Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Sekkjaður venjari nýggja kjans Fyri tveimum mánaðum síðani varð Pasquale Marino sekkjaður sum venjari í italska felagnum Udinese, men nú er hann komin inn í hitan aftur. De Biasi, sum avloysti Marino, er nú koyrdur heim, og rættiliga óvæntað er gamli venjarin biðin um at taka við leiðsluni í felagnum aftur. Udinese tapti um vikuskiftið fyri Genoa, og felagið liggur í løtuni á 16. plássi í italsku kappingini. Tað verður roknað sum eitt stórt vónbrot. Truplari at vinna Premier League Patrice Evra, sum er verjuspælari í enska meistarafelagnum Manchester United, sigur, tað er blivið alt harðari at vinna ensku fótbóltskappingina. Tað sigur hann, eftir at United um vikuskiftið tapti 3-1 fyri Everton. - Vit høvdu eina kenslu av, at megnaðu vit at vinna á útivølli ímóti Everton, so kundu vit eisini vunnið meistaraheitið. Men tað er truplari, enn vit høvdu roknað við, sigur Evra. Stórt vónbrot Liðformaðurin hjá Mjølnir, Thor vald Danielsen, harmaðist eftir mansfinaluna, at tað ikki var eydnast at taka SÍ. – Hetta var eitt øgiliga stórt vónbrot, men einki koyrdi hjá okkum í dag. Tað var ræðuliga keðiligt, at tað skuldi vera akkurát í dag, tí eg haldi ikki, at teir spældu tað stóra heldur, segði hann beint eftir dystin. – Nú mugu vit so fara eftir føroyameistaraheitinum, og eg vóni, at vit fáa avgjørt FM-finalurnar í einari stórari høll, so at tað ikki skal vera í hasi lítlu høllini har vesturi. hil Formkurvan bara peikar uppeftir Hevarin hjá SÍ, Ólavur Jensen, var sera fegin eftir finalusigurin á Mjølnir, og hann segði aftaná, at dysturin gjørdist júst so leið- is, sum hann hevði væntað. – Tað kundi væntast, at talan gjørdist um ein javnan dyst, og tað var henda finalan eisini til tíðir og sum oftast. Men vit kláraðu til endans at hála tað heim, so tað var bara gott, segði Ólavur, ið sær fram til, at teir í SÍ í næsta mánaði skula spæla FM-finalur ímóti júst Mjølnir. – Hetta eru tey bæði bestu liðini í Føroyum nú, so tað var bara gott, at vit kundu spæla finaluna ímóti teimum. Nú er langt síðani, at vit hava tapt ein dyst – ikki síðani á jólum – so formkurvan hjá okkum gong ur bara uppeftir. hil Annika á Stongum átti leygardagin nógvar av frægastu servunum á SÍ-liðnum í kvinnufinaluni, og hon fekk bæði í øðrum, fjórða og fimta setti servað SÍ nakað framum, um - framt at hon átti tær síðstu servurnar í fimta setti. Dráttur fekk so stórar trupulleikar av tí allarseinastu, at bólturin ongantíð kom yvirum aftur netið. – Tá eg nú ikki kundi vera tann, sum skuldi smasja tær niður, mátti eg bara royna at serva tær niður í staðin, og tað gekk bara heilt væl, segði Annika, sum eisini kom væl frá síni uppgávu sum hevari hjá steypa- vinnarunum. Hon ásannaði eftir finaluna, at talan gjørdist um ein júst so harðan dyst, sum væntast kundi. – Vit vistu, at tær í Drátti vóru upp- settar, og tað vóru vit eisini. Men vit kempaðu heilt til endans og kláraðu tað eisini. Dráttur kempaði eisini sera væl, samstundis sum tað var líka sum upp og niður hjá okkum. Men vit kláraðu tað so allíkavæl, segði Annika. – Nú hava vit tikið fyrsta steypið, men vit ætla okkum ikki at steðga her, tí vit vilja hava greipuna. Og ongantíð betur, enn at bæði vit og menninir megna at taka alt í ár. hil Hóast Ragnar í Haraldsstovu er spæl andi venjari hjá SÍ, helt hann seg fyri tað mesta uttanfyri, tá menn inir spældu steypafinaluna ímóti Mjølnir leygardagin. Bara eina løtu í triðja setti kom hann inn, men var nokk so skjótur útaftur. – At standa uttanfyri, tá slíkir dystir verða spældir, er nógv verri. Men tað var fantastiskt, at vit kundu røkka allan vegin og vinna, tí hetta er tað, sum vit hava arbeitt fram ímóti í allan vetur og serliga nú í síðst uni. Tað var ótrúliga deiligt, at tað eydnaðist, segði hann eftir dystin. Um tað, sum hendi, tá SÍ eftir fyrstu tvey settini fór niður við nakk- anum, segði Ragnar í Haraldsstovu, at hetta altso er nakað, sum hendir øgiliga ofta. – Eg segði tað týðiliga og klárt við teir eftir tey bæði fyrstu settini, at teir høvdu ongan dyst vunnið enn, men skuldu fokusera uppá at vinna hetta settið eisini, segði Ragnar. – Mjølnir hevði jú tað settið sum sín síðsta kjans og mátti geva alt ella einki. Tað gjørdi Mjølnir eisini, so vit høvdu einki at gera í hasum settin- um. Men tá avtornaði, gjørdi breidd- in hjá okkum allan munin, tí eg kundi skifta inn, sum eg vildi, og tað kundi Mjølnir ikki gera. hil Væntaðu harðan dyst Arbeitt fram ímóti hesum