týsdagur 23. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 37 - 23. februar 2010
Seks føroyingar
vóru á Madeira, tá
náttúruvanlukkan
rakti oynna um viku
skiftið. Av teimum
42, sum higartil eru
funnin deyð, er ein
útlendingur, ein
bretsk kvinna
MADEIRA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Myndir: Magni Arge
Í gjár máttu fleiri fólk á
Madeira flyta úr heimum
síðnum, tí vandi var fyri
fleiri skriðulopum. Sam
stund is lýsti Portugal tríggj
ar dagar landasorg fyri tey
42 fólkini, sum doyðu í
náttúru vanlukkuni
um
viku skiftið.
Bjargingarfólk vænta at
finna fleiri lík í yvir floymd
um parkeringskjallarum og
húsum, sum eru undir í
móru.
Eitt
portugisiskt
krígs skip við tyrlum, heili
vági og neyðhjálp er komið
til Madeira, og fleiri bjarg
ingarfólk og neyðhjálps
arbeiðarar eru komin til
oynna.
Stórur vandi er framvegis
at vera í húsum í økjum,
sum eru rakt av skriði og
áar lopunum, og og fleiri
fólk eru evakuerað frá
heimi teirra við Ribeira
Brava, 20 kilometrar frá
Funchal.
Fólk eru eisini evakuerað
frá Ponta do Sol vestanfyri,
meðan tyrlur royna at fáa
greiðu á vanlukkuni.
Eitt føroyskt ferðalag var
á Madeira, tá náttúru van
lukkan rakti um vikuskiftið.
Ein av teimu seks í ferða
lagnum var Magni Arge,
stjóri í Atlantsflog.
Hann greiðir frá, at tað
ser liga vóru handils mið
støðir í miðbýnum í Funchal
og búsetingarnar í Nunnu
dalinum, sum myndug leik
arnir óttaðust fyri.
– Í keypsskálanum Dolce
Vita í miðbýnum eru par
keringspláss á fleiri hædd
um undir jørð. Sum skilst
fóru nógv fólk oman eftir
bilum sínum, tá tey vóru
ávarað um, at áirnar lupu,
og flóðin fór at gera um seg
í býnum. Enn veit ongin,
um nakar ella fleiri fólk
vóru í parkerings kjallar an
um á Dolce Vita og í einum
øðrum keypsskála tætt við,
greiddi Magni Arge frá
sunnudagin.
Tá var heldur ikki greitt,
hvussu vorðið var í Nunnu
dalinum. Har er ringt at
sleppa til, og eitt bjarg
ingarlið, sum kom á staðið
til
gongu
sunnudagin
greiddi frá, at í hvussu er
sjey fólk eru deyð.
Sagt varð frá fleiri ræðu
søgum.
– Ein maður greiddi frá
einum vinmanni, sum sá
grannahúsini niðan fyri seg
smokka saman og skola
oman eftir brekkuni. Hann
visti, at tey vóru fimm fólk
í húsi. Ein annar greiðir frá
einari familju, sum var rakt,
tá tey komu koyrandi eftir
vegnum, og áin leyp. Maður
og kona og barn sluppu úr
bilinum, men mistu sam
bandið við hvør annan.
Barnið er afturfunnið, men
var ikki á lívi, og konan er
horvin. Maðurin, sum for
telur søguna, hekk fastur í
einum træ og bjargaði sær
tann vegin, greiðir Magni
Arge frá.
– Í gøtunum í Funchal
verður dúgliga arbeitt við at
rudda, og í góðveðrinum í
sunnudagin sást ikki so
nógv til vanlukkuna á høv
uðsvegnum út til flogvøllin,
men sporini vóru kortini
týðulig, har sum mold,
eyrur og grót var komið út
á vegirnar og inn í tunl
arnar, greiðir hann frá.
Miðbýurin er stongdur
fyri ferðslu eins og fleiri
tunlar. Gravimaskinar og
lastbilar í hópatali rudda og
flyta tons oman á tons av
tilfari, sum ruddi oman í
býin leygardagin.
Ritzau skrivar, at nógvar
moderniseringar eru gjørdar
á Madeira seinastu 30 árini.
Vánalig
býarplanlegging
hevur ført til, at áarlop eru
vorðin ein stórur vandi og
ein hóttan móti fleiri heim
um, tá vegir og marg lætis
gistingarhús eru beygd, har
vatnið fyrr kundi leiðast
burtur av vandaleið.
Myndugleikarnir óttast,
at talið av deyðum og særd
ur fer at økjast. Í gjár var
almenna talið framvegis 42
fólk, fýra eru saknað og
120 eru særd.
Ein breti er fyrsta út
lendska ofrið við náttúru
vanlukkuni
á
Madeira.
Sam bært bretskum bløðum
er talan um ein 50 ára gamla
kvinnu, Pamela Gaines.
Vandi fyri fleiri skriðu
lopum á Madeira
Gravimaskinur og ein hópur
av lastbilum fóru sunnudagin
undir at flyta fleiri tons av tilfari,
sum var flutt oman á koyri vegin
við havnalagið. Vatnið fleyt tá
framvegis í stríðum streymin
oman gjøgnum tunnlarnar, sum
annars vóru ætlaðir at koyra í
Niðri við havnalagið í Funcshal
leygardagin um 17 tíðina
Ein matstovueigari situr upp á
takinum og kannar skaðarnar