Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 tíðindi Nr. 36 - 22. februar 2010 Kvinnutreff í Badmintonhøllini Klaksvík: Aftur í ár skipa kvinnur í Betesda fyri stórum kvinnumøti í Badmintonhøllini. Hetta verður leygarkvøldið 6. mars kl. 20. Í fjør eydnaðist hetta tiltakið sera gott, tí íalt møttu 500 kvinnur, bæði úr bygd og bý, og úr øllum samkomum. Kvinnur fara at lutaka við sangi og talu, eisini verður góður felagssangur. Í steðginum verður hugnalig samvera við kaffi og onkrum góðum afturvið. Grønlendska Grønlendska trivnaðarnevndin kemur til Føroyar, fyri at kunna seg um føroysk viðurskiftið á heilsu- og almanna- økinum. Føroysk og grønlendsk viðurskiftið kunnu samanlíknast á fleiri økjum, t.d. við smáu bygdunum og sambandinum við smáplássini, eisini við at senda sjúklingar til Danmarkar, fyri at fáa viðgerð, skrivar heimasíðani hjá Jóanes Nielsen. Ætlanin er, at í heyst skulu umfatandi broytingar gerast á heilsu- og almanna- økinum í Grønlandi. Tí er vitjanin fingin í lag, fyri at síggja hvussu hesi økir virka í Føroyum. Súni Christiansen, sum saman við familjuni sunnudagin var úti í kavanum við familjuni, er fremvegis skelkaður eftir óhappið, tey vóru fyri á Húsareyni. Fólk mugu ansa eftir skalvum, sigur hann Óhapp Randi Jacobsen randi@sosialinum Tað var sera gott veður sunnudagin, og fleiri familljur fóru út í kavan at spæla. Tað gjørdi Súni Christi- ansen og Dorthe Pedersen eisini, og við sær høvdu tey døturnar Jóhonnu og Sofíu og vinkonu Sofíu Erlu. - Tað var nakað av jarðroki, men vit hildu tað vera vandaleyst og fóru seinnapartin niðan á Húsareyn, sigur familjan. Tað skuldi vera ein hugnaligur dagur, tey høvdu spakar við og gróvu ein holu. Tey høvdu kakao og vaflur við og hugnaðu sær við hesum í holuni. Tey gingu eitt sindur víðari og spældu í kavanum. Gentan hvarv - Knappliga hoyrdu eg bara eitt puff, og Jóhanna var burtur. Eg fyri yvir har, eg sá hana síðst, men eg fann hana ikki, sigur pápin Súni Christiansen. Hann rann yvir eftir ein- um spaka, men visti ikki, hvar hann skuldi grava, tí hann vildi ikki skaða gentuna við spakanum. So byrjaði hann at grava, har hann metti, at beinini vóru, og eina løtu seinni hevði hann grivið beinini frí. - Eg tók í beinini og skrykti hana leysa, sigur Súni Christiansen. Jóhanna græt illa. Meðan pápin fekst við at fáa dóttrina leysa, tók mamman sær av hinari dóttrini og vinknu hennara. Hoyrdu einki Tað er ilt at meta um tíð í slíkari støðu, men foreldrini halda, at tað gingu 3-5 minuttir, frá tí at skalvurin leyp, til gentan var leys aftur. Meðan Jóhanna var fjald undir skalvinum, royndu tey at rópa á hana, og gentan undir skalvanum hevði eisini rópt og grátið, men tey hoyrdu hana ikki. Kavi isolerar betur enn so. Jóhanna hevur fingið andað undir kavanum, tí hon hevði natúrligan lit, tá ið hon kom undan. Nógvir tankar fóru gjøgnum høvdini á for- eldrunum ta løtuna. Dorthe hefti seg við, at beinini á gentuni lógu still, og hann hugsaði um, hvussu hann skuldi bera seg at við at geva fyrstu hjálp, um tørvur var á tí. - Hinar báðar genturnar vóru fullkomiliga skelkaðar, skrálaðu og róptu, siga tey. Dorthe og Súni fóru við teimum trimum gentunum oman til bilin, og har sótu tey eina løtu still, áðrenn tey fóru oman aftur til Havnar. - Eg skalv so á hondunum, tá ið eg skuldi set bilin í gongd. Fingu góða hjálp Tey koyrdu fyrst ta grátandi Erlu heim, og so ringdi Súni til Alarmsentralinum. - Eg segði frá óhappinum, og at vit øll vóru komin væl frá tí, men eg vildi hava politiið at senda út eina ávaring, sum eisini kom út beinanvegin. Súni helt við politistin, at grenturnar høvdu brúk fyri onkran at tosa við, og tað gekk bara ein løta, til Jógvan jensen frá Tilbúgv- ingarstovnuni ringdi aftur. - Hann fann eini høli í Norðurlandahúsinum, har vit kundu práta, og tað gjørdi veruliga væl. Mamma Erlu hevði sjálv funnið uppá at fáa genturnar tekna súínar kenslur, og hetta helt Jógvan Jensen vera væl funnið uppá. Tá ið sunnukvøldið kom, fóru tey øll fýra í dupult- seingina at sova, og gent- urnar svóru væl alla náttina, siga foreldrini. Summa seg Í dag hava tey øll valt at vera heima og koma fyri seg aftur, og Erla var eisini og vitjaði. Genturnar tóktust vera væl fyri, og Jóhanna sat uppslúkt og hugdi at Tornurósu í sjónvarpinum. Hóast genturnar tykjast vera væl fyri, ivast foreldrini ikki í, at tær hava hugsað sítt. Tá ið Súni fekk Jóhonnu leysa, var hennara fyrsti spurningur. - Hvi tókst tú meg ikki beinanveg? Fleiri aðrar familjur vóru á Lambafelli henda dagin og skreiddu. Eingin annar var har, sum henda familjan var. Eftir ráðum frá Jógvani Jensen fór familjan niðan á staðið aftur, har óhappið hendi. Tað hjálpir teimum, so tær ikki hava trega av hendingini. Súni Christiansen sigur, at tað kom ikki honum til hugs, at ein skalvur kundu leypa, har tey vóru. Hann heitir inniliga á fólk um at ansa væl eftir. Tað er stuttligt at spæla í kavanum, men um illa vil til, endar spælið ikki so væl. Gentan lá undir skalvinum Tey fimm, Súni, Dorthe, Erla, Jóhanna og Sofía hava brúkt dagin til at koma fyri seg aftur Mynd: Jens Kristian Vang