Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. februar 2010 – Nr. 36 Dupult danskt EM-gull Bæði kvinnur og menn hjá Danmark vunnu um vikuskiftið EM-gull fyri landslið. Kvinnurnar spældu sunnumorgunin móti Russlandi, og hendan dystin vann Danmark 3-2. Menninir spældi seinnapartin móti Póllandi, og her hevði Danmark ongar trupulleiki. Danmark vann nevnliga teir tríggjar fyrstu dystirnar, og so var ikki neyðugt at spæla meira enn tað sama. Fíggjarkreppa í Formel-1 Fleiri fjepparar fegnaðust, tá tað var greitt, at eitt amerikanskt lið skuldi við í ársins útgávu av Formel-1. Helst fór hetta at merkja enn meira pening til ítróttina, men soleiðis verður helst ikki. USF1 er longu nú í somikið stórum fíggjarligum trupulleikum, at teir hava biðið um loyvi at sleppa frá at møta til fyrstu fýra Grand Prix’ini í ár, soleiðis at teir kunnu fáa fíggjarviðurskiftini í trygga legu. Hvørki føroyska A- ella U21-landsliðið megnaði at skala donsku U18- kvinnurnar, sum í kvøld spæla móti Danmark Tað er ikki fyri einki, at Danmark verður roknað millum sterkastu hondbóltstjóðir í heiminum. U18-kvinnulandsliðið vann fyri stuttum EM-heitið, og tær vitja í hesum døgum í Føroyum. Leygardagin spældu tær móti før- oyska A-landsliðnum, sum fyrireikar seg til Challenge Trophy-kappingina, sum verður spæld um hálvan annan mánað, og her fingu okkara av at vita. Longu eftir 10 minuttum stóð 1-10 á máltalvuni, og so var støðið líka sum lagt. Donsku genturnar spældu við eini leikferð, sum okkara høvdu sera ilt við at umstilla seg til, og hóast avrikið batnaði nakað eftir steðgin, so vóru føroysku kvinnurnar ongan tíð námind at hótta donsku mótstøðuna. Tað vóru føroysku U21-kvinnurnar heldur ikki sunnudagin, men tær megnaðu tó í nógv størri mun at fylgja við mótstøðuni. Bæði tí tær dagin fyri høvdu sæð, hvussu sterk mótstøðan í veruleikanum var, og kanska eisini tí donsku kvinnurnar nú høvdu ein dyst í beinunum. Undan steðginum eydnaðist tó donsku kvinnunuum at leypa avstað, og í seinna hálvleiki skrædnaði veru- liga í dystinum, sum enn einaferð endaði við donskum stórsigri. Í kvøld klokkan 19 spæla donsku kvinnurnar í Klaksvík, har nýkosnu steypavinnararnir úr Stjørnuni taka ímóti. Og so fæst at vita, um tær í størri mun megna at geva mót- støðuni ein skarpan gang. Føroyar A-Danmark U18 17-34 (8-20) Føroyar U21-Danmark U18 20-32 (12-17) mørk Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 15 14 - 1 43 8 35 17 2 TB 15 11 - 4 38 18 20 13 3 Mjølnir 15 10 - 5 35 21 14 12 4 Fleyr 16 9 - 7 32 27 5 11 5 Dráttur 16 8 - 8 31 26 5 11 6 ÍF 16 2 - 14 7 43 -36 2 7 KÍF 15 0 - 15 2 45 -43 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir 15 12 - 3 38 15 23 17 2 SÍ 15 11 - 4 37 20 17 16 3 Fleyr 15 6 - 9 31 32 -1 8 4 ÍF 15 0 - 15 3 42 -39 0 Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Tjaldur 16 14 - 1 - 1 477 354 123 29 2 Stjørnan 15 13 - 1 - 1 440 298 142 27 3 Neistin 15 8 - 0 - 7 394 372 22 16 4 VÍF 15 4 - 0 - 11 355 425 -70 8 5 StÍF 15 4 - 0 - 11 357 446 -89 8 6 VB 16 2 - 0 - 14 342 470 -128 4 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 15 12 - 0 - 3 484 394 