Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2010 Hagtøl vísa nú tað, sum flestu høvdu væntað. Meiri av toski er komið upp á land í ár enn í fjør, og sama er galdandi fyri hýsu. Haraftrat er avreiðingarvirðið munandi betri í ár enn í fjør Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrstu hagtølini yvir før­ oysku ísfiskaveiðina higar­ til í ár vísa, at nakað meiri av toski er komið upp á land í ár enn somu tíð í fjør. Sama er við hýsu, sum eis­ ini er vaksin nakað í nøgd. Hagstova Føroya veit í morgun at siga, at 1.262 tons av toski eru landað um avreiðingarskipanina í januar í ár móti 1.099 tons­ um í januar í fjør. Hetta er ein munur upp á 163 tons. Men tað er ikki bara í januar í ár, at nøgdin av toski, sum verður veidd undir Føroyum og landað um avreiðingarskipanina, hevur verið veksandi. Eisini teir seinastu mánað­ irnar av farna ári, var nøgd­ in av toski veksandi í mun til árið fyri. Meiri hýsa Hagstova Føroya sigur, at avreidda nøgdin av hýsu eisini er vaksin nakað í ár í mun til somu tíð í fjør. Í januar í fjør vórðu til­ samans 509 tons av hýsu landað um avreiðingarskip­ anina í mun til 567 tons í ár. Hetta er ein munur upp á 58 tons. Hagstova Føroya hevur talt saman nøgdina av botn­ fiski í januar í ár í mun til í januar í fjør. Samanlagt er talan um eina minking í nøgd upp á 6%, men samstundis er avreið­ ingarvirðið í januar í ár vaks­ ið við 14 prosentum í mun til sama mánaða árið fyri. Tað merkir, at fiskaprísir­ nir hava verið betri higartil í ár enn um somu tíð í fjør. Tá snellubátarnir byrjaðu várróðurin á Norðhavinum í næst síðstu viku, bóru teir beinanvegin við fisk, men síðan hevur ikki vignast hjá bátunum norðanfyri Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í seinastu viku fekst lítið burtur úr hjá bátunum, sum liggja klárir til snelluútróður á Norðhavinum. Høgættin roynist illa norðanfyri, og tí var at kalla eingin snelluútróður alla síðstu viku. Tað byrjaði annars væl hjá bátunum, sum ætlaðu sær at fáa nakað burtur úr snellufiskiskapinum á Norðhavinum í ár. Í næst síðstu viku vóru fleiri bátar, sum rógva út av Eiði, á snelluveiði norðanfyri, og hjá summum eydnaðist onkur dagur heilt væl. Á Bátafiski á Eiði siga tey, at báturin, sum gjørdi besta útróðrardagin, fekk eini 2400 pund, meðan aðrir høvdu 2.000 pund, og onkur hevði eisini eini 1700 pund. ­ Fleiri bátar liggja klárir til snelluútróður á Eiði, og nú vóna menn, at veðrið fer at halda sær, so teir sleppa útaftur. Bátar eru komnir heilt úr Suðuroy norður til Eiðis at liggja klárir til várróður. Á Eiði halda tey,, at góði fiskiskapurin, sum tók seg upp beinanvegin, minkaði aftur. Tað var ikki bara veðrið, sum tarnaði bátunum. ­ Talið av snellubátum, sum stevndu út á Norðhavið í næst síðstu viku, var stórt, og kanska var hetta ein orsøk til, at fiskurin spjaddi seg og var verri at fáast við. Á Eiði vita tey annars at siga, at tveir útróðrarbátar, sum royna við línu, eru farnir til útróðrar í morgun. ­ Í næst síðstu viku vóru menn vestanfyri við línu, og tá fekk onkur bátur upp í eini 10.000 pund á setuna, siga tey á Bátafiski á Eiði. Hendan vikan fer neyvan at roynast nakað serligt hjá landarunum á Toft­ um. Væntandi er ikki, at nøkur landing verður aftur fyrr enn hósdagin ella fríggja­ dagin í hesi vikuni Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hetta verður eftir øllum at døma ein heldur sløk vika hjá landarunum á Toftum. Niclas Davidsen, land­ ingarformaður, sigur seg ikki vænta nakran bát aft­ ur fyrr enn hósdagin ella fríggjadagin. Hann sigur, at fleiri skip vóru inni í síðstu viku, og tey eru framvegis til fiski­ skap. Niclas Davidsen væntar, at trolbátarnir Hansa Maria og Búgvin koma inn at landa hósdagin ella fríggjadagin ­ og fríggja­ dagin hava eisini línuskip­ ini Kambur og Eystnes, sum báðir royna undir Før­ oyum, biðið um landing. Bæði línuskip og trolbát­ ar, sum royna á landleiðini, hava gjørt hampiliga góðar túrar í seinastuni. Eingin snelluveiða á Norðhavinum Meiri av toski og hýsu í ár Hóast meiri er landað av toski og hýsu higartil í ár, eru samlaðu nøgdirnar av botnfiski minkaðar. Kortini er avreiðingarvirðið vaksið við 14% Mynd: Vilmund Jacobsen Sløk vika á Toftum Menn hjá landingarmiðstøðini landa skip Mynd: Vilmund Jacobsen ES hartar Ísrael Evropasamveldið fordømir framferðina hjá ísraelsku fregnartænastuni Mossad, sum brúkti følsk evropeisk pass, tá ísraelskir agentar myrdu ein Hamas­leiðara á einum hotelli í Dubai í síðsta mánaði. Menninir, sum framdu morðið, høvdu følsk pass úr Bretlandi, Írlandi, Fraklandi og Týsklandi, og tað hevur elvt til vreiði og misnøgd í teimum fýra londunum. Ísraelsku myndugleikarnir gera vanliga ikki nakrar viðmerkingar til tíðindi um fregnartænastuna Mossad, og tað hava teir heldur ikki gjørt hesdaferð. Styðja argentinar Ríkis­ og stjórnarleiðararnir í londunum í Suðurameriku og í Karibiska Havinum siga í einari felags fráboðan, at teir taka av fullum huga undir við Argentina og tess stríði við Bretland um rættindini til Falklandsoyggjarnar. Í 1982 var kríggj millum tey bæði londini, eftir at argentinski herurin hevði hersett tær. Nú hava bretsku myndugleikarnir loyvt einum bretskum oljufelagi at leita eftir olju nærhendis oyggjunum, og tað hevur fingið øði í argentinar. Teir hava ongantíð slept kravinum um ognarrættin til Falklandsoyggjarnar ella Malvinurnar, sum argentinar rópa oyggjarnar.