týsdagur 23. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 37 - 23. februar 2010
Hon er 24 ára gomul,
og er dóttir ein
reiðara. Hon hevur
longu verið dekkari
umborð á fleiri
føroyskum trolarum.
Hon er eisini
hondbóltsleikari
hjá Stjørnuni og á
landsliðnum. Og nú
stendur hon á brúnni
sum stýrimaður
umborð á trolaranum
Fram. - Hetta er
gott lív, sigur Durita
Christophersen úr
Vestmanna
Sjógarpur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vestmanna: - Ja, eg fekk
tjansin at sleppa við. Og
honum tók eg sjálvandi av!,
sigur 24 ára gamla kvinnan
úr Vestmanna.
Hesin tjansurin kom, tá
Fram og Vestmenningur
fóru nýggjan túr undir
Føroyum í gjárkvøldið. Tað
sjáldsama við hesum túrin-
um er, at hetta samstundis
er fyrstu ferð at Durita er
stýrimaður umborð.
Í
hesum
umfarinum
verður bert talan um ein
einstakan túr hjá henni.
Hon ætlar sær nevniliga í
land aftur, tá hesin túrurin
er liðugur - vónandi um
nakrar fáar dagar.
Og Durita veit eisini, hvat
liggur næst á skránni hjá
henni. Tað er tað í øllum
førum eingin ivi um:
- Tá er tummilin vónandi
í lagi, og so skal eg fáa tað
seinasta við í hondbóltinum:
Fyrst at vinna FM-heitið
saman við hinum í Stjørn-
uni. Og síðani at fara við
lansliðnum til Estlands at
luttaka í Women’s Challenge
Trophy í apríl mánaði!
Eingin ivi man vera um,
at
á
hondbóltsvøllinum
liggur hennara partur ikki
eftir. Og tað ger tað neyvan
heldur á sjónum. Spurning-
urin er so, hvørjar ætlanir
hon hevur á sjónum í
framtíðini.
- Eg ætli mær so í øllum
førum at út í verðina at
sigla, slær hon fast.
Men fyrst ræður um at
fylla lastina umborð á Fram
og Vestmenningi við góðum
upsa. Kanska fingu teir -
ella rættari sagt: tey! - eitt
gott hál fyrrapartin í dag.
Lukkuligt óhapp
Durita
Christophersen
hevði uttan iva vilja verið
við á Stjørnu-liðnum sum í
annaðkvøld
skal
spæla
ímóti StÍF á Skála.
Hon hevði uttan iva eisini
viljað verið við, tá steypa-
finalan í hondbólti herfyri
varð spæld millum fyrr-
verandi liðfelagar hennara
úr Vestmanna og teir nú-
verandi úr Klaksvík.
Men tíverri fyri hana var
hon áhaldsin ein dagin
frammanundan, tá hon og
aðrar kvinnur stuttleikaðu
sær í kavanum. Úrslitið var,
at hon breyt sær tummilin.
- Ja, hetta var ikki so gott,
tí eg varð “sjúkrameldað” í
fýra vikur. Eg mátti tí sita á
beinkinum í finaluni. Tað
var ikki serliga stuttligt,
greiðir hon frá.
Í aðrar mátar var hon
kortini heppin. Teir umborð
á Fram stóðu beint nú og
manglaðu ein stýrimann.
Og við útbúgving síni sum
skipsførari, var hetta ein
møguleiki sum hon - í orð-
sins sanna týdningi - ikki
lat fara aftur við borðinum.
Tá Fram og Vestmenning-
ur loystu frá bryggju, var
hon stýrimaður og Kristen
Friis skipari umborð á
Fram.
- Eg havi jú “bara” brotið
tummilin, so eg fái saktans
trýst á allar knøttarnar á
brúnni, sigur hon brosandi.
Fiskur og kvotur
Tað er greitt, at tá ein kemur
úr einum heimi har pápin er
reiðari á fleiri skipum, so
eru orð sum fiskaprísir,
svørt ella reyð tøl á botnlinj-
uni og kvotur ofta at hoyra.
