-
13
25
54
-29
24
18 Bolton
26
5
-
8
-
13
29
49
-20
23
19 Burnley
26
6
-
5
-
15
27
55
-28
23
20 Portsmouth
26
4
-
4
-
18
21
44
-23
16
Rooney tapti
móti nýggju
Everton
talentunum
argetrondur@ofir.dk
Tróndur
Arge
Jack Rodwell, sum her skorar til 3-1 móti Manchester United, verður mettur sum eitt av heilt stóru
stjørnuskotunum í enskum fótbólti
Mynd: Polfoto/AP