mánadagur 22. februar 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
tíðindi
Nr. 36 - 22. februar 2010
Teir amerikonsku
trúboðararnir
søgdu, at børnini,
sum teir ætlaðu at
flyta úr Haiti, høvdu
mist foreldrini,
men sambært
amerikonsku
tíðindastovuni
Associated Press áttu
øll børnini foreldur
Haiti
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Fólk í fátækrabýlinginum
Callabas beint uttan fyri
høvuðsstaðin
Port-au-
Prince siga fyri AP, at einki
av teimum 33 børnunum
hevur mist foreldrini, men
at foreldrini ella næstringar
góvu teimum amerikonsku
trúboðarunum børnini.
Tá amerikanararnir vórðu
tiknir á markinum millum
Haiti
og
Dominikanska
Lýðveldið við teimum 33
børnunum,
greiddu
teir
myndugleikunum frá, at
teir høvdu gjørt eina avtalu
við
teir
dominikonsku
myndugleikarnar
um
at
flyta børnini á eitt barna-
heim har.
Men ta frágreiðingina
vildu myndugleikarnir í
Haiti ikki góðtaka, og hon
gav heldur ikki trúboðar-
unum loyvi til at flyta børn-
ini av landinum. Tí vórðu
amerikanararnir tiknir og
børnini tikin frá teimum.
AP skrivar, at foreldur í
Callabas hava greitt frá, at
tey vistu ikki síni livandi
ráð aftan á jarðskjálvtan,
og at tey tí lótu trúboðararnar
fáa børnini, tí teir lovaðu at
geva børnunum eitt betri
lív.
Átta av teimum tíggju
amerikanarunum
vórðu
latnir leysir í síðstu viku, og
teir eru nú aftur í USA.
Leiðarin hjá trúboðarunum,
Laura Silsby, er framvegis í
varðhaldi í Haiti saman við
einum starvsfelaga. Ákæru-
valdið í Haiti hevur skuld-
sett tey fyri at hava roynt at
smugla tey 33 børnini av
landinum.
Tað
avsanna
trúboðararnir. Teir halda
fast um, at teir høvdu ikki
onnur ørindi í Haiti enn at
hjálpa foreldraleysum børn-
um aftan á jarðskjálvtan.
Oljan og gassið í tí
danska partinum av
Norðsjónum fara at
ganga undan. Tað
fer at gera holið í
ríkiskassanum enn
størri, enn tað er,
samstundis sum
Danmark verður
meiri heft at orku úr
útlondum
Olja Og búskapur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Longu um tvey ár noyðast
danir at keypa meiri kol,
olju, gass og grøna orku úr
útlondum, ella teir sjálvir
selja av landinum. Tað
stendur at lesa í einari nýggj-
ari meting, sum Orkustýrið
hevur gjørt. Úrslitið kemur
óvart á danir, tí eftir teirri
gomlu
metingini
fór
Danmark at hava avlop í
orkusamhandlinum líka til
2015. Men nú kemur vendin
longu í 2012.
– Tað er sera ørkymlandi,
og hetta merkir samstundis,
at vit mugu taka okkum um
reiggj og bera skjótt at, um
vit ikki skulu koma í eina
støðu sum hana í sjeyti-
árunum, sigur Lykke Friis,
veðurlags- og orkumála-
ráðharri, við Politiken.
Tómt um 9 ár
Eftir metingini hjá Orku-
stýrinum fer danska olju-
framleiðslan í Norðsjónum
at minka so nógv tey næstu
árini, at í 2013 verður hon á
leið 40 prosent minni, enn
hon var í 2008. Harafturat
minkar
gassframleiðslan.
Metingin hjá Orkustýrinum
er, at í 2013 fær ríkiskassin
millum 10 og 15 milliardir
krónur minni burtur úr oljuni
og gassinum í Norðsjónum,
enn hann fekk í 2009.
Uppaftur verri verður tað
eini fimm ár seinni, tí
sambært
metingini
hjá
Orkustýrinum verður eingin
olja og einki gass eftir í
teimum donsku keldunum í
Norðsjónum í 2018 ella í
2019.
Russland ræðir
Danska stjórnin hevur fleiri
ferðir sag tað vera umráð-
andi, at landið ikki verður
ov heft av gassi úr Russ-
landi. Tað hevur sína orsøk,
tí Russland hevur meiri enn
eina ferð skakað ES við at
steðga gassveitingini til
Ukraina og harvið eisini
Vesturevropa, sum fær gass
ígjøgnum somu leiðingar.
Politiken vísir á, at tey bæði
seinastu árini er hetta hent
tvær ferðir.
Orkuveiting hevur stóran
trygdarpolitiskan týdning,
og sum serkøn á júst tí
trygdarpolitiska
økinum
veit danski veðurlags- og
orkumálaráðharrin, hvussu
týdningarmikið evnið er.
– Tað er greitt, at nøkur
av teimum londum, sum vit
skulu keypa dýra orku frá,
hava
ikki
júst
somu
hugsjónir og virði sum vit,
sigur
Lykke
Friis
við
Politiken.
Búskaparlig
avbjóðing
Søren Gath Hansen, sum er
aðalstjóri í teirri almennu
orkufyritøkuni
Dong
Energy, heldur, at tað verða
avleiðingarnar fyri sam-
felagsbúskapin, sum verða
tann størsta avbjóðingin.
Hann sigur, at tað verður
eingin trupulleiki at útvega
dønum nóg mikið av olju
og gasi ístaðin fyri tað, sum
teir higartil hava fingið úr
Norðsjónum.
– Oljan og gassið hava
verið eitt munagott ískoyti
til gjaldsjavnan í mong ár,
og sum samfelagsborgari
eri eg eitt sindur ørkymlaður
av, at tað ískoytið nú fer at
minka, sigur Dong-stjórin
við Politiken.
Donsku oljukeldurnar
tómar um fá ár
Børnini vóru ikki foreldraleys
Átta av teimum tíggju amerikanarunum eru slopnir aftur til
USA, men leiðari teirra er framvegis í haitiskum varðhaldi
Mynd: AP
Danski ríkiskassin missir nógvar milliardir
krónur um árið, tá oljukeldurnar í
Norðsjónum torna upp
Mynd: DR
Aliráðstevnan 2010
Aliráðstevnan 2010 verður fríggjadagin 26. februar.
Seinasta freist at melda seg til aliráðstevnuna 2010,
sum verður fríggjadagin, er í morgin 23. februar.
Árliga aliráðstevnan verður fríggjadagin. Higartil
eru 194 fólk tilmeldað ráðstevnuna og er hetta
nakað væl meira enn seinasta ár.Tilmelding til
aliráðstevnuna kann gerast umvegis heimasíðuna
hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo har eisini nærri
upplýsingar eru um skrá o.a.
Tak-kollaps kannast
Ógvusligi kavin í Danmark seinastu tíðina hevur ført til, at
fleiri tøk á fjósum og landbrúksbygningum eru rapað saman.
Í Norðurjútlandi, sum er harðast rakt, eru upp móti 100
tøkum rapað saman seinastu vikuna. Í landbrúksfelagnum í
Norðurjútlandi, Landbonord, undrast tey um, at teir fleiri
túsund fermetrarnir av taki ikki megna at halda ímóti
trýstinum. Formaðurin í høvuðsnevndini, Niels Vestergaard
Stalling, metir málið ógvuliga álvarsamt. Tí hevur nevndin
eisini sett ein bólk við fimm serfrøðíngum, sum skulu kanna
og loysa loyndarmálið um niðurdotnu tøkini.