Durita hevur uttan iva
lurtað væl eftir hesum, og
er so líðandi vorðin áhugað
í føroyskari fiskivinnu, tí
longu sum heilt ung ynskti
hon at sleppa til skips á
fyrsta sinni.
Mamman
var
kortini
einki við uppá tað tá, men
eftir at Durita hevði gingið
nakrar mánaðir til student
gavst hon, og fór við
Nærabergi sum dekkari.
Aftaná hetta hevur hon
verið dekkari bæði við
Fram og Vestmenningi, sum
pápi hennara er reiðari á,
og við Grønanesi sum
somuleiðis er heimahoyr-
andi í Vestmanna.
- Eg fekk so ikki skrekk
av sjólívinum, kemur tað
brosandi frá Duritu.
Og rætt hevði hon, tí
nøkur ár seinni stóð hon
við prógvi sum skipsførari í
hondini.
Nú er hon stýrimaður
umborð á Fram, sum fór til
fiskiskap í gjárkvøldið. Og
sum altso hálaði fyrstu ferð
á hesum túrinum í morgun.
Eingin happing
Fyri Duritu er ikki tann
stóri
munurin
at
vera
kvinnuligur stýrimaður í
einum mannfólkaheimi og
við sjómanspráti.
- Nei, hetta er fínasta
slag. Eg kenni allar menn-
inar umborð, tí teir eru úr
Vestmanna. Teir siga so
einki við meg um nakað,
greiðir hon frá.
Men so leggur hon aftrat:
- Tað hevði kanska verið
øðrvísi, um eg fór umborð
á okkurt annað skip, har eg
ongan kendi!
Ætlanin var at mynstra
kl. 3 í gjár, men beint
áðrenn var ein av manning-
ini so óheppin at detta í
kavanum og bróta sær bein-
ið. Teir máttu tí ringja eftir
einum øðrum manni úr
Hvalvík.
- Vit hava havt trolið úti í
einar sjey tímar nú, og eg
vænti at vit fara at hála
hvørja løtu, sigur Durita
Christophersen.
Skipanin umborð er hon,
at tey ganga fyri sovítt ikki
í føstum vaktum. Tær eru
so, sum fiskiskapurin er. Tá
Durita er stýrimaður á
brúnni umborð á Fram, er
Jónsvein Haraldsen skipari
umborð á Vestmenningi.
Durita hevði ikki meiri
enn sagt setningin um tey
skjótt fóru at hála, tá boðini
komu um at nú skuldi hálast
fyrstu
ferð
á
hesum
túrinum.
- Tær sær út til at vera
hampiligt í posanum, leggur
hon aftrat.
Jú, tað er spennandi at
vera stýrikvinna umborð á
Fram!
– Eg ræðist ikki sjólívið
Fram og Vestmenningur partrola undir Føroyum. - Hetta
er gott lív, sigur nýggi stýrimaðurin umborð á Fram, 24 ára
gamla Durita Christophersen úr Vestmanna
Myndir: Karsten Vang/Álvur Haraldsen
”
Vit hava havt
trolið úti í einar
sjey tímar nú,
og eg vænti at
vit fara at hála
hvørja løtu
Brown skal svara
Nú er greitt, at bretski forsætisráðharrinm, Gordon Brown, skal til hoyringar hjá
teirri serligu parlamentsnevndini, sum skal skriva eina frágreiðing um bretsku
luttøkuna í krígnum í Irak. Nevndin skal avhoyra forsætisráðharran tann 5. mars.
Tað fer væntandi at taka einar fýra tímar og verður sent beinleiðis í sjónvarpinum,
sigur BBC. Bæði verandi og fyrrverandi ráðharrar hava verið tilavhoyringar, teirra
millum fyrrverandi forsætisráðharrin Tony Blair. Gordon Brown var
fíggjarmálaráðharri, tá kríggið við Irak byrjaði.