Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 36 - 22. februar 2010 Fultteknað hjá Vinnuhúsinum Áhugin er stórur fyri heimleiðisfundinum um, hvussu vit fáa meira burtur úr útflutningsvinnuni. Fundurin verður seinnapartin í dag, og við verða formenninir í teimum fýra stóru politisku flokkunum. Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal fara at siga sína hugsan um fylgjandi fýra spurningarnar. 1: Hvussu røkja og stimbra vit verandi útflutningsvinnur, so tær ikki far fyri bakka, áðrenn vit hava fingið alternativar vinnur? Kann man yvirhøvur fáa meira burtur úr verandi útflutningsvinnum? 2: Hvussu sær samansetingin av samlaða føroyska útflutninginum út um 10 ár, og hvussu kann henda samanseting verða nádd? 3: Hvussu kann man stimbra og menna nýggjar útflutningsvinnugreinar? Hvørjar kundu hesar møguliga verið? 4: Hvussu vilja tit tryggja, at møgulig nevnd átøk verða gjøgnumførd? Haraftrat kemur formaðurin í Búskaparráðnum, Thomas Dam, inn á hvønn týdning útflutningurin hevur fyri føroyska búskapin – eisini sæð í mun til aðrar inntøkur hjá Føroyum. í pelagisku vinnuni ikki vist, at tað tá fer at loysa seg at framleiða fóður og ala fisk. Fyrrverandi skiparin legg­ ur tó aftrat, at føroyingar burdu átt hesa rávøru í tí til­ feingi, sum tilkemur okkum. Eyðfinnur Jacobsen er sannførdur um, at Føroyar sum tjóð eiga at ansa betri eftir, hvar tilfeingið, sum svimur í havinum, endar – og at hetta ikki bara fer av landinum óvirkað ella kanska heilfryst til aðrar at meirvirka og tjenar pengar upp á. Hann sigur, at longu tá hann í sínari sigldi við kraft­ blokkaskipum, var vanligt, at makrelur varð frystur og goymdur til skeringar. Hetta var serliga, tá nógvur makr­ elur kom upp á land í senn, og virkini ikki megnaðu at arbeiða undan. ­ Eg ivist onga løtu í, at eitt av endamálunum hjá hálendingum við Faroe Pela­ gic í Kollafirði, nú eingin fiskur verður skorin har, er, at hesin fiskur í staðin verð­ ur skorin aðrastaðni enn í Føroyum. Hann heldur, at føroyingar eiga at vera á varðhaldi, so ikki ov nógv av okkara til­ feingi, sum vit hava so harð­ liga brúk fyri sjálvi, endar sum framleiðsla og dýrar søluvørur í øðrum londum. Krøv um landing Herfyri var eisini nógv frammi um møguleikan hjá politisku myndugleikunum í Føroya at áleggja landing­ arskyldu til ein ávísan part pelagiska tilfeinginum, sum Føroyar eiga. ­ Eg haldi, at myndugleik­ arnir kundu byrjað í stigum við at sett landingarskyldu á hjá pelagiska flotanum. Neyðugt er ikki at byrja so ógvusliga. Tað er sjálvandi keðiligt fyri tey skip og tey feløg, sum kanska í fyrstu syfti missa eitt sindur við hesum, men upp á longri sikt trúgvi eg, at grundarlag kundi verið skapt fyri, at nógv størri nøgdir av pelag­ iska tilfeinginum av sær sjálvum endaðu uppi á landi í Føroyum. Fyrrverandi skiparin er soleiðis sannførdur um, at einasta, sum er til ráða at taka hjá føroyingum, um vit ikki púrasta skulu avskera okkum frá hesum tilfeingi, sum eisini er grundalagið undir okkara alivinnu, eru ásetingar um landingar­ skyldu. ­ Tað er greitt, at útlend­ ingar liggja úti eftir okkara tilfeingi, men vit eiga at duga betri sjálvi. Eg kundi hugsað mær ein leist, sum segði, at landingarskyldan í byrjanini verður 20%, og síð­ an kundi hesin prosentpart­ ur verið øktur við 10% um árið, til hann at enda er kom­ in upp á 70%, sigur hann. Spakuliga útaftur Eyðfinnur ivast onga løtu í, hvør positiva avleiðingin