mánadagur 22. februar 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 36 - 22. februar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
”Tú trýstir bara á búkin, so hava okur
ein tátt aftrat, og so er skráin fullfíggj
að!!” Hvussu ofta søgdu antin eg ella
GoyaPetur hesi orðini, tá ið vit skiltust
seinnapartin nýttársaftan eftir at hava
sitið og fyrireikað okkum til nýttárs
veitsluna um kvøldið?? Jú, í eini 30 ár
á rað arbeiddu vit saman um at gera
undirhald til fyrst og fremst nýttárs
veitslurnar, men seinni komu so klubba
veitslurnar, ikki minst veðragildini, og
so eisini eina rúgvu av tiltøkum til
frama fyri Vágs bóltfelag. Har er vert
at nevna tað tiltikna VB4, har vit vóru
við til at savna nógvan pening inn til
frama fyri VBhúsið. Tey seinnu árini
hevur Arnfinn Thomasen eisini verið
við okkum.
Tá ið V4 hjá útvarpinum fyrstu ferð
fór út um Havnina, komu teir suður til
Vágs. Hetta var í 72. Niels Petur var
sjálvandi klárur við einum tátti:
“Okur eiga nú V4
Okur hava onga neyð
Og um onnur oss forstýra
So skal Hermann teppa tey!”
Hermann var sjálvandi Hermann Jac
obsen sáli, sum jú var primus motor tá
við V4 sendingunum. Hetta var byrj
anin til, at Niels Petur fór at yrkja til
hesar sendingar. Nógvir av tættum
hansara vóru reinar perlur. T.d. “Prin
sessan á Skarvatanga!” um bretska
trolaran “Scottish Princess” ið fór á
land á Skarvatanga í februar 1977 og
gjørdist vrak. Og so ikki minst tátturin
um “Cockrow” risaskipið ið fór á
land á Tvørafirði í januar 1984.
Í yrkingarsavninum “Smátúgvur!”
eru einir 90 tættir og sangir. Hetta er
sjálvandi bert ein partur av øllum Niels
P. hevur yrkt, men hetta vísir tó hvussu
fjølbroyttur hann er. Her eru skemtiligar
yrkingar, sálmatýðingar, ítróttarkvøður,
bygdasangir og mergjaðar fosturlands
yrkingar sum t.d. hetta ørindi úr yrking
ini um Vágseiðið:
“Grovligt skorið út úr landi
Vakurt vorðið ,sum av gandi
Stendur stint, tá brimið brýtur
Sum ein skansi fyri Vág,
móti østa havi lítur
Vágseið - føgur sjón at sjá.”
Hatta var so bert fyrsta ørindi, men tú
kanst lesa restina Í yrkingarsavninum
“Smátúgvur!”
Tá ið eg kom at arbeiða í Útvarpi
Føroya burturav í tvey ár, var eg fyrst
og fremst í Barnaútvarpinum. Eg varð
tó eisini settur at gera ymiskar undir
haldssendingar leygarkvøld. Nógvar
av hesum sendingum vóru beinleiðis
sendingar úr útvarpshøllini t.d. tá ið
útvarpið ella V4 høvdu rundan føð
ingardag, føstulávint o. s.fr. Sending
arnar vóru oftast settar saman av smá
um leikum, tónleiki og so ikki minst
aktuellum tættum. Og har hevði eg
hvørja einastu ferð eitt gott og trygt
mið. Tað var at ringja suður til Vágs
til mín góða vin NePtuN. Og tað svit
aðist ikki. Beint áðrenn deadline
lógu oftani tveir spildurnýggir tættir
í faxbakkanum.
Góði Niels Petur, hjartaliga vælkom
in millum okkum yvir 65. Tillukku við
degnum og takk fyri so ótrúliga mangar
og góðar løtur saman øll hesi árini og
ikki minst eina vón um nógvar ríkar
løtur framyvir. “Enn rillar hellan á
Gaddi!!” er gamalt orðafelli í Vági.