90 24 2 KÍF 15 7 - 1 - 7 389 408 -19 15 3 H71 15 5 - 3 - 7 400 407 -7 13 4 StÍF 15 6 - 1 - 8 400 412 -12 13 5 Kyndil 15 6 - 1 - 8 358 409 -51 13 6 VÍF 15 6 - 0 - 9 441 442 -1 12 Sunset-kappingin Adina Petrea Tjaldur 164 (10) Cornelia Rimbu Tjaldur 114 (23) Liljan Djurhuus VÍF 105 (31) Rebekka Justinussen StÍF 97 (17) Simona Petersen Stjørnan 95 (16) Valentina Suciu Stjørnan 87 (17) Katrin á Neystabø Neistin 65 (18) Roxanna Bodirlau StÍF 63 (3) Anja Heinadóttir Neistin 57 Fríðrún B. Danielsen StÍF 54 Adriana Bobra StÍF 53 (29) Svava Vestergaard VB 52 Annika Thomsen Tjaldur 51 Bára Mortensen VB 49 Una Egilsdóttir VB 49 (12) Mál (br.) Hetta var dysturin, har TB skuldi tryggja sær trumfin í kappingini um FM-finaluna, men í staðin streyk Fleyr avstað við øllum TB hevur leingi sæð út sum størsti favoritturin at koma í FM-finalurnar í Eik-liguni hjá kvinnum ímóti SÍ, og soleiðis sær TB framvegis út. Men ikki skerst burtur, at tapið fyri Fleyr fríggjakvøldið gav skeinur í lakkið. Fleyr hevur jú verið tað av lið un- um, ið minst hevur livað upp til tað, sum væntast kundi av liðnum, men fríggjakvøldið gjørdi liðið úr Havn júst tað, sum hevur manglað í ótelj- andi dystum í vetur. Tí eydnaðist eisini at taka ein rættiliga óvæntaðan sigur ímóti TB – enntá í Trongisvági! Sum so ofta fyrr í vetur, megnaði Fleyr at fylgja væl við í fyrsta setti, sum var sera javnt, og tað endaði við, at Fleyr vann tað. Men longu í øðrum setti var vent í holunum – og tað so ógvusliga, at TB tók settið í knúsandi stíli. Fleyr knekkaði ikki Vanliga hevði hetta verið nóg mikið til at knekkað Fleyr, men kortini fekk liðið reist seg og givið TB mótstøðu allan vegin í triðja setti, sum TB tó vann við tveimum stigum. Hevði alt verið, sum tað plagdi, so hevði hetta við vissu verið eitt sett- úrslit, ið hevði beint fyri Fleyr. Men tvørturímóti vísti tað seg, at Fleyr var júst so vandamikið at spæla ímóti, sum tað ofta er við liðum, ið ikki verða mett at hava nakað at spæla fyri. Fleyr reistist og menti seg upp- aftur meira í fjórða setti, sum varð vunnið rímiliga sannførandi, og í fimta setti, sum skuldi avgera tað heila, helt Fleyr høvdið kalt og fór allan vegin, hóast liðini fylgdust og støðan var 8-7, tá tey skiftu síðu. Við 3-2 sigrinum er Fleyr ikki longur burturi, enn at talan saktans kann gerast um heiðursmerki. Fyri TB merkti tapið, at liðið framvegis eitt stig framman fyri Mjølnir og tvey framman fyri Fleyr og Drátt, og haraftrat eiga tvørakvinnur ein dyst á. Men tær hava ikki ráð at missa meira, skulu tær røkka allan vegin í finaluna. Atlantic Airways-kappingin David Edvardsen Neistin 120 (26) Cristian Preda StÍF 99 (6) Poul Kjartan Dam H71 97 (15) Sámal Joensen VÍF 97 (32) Bjarti Hansen VÍF 81 Dánjal Tórgarð H71 79 (27) Finnur Hansson Neistin 75 (11) Gabriel Stanciu StÍF 74 (28) Jugoslav Djumic Neistin 71 Ási Dam KÍF 63 (39) Janus Sørensen H71 62 Niklas Reginsson KÍF 60 (6) Høgni Klein Kyndil 59 Bárður Johannesen Kyndil 59 (1) Agnar Joensen VÍF 58 (6) Mál (br.) TB-Fleyr 2-3 (23-25, 25-7, 25-23, 19-25, 12-15): Fleyr kom sterkt aftur Sterkar danskar kvinnur Máltindarnir, hondbóltur