av hesum hevði verið. ­ Vit høvdu fingið eina nútímans verksmiðju, sum helst hevði komið at ligið uppat ídnaðarvirkinum Havs­ brún í Fuglafirði við teim­ um fyrimunum, sum hetta hevði givið – eisini til teir, sum fiska hesi fiskasløg. Soleiðis, sum gongdin hevur víst seg at verið seinnu árini, stúrir fyrrver­ andi skiparin fyri, at ikki ein stertur av pelagiska til­ feinginum fer at liggja eftir í Føroyum, um eingi stig verða tikin beinanvegin. ­ Eg haldi ikki, at útlendsku íløgurnar í Før­ oyum, tá ræður um pelag­ isku vinnuna, hava víst seg at vera serliga gevandi fyri okkara samfelag. Her hugsi eg tó ikki um tíðina við Nærabergi og seinni við Atlantic Navigator, men meiri um tær íløgur, sum vit síggja í løtuni, har lítið verður skapt til føroyskar hendur og til tað virksemi, sum er grundarlagið undir okkara fóðurframleiðslu. Eyðfinnur Jacobsen held­ ur, at føroyingar eiga at fáa útlendsku áhugamálini í okkara pelagiska tilfeingi spakuliga úr aftur Føroyum, soleiðis at vit sum samfelag kunnu skapa karmar fyri, at ein nógv størri partur liggur eftir hjá okkum sjálvum. ­ Eg haldi, vit eiga at duga at síggja, at útlendsku áhugamálini í Føroyum hava til endamáls at slúsa mest møguligt til sín sjálvs. Vit hava lyndi til at leggja okkum opnar fyri øðrum, samstundis sum vit vita, at aðrir leggja forðingar fyri, at teirra skip kunnu leggja sína rávøru upp í Føroyum. Nútímans verksmiðja Eyðfinnur Jacobsen heldur, at Føroyar virkuliga eru aft­ urútsigldar á pelagiska økin­ um í mun til londini uttan um okkum, og hann heldur, at tað er hetta, vit síggjast úrslitið av í dag. ­ Vit hava eitt framkomið ídnaðarvirkið, sum er kent um okkara leiðir, men vit hava onga veruliga fram­ leiðslu av hesum fiskasløg­ um, ið eru ein so stórur part­ ur av okkara tilfeingi. Aðrir, sum liggja uppat okkum og eru við í hesi vinnu, eru vorðnir langt frammanfyri okkum. Tí haldi eg, at vit eiga at taka fyrsta stigið nú og leggja eina avmarkaða landingarskyldu á okkara pelagiska flota. Málið eigur at verða at skapa grundarlag fyri einum framkomnum virki, sum flest møguligir partar í vinnuni kunnu standa saman um. Sum tíðin gongur, kunnu vit tað sama sláa okkum til tols við, at tað verður bara slógv­ ið, sum kemur at liggja eftir sum partur av rávøru­ grundarlagnum undir fóður­ framleiðsluni hjá Havsbrún, sigur fyrrverandi skiparin, Eyðfinnur Jacobsen, sum soleiðis er komin við sínum íkasti til kjakið um pelag­ iska tilfeingið. Fóðurið hjá Havsbrún er víðakent fyri sínar dygdir, har nógv tann størsti úrdrátturin er fiskur, samstundis sum aðrir framleiðarar eitt nú brúka ymiska grøði sum uppíblanding. Hvaðani okkara alivinna skal fáa sítt dygdargóða fóður, tá eingin pelagiskur fiskur verður landaður til ídnað meiri, er ein spurningur, sum fólk seta sær ” ”... eg haldi, at myndugleikarnir kundu byrjað í stigum við at sett landingarskyldu á hjá pelagiska flotanum. Neyðugt er ikki at byrja so ógvusliga. Upp á longri sikt hevði grundarlag verið skapt fyri, at nógv størri nøgdir av pelagiska tilfeinginum av sær sjálvum endaðu uppi á landi í Føroyum...” (Eyðfinnur Jacobsen) ” ”... vit hava eitt framkomið ídnaðarvirkið, sum er kent um okkara leiðir, men vit hava onga veruliga framleiðslu av pelagisku fiskasløgunum, ið eru ein so stórur partur av okkara tilfeingi. Aðrir, sum liggja uppat okkum og eru við í hesi vinnu, eru vorðnir langt frammanfyri okkum...” (Eyðfinnur Jacobsen)