Enn trýstir tú á búkin, og enn klári eg at
trýsta okkurt burtur úr guitarinum.
Vit øll her norðuri ynskja tær og
tínum ein góðan dag!
Lat meg enda við einum ørindi úr
frálíku yrking tíni “Heimbygdin”,
sum sigur so nógv:
Dýrdarløtur á hásummardegi
Fast í sál mína hava seg rist,
Sólin veitti tær fløva og megi
Fjøll og líðir ein perla av list.
Fuglur sang í lofti kátur,
Merkt av lívsmóti kendist hansar´ flog,
Og av ungfólki smittandi látur,
Sum av gleði og trivnaði bar boð.
RoMBi
NePtuN 65 ár!
Hóskvøldið 25. februar kl.
20.00
skipar
Heimafor
bundið og Frelsunarherurin
fyri einum sangkvøldi sam
an við brøðrunum Árna og
Marnar Andreasen í Frels
unarherinum í Havn.
Innsavnan
verður
til
missiónsarbeiðið hjá Heima
forbundinum.
Peningurin
fer óskerdur til at hjálpa
kvinnum í Bangladesh til at
læra at lesa og skriva. Eisini
verða tær lærdar at ansa sær
viðvíkjandi HIV, AIDS og
øðrum sjúkum, eins og at
hjálpa teimum at fáa arbeiði
so tær kunnu forsyrgja sær
og sínum.
Vitjan verður eisini úr
Noreg hetta kvøldið. Tað er
Brit Knedal oberstlotnantur,
leiðari fyri Heimaforbundið
í Noreg, Íslandi og Føroy
um, sum kemur at siga frá
um missiónsarbeiði í Bang
ladesh og at hava andakt.
Fyrireikararnir siga, at øll
eru vælkomin til tiltakið og
til ein drekkanunn.
Syngið við kvøld
Marnar og Árni Andreasen
Jógvan Fríðrik Kjølbro, ættaður úr Klaksvík,
búsitandi í Kanada, andaðist hóskvøldið, 69 ára
gamal. Tey, ið vilja minnast Jógvan, kunnu lata Zar
epta eina penningagávu, konto í penningastovninum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
22. februar. Pætursmessa.
So mætur maður sum
Pætur hevur tveir minn
ingardagar í álmanakkan
um, annar er pætursmessa
22. februar og hin er
pætursøka tann 29. juni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta
útgáva 2008)
Prógv
4. februar 2010 hevur
Erla Petersen,
Fuglafjørður, lokið
Bachelor prógv í
stjórnmálafrøði (bach.
scient.pol) við Aarhus
Universitet.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara
kæri pápi, abbi, langabbi og oldurabbi
Hans Jacob Johannesen
av Sandi
búsitandi í Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum av
Lágargarði og úr Frelsunarherinum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Takk til tykkum øll í Frelsunarherinum, sum
stílaðu fyri við ervinum.
Takk til Berg og Njál fyri troystarrík orð,
horntónleikin, vakran trio sang og duett.
Ein serlig tøkk til Lágargarð og Miðstovuna fyri
tykkara kærleika og umsorgan.
Fyri tey avvarðandi
Vilhelm, Karin og Mads Karlo
Merkisdagar
30 ára føðingardagur
27. mars fyllir Ruborg Haraldsen,
Saltangará, 30 ár. Føðingardagurin verður
hildin á Sjókafeini kl. 19. Tey, ið ynskja
at heilsa uppá Ruborg, kunnu tekna seg á
tlf. 310826 ella 256345 áðrenn 23. mars.
80 ára føðingardagur
25. feb. verður Selma Heinesen, Klaksvík, 80 ár. Dagurin
verður hildin á Brekku 16. Frá kl. 18.
Brúdleyp
Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke, Súsanna Joensen
frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum
við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045
26535429 áðrenn manadagin 15. mars.
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og
Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju
kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey,
ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga
biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051
(Joan) ella 256043, 441603 (Rúni).