Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindi Nr. 36 - 22. februar 2010 Tjóvsligur hvalur Í áravís hava fiskimenn í Alaska kært sína neyð um, at hvalir stjala svørfiskafongin. Eitt lið av granskarum monteraðu tí eitt upptøkutól á línuna, og skjótt fangaði tað ein avgust í at stjala fisk. Talan er um fyrstu upptøkur av einum avgusti, sum etur úti í fríu náttúruni. Upptøkutólið vísir millum annað, hvussu avgusturin leitar seg inn á matin við sonar, og hvussu hann fær ruskað fiskin av línuni uttan at lata nakað spor eftir sær av bitmerkjum, skrivar ekstrabladet.dk. Tok koyrdi á bil Tíðliga í morgun hendi eitt óhapp, tá eitt tok rendi á ein bil, sum var komin at standa á skinnarunum. Nógvi kavin hevði ført til, at køirnar gjørdust langar, og ein bilur kom tí at standa á skinnarunum, tá bummarnir fóru niður. Ein einsamallur 58-ára gamal maður var í bilinum, men tað eydnaðist honum at sleppa úr bilinum áðrenn tokið rendi á. Maðurin mátti ein túr á sjúkrahúsið, men slapp kortini frá tilburðinum. Bilurin fór hinvegin illa sum myndin eisini vísir. Tað skrivar JyllandsPosten. Hóast leikurin ikki er tann skemtligasti vit hava sæð frá Klaksvíkar Sjónleikararfelag, er tað frálíkt undirhald at síggja eina so væl timaða klassiska farsu sum »Stundun, stundum ikki« Sjónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo U m vikuskiftið gjørdi Klaks- víkar Sjónleikarafelag innrás í stóra salinum í Norðurlandahús- inum við eini farsu av tí veruliga góða gamla slagnum. Eitt stórt lop kanst tú siga fyri eitt lítið sjón- leikarafelag, sum dagliga húsast í gamla umklæðingarrúminum hjá brandmonnunum norðuri í Klaksvík. Stórslignu umstøðurnar tóku hinvegin ikki pippið frá leikararnum, tí í farsusjangruni tykist lítla ótroyttiliga sjónleikarafelagið altíð at hava verið á heimavølli. Úrslitið er millum annað, at felagið eftir- hondini eigur nakrar leikarar, sum sýnast sum um teir eru gjørdir til júst hetta slagið av løttum skemti, sum bara riggar, tá bæði replikkir og hurðar klamsa júst í tí sekundið, tá tær skulu. F leiri av hesum leikararnum sleppa at folda seg út í farsuni »Stundum, stundum ikki«, og tað er ikki minst teimum fyri at takka, at leikurin fyri tað mesta riggar, sum hann skal. Serliga er tað Jan Gardar, í einum av høvuðsleik- lutunum, sum tryggjar, at reyði tráðurin í fløkjuni ikki støkkur, hvørki innihaldsliga ella meir tekniskt. Sum leikari tykist Jan Gardar at hava eini serlig evni til at kunna bjarga øllum hugsandi og óhugs- andi situatiónum. Og tað er eisini júst tað, hann skal í leiklutinum sum skrivarin Hálvdan Hálgadal, ið bæði skal halda skil á sínum egna dupultlívi og fjala yvir ella avdúka moralska ólevnaðin hjá starvsfeløgunum í »Málaráðnum«, alt eftir, hvat kann tæna honum best í klatranini upp eftir starvs- heitisstiganum. Sjarmerandi sum eg veit ikki hvat, (for)førir Jan Gardar áskoð- arafjøldina móti hæddarpunktin- um, har hurlivasin er fullkomin og undirhaldið í hæddini. Sjálv- sagt væl hjálptur av hinum leik- arunum, har mongu yngru kreftir- nar fylla sínar leiklutir sum kari- katurar, júst eftir farsubókini. M eðan í so long løta gongur, áðrenn verulig ferð kemur á leikin, er hann hinvegin ikki til at steðga aftur, tá hann av álvara er komin í gongd. Stór og djúptøkin leiklist er tað ikki, men tað er eisini í lagi, tí í eini farsu stendur og fellir alt heldur uppá, at alt klappar, sum tað skal, tá tað skal og hvørja einastu ferð. Og tað eydnast til fulnar í »Stundum, stundum ikki«, har timingin er framúr góð og bara gerst betri í takt við at ferðin økist, serliga í seinnu helvt av leikinum, har vit eisini fáa tær stuttligastu løturnar, sum tað kundu verið fleiri av í fyrra parti. Tá ræður um gjøg- numført skemt, hevur Klaksvíkar Sjónleikarafelag gjørt tað betri, eitt nú í »Kaktusblóman« fyri nøkrum árum síðani. Hinvegin fáa vit hesuferð ríkiligt undirhald í at sita og eygleiða, hvussu væl allar klassisku farsu ingrediens- urnar so sum ótrúskapur, dupult- moralur, kávalæti, umbýtt nøvn og myrkaspøl hanga saman. Eisini er sjálv pallsetingin, serliga búnarnir óvanliga gjøg- numførdir í besta 50’ara stíli við rundskornum niðurdeilum, breið- um beltum, knallreyðari varrastift og ikki at gloyma stílfullu hatt- arnar og klædningarnar hjá mann- fólkunum. Sjálvt baðihotellið, har stóri parturin av leikinum gongur fyri seg, var eisini passaliga smakkleyst innrættað til at tú kundi vænta tær hvat sum helst handan ósømiliga blomstur- tapetseraðu veggirnar. M ongu ungu kreftirnar í leik- inum boða frá góðum. Í so stiliseraðum sjangrum sum fars- um, kann vera ilt at meta um leiklistarliga støðið hjá einstøku leikararnum, men teirra eldhugi var ikki til at taka feil av og boðar hetta frá einum yvirskoti, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag uttan iva kemur at njóta gott at fram- yvir. Onkur hevur gjørt vart við, at tað kann gerast eitt haft um bein- ini at blíva við at skíra Klaksvíkar Sjónleikararfelag sum skapt til lættar skemtileikir. Møguliga, men tað broytir ikki ta sannroynd at hesin leikhópurin hevur eitt serligt tak á farsuni og júst í hesi sjangruni enn einaferð hevur víst, hvat áhugaleikur er, tá hann er heilt góður. Stundum stuttligt Alt, líka frá replikkum til hurðar klamsar sum tað skal í klassisku farsuni »Stundum, stundum ikki«, sum Klaksvíkar sjónleikarafelag spælir í Norðurlanda­ húsinum í løtuni