Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2010 Eik kunnger í dag, at úrslitið fyri 2009 verður munandi verri enn roknað varð við, tá úrslitið fyri triðja ársfjórðing varð lagt fram rokniskapur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eik skrivar á heimasíðu sínari, at úrslitið fyri 2009 verður eitt hall upp á 310- 320 mió kr. Í november varð annars roknað við, at hallið skuldi verða um tær 150 mió kr. - Úrslitið er sera harmiligt og als ikki nøktandi. Av- bjóðingarnar hjá samtaki- num eru innan vinnuligar fastognir á danska markn- aðinum. Vit arbeiða aktivt og áhaldandi við at skapa loysnir fyri teimum truplu lánunum, sum taka atlit til, at bankin kan endurvinna nakað av niðurskrivingun- um sum frálíður. Bankin hevur ikki veitt lán til land- búnað ella rakstrarfígging til danskar fyritøkur, tvey øki sum hava tað trupult í løtuni. Privatkundaøkið og hini virkisøkini í Eik Bank Danmark standa seg væl, og sama kann sigast um før- oyska partin, sigur Marner Jacobsen, stjóri. Víðari verður sagt, at vánaliga úrslitið serliga stav- ar frá øktum niðurskriving- um upp á vinnuliga fastogn á danska marknaðinum. Eftir at omanfyri nevnda undirskot er tikið við, var solvensurin ultimo 2009 hjá Eik Banka-samtakinum 11,6%. Eik hevði 320 milliónir í halli í fjør Kári við Stein hevur sent okkum seinastu tíðindini úr Grønlandi T ann 26. januar mátti Akamalik sigla 170 fjórðingar fyri at hjálpa Manu, sum hevði fingið maskinbrek. Teir á Manu vóru noyddir at lata trolið við lemmum fara. Teir kláraðu ikki at fáa tað inn, og so var ljósmotorurin eisini farin, so teir høvdu bert neyðstreym umborð. Teir høvdu 156 fjórðingar til lands, og høvdu ódnarvedur av ti ringasta beint ímóti. 8. februar Í dag er – 11 stig og stilli. Lómur kom inn at landa í gjár, og Polar Natarnaq er inni í Nuuk og landar í dag. Hann skiftir eisini fólk. Henda periodan hjá teimum hevur givið knapt 1.000 tons av rækjum. 9. februar Í dag eru – 5 stig og lot av norði. Markus kom inn til Nuuk í morgun at landa vid fullari last, gott og væl 600 tons. Hann skuldu eisini skifta manning. Frætt er frá tí eina krabbabátinum, sum hoyrir heima í Sisimiut. Teir komu inn til Arsuk at taka agn. Tað er