mánadagur 22. februar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 36 - 22. februar 2010
Brown er sum Hitler
Enski forsætismálaráðharrin er sum ein órógvandi spegilsmynd av Der Führer, slær ein
listamaður fast. – Líkheitin er sláandi. báðir byrjaðu sum ráðharrar, teir nýttu snildi at
sleppa upp á toppin og báðir tóku valdið uttan eitt demokratiskt val, skrivar listamaðurin
Louis Sidoli sambært The Daily Telegraph á sínari websíðu. – Báðir eru illa lýddir fyri
síni illsinnisherindi, og báðir hava elvt landi sínum stóran skaða, heldur Sidoli fram.
Hørðu orðini koma frá enska listamanninum Louis Sidoli, sum hevur smeltað eina mynd
av Adolf Hitler, nevnd »Reign of Terror« saman við eini mynd av Gordon Brown við
heitinum »Reign of Error«. Á heimasíðu síni nevnir Sidoli seg sjálvan sum »Størsta
núlivandi bretska glaslistarmann«, og hann sigur við The Daily Telegraph, at hansara
umstrídda listarverk hevur íblástur frá teirri list, sum blomstraði undir forsetadystinum hjá
Barrack Obama í USA.
Tilfeingi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Vilmund Jacobsen
Herfyri var nógv frammi
um pelagisku fiskasløguni,
sum føroyingar veiða, men
sum fyri ein stóran part
enda í útlendskum havnum.
Tað hevur verið og er fram
vegis ein stórur trupulleiki,
at føroyingar ikki virka hesi
fiskasløg til matna uppi á
landi. Hetta ger, at skipini,
sum landa ein stóran part
av hesum tilfeingi til matna,
ikki hava ein landingar
møguleika í Føroyum, sum
er kappingarførur við keyp
arar uttanlands.
Eingin framleiðsla
Tað eru longu fleiri ár, síð
an pelagiska virkið í Kolla
firði varð bygt, og her hevur
í nøkrum umførum verið
roynt at virka pelagisk fiska
sløg til matna. Í endanum
av 2009 varð ein nýggj
roynd gjørd at lata upp fyri
hesum møguleika í Kolla
firði í einum samstarvi mill
um JFKTrol í Klaksvík og
eitt stórt hálendskt felag,
sum hevur nógv virksemi á
pelagiska økinum.
Men heldur ikki hendan
royndin sær í nóg stóran
mun út til at kunna draga
føroysk og útlendsk skip til
lands í Føroyum.
Á virkinum í Kollafirði,
sum nú kallast Faroe Pela
gic, eru maskinur til flaka
skering, men tá virkið læt
upp, søgdu partarnir, at tal
an í fyrsta lagi verður um at
heilfrysta fisk til matna.
Spurningurin er so, um
hetta í longdini verður nóg
mikið til tess at fáa ein nógv
størri part av pelagiska til
feinginum upp á land í Før
oyum.
Síðan Faroe Pelagic tók
ímóti fyrstu lastini hjá Fagra
bergi í endanum av 2009,
hava vit ikki sæð, at føroysku
skipini javnan hava ligið á
Kollafirði. Heldur hava vit
hoyrt í fjølmiðlunum, at tey
hava landað í eitt nú Íslandi,
Noregi og serliga í Dan
mark.
Vit kunnu fegnast um
royndina, sum nú verður
gjørd í Kollafirði, men
longu nú er líkt til, at tað
skal meiri til enn heilfrysting
til matna.
Á hinari síðuni hava vit
Havsbrún í Fuglafirði, sum
er veitari av fóðuri til eina
vælvirkandi føroyska ali
vinnu. Eins væl og fá skip
síggjast við bryggjuna í
Kollafirði, er tað vorðið
meiri sjáldsamt, at føroysk
skip landa til ídnað í Fugla
firði. Higartil í ár eru tað ser
liga tvey systirskip úr Írlandi
og nakrir norskir bátar, sum
hava lyft undir rávørugrund
arlagið hjá virkinum í Fugla
firði.
Fóður til aling
Ein av teimum, sum sjálvur
hevur fiskað nógv við kraft
blokki og hevur verið upp
tikin av pelagiska tilfeingin
um, sum ikki kemur til sætt
is í Føroyum, er Eyðfinnur
Jacobsen í Fuglafirði.
Hann byrjaði á kraft
blokkaveiði undir Føroyum
í 1970 og hevur eisini fisk
að við donskum og eitt
skifti við enskum skipum.
Eftir at hann gavst í pelag
isku vinnuni í 1989, var
hann eitt skifti stýrimaður
og síðan í fleiri ár skipari
við Munki, sum Beta átti.
Eyðfinnur, sum fylgir
væl við, tá ræður um vinnu,
setir
spurnartekin
við,
hvussu leingi tað yvirhøvur
verður loyvt aftrat at fiska
eitt nú makrel, sild og svart
kjaft til mjøl og fóður.
Vit kunnu hugsa okkum,
at skip áðrenn langt um líður
ikki sleppa at fiska hesi
fiskasløg til ídnað, og hvussu
verður tá við grundarlagnum
undir
okkara
fóðurfram
leiðslu, sum aftur er grundar
lagið undir okkara aling, ið
stendur fyri einum munandi
parti av okkara útflutnings
virði?, spyr hann.
Fyrrverandi skiparin vísir
á, at eitt er fóðurvirkið í
Fuglafirði, sum seinnu árini
hevur
fingið
munandi
minni av rávøru. Annað og
nógv meiri álvarsamt er, at
alivinnan, sum gevur góð
íkast til landsbúskapin og
hevur hópin av fólki í starvi,
bæði
beinleiðis
og
í
avleiddum vinnum, hevur
brúk fyri dygdargóðum fóð
uri í sínum alivirksemi.
Fóðurið hjá Havsbrún
er víðakent fyri sínar dygd
ir, har nógv tann størsti
úrdrátturin er fiskur, sam
stundis sum aðrir framleið
arar eitt nú brúka ymiska
grøði sum uppíblanding.
Hvaðani okkara alivinna
skal fáa sítt dygdargóða fóð
ur, tá eingin pelagiskur fisk
ur verður landaður til ídnað
meiri, er ein spurningur,
sum fólk seta sær.
Eyðfinnur væntar ikki, at
tað verða íslendingar ella
norðmenn, sum tá koma
okkum til hjálpar, ei heldur
aðrir.
Ansa betri eftir
Vit kunnu hugsa okkum,
at tá pelagisku fiskasløgini
ikki longur kunnu landast
til ídnað, verður samstundis
dýrari at keypa teir úrdráttir,
sum tá skulu brúkast til
fóðurframleiðsluna. Tað er
Neyðugt er við nýbroti
- Vit eiga at seta eina ávísa landingarskyldu á pelagiska tilfeingið. Hetta kann
gerast í stigum. Eg ivist onga løtu í, at tá hetta er gjørt, verður samstundis
grundarlag skapt fyri einum nútímans pelagiskum virki, sum vinnan kann standa
saman um. Hetta kemur at geva Føroyum ein nógv størri lut í hesum tilfeingi,
samstundis sum avskurðurin frá framleiðsluni kann ganga inn í framleiðsluna
hjá Havsbrún, ið aftur er grundarlagið undir eini vælvirkandi føroyskari alivinnu,
sigur Eyðfinnur Jacobsen, fyrrverandi skipari
Eyðfinnur Jacobsen er sannførdur um, at Føroyar sum tjóð eiga at ansa betri eftir, hvar tilfeingið,
sum svimur í havinum, endar – og at hetta ikki bara fer av landinum óvirkað ella kanska fer
heilfryst til aðrar at meirvirka og tjenar pengar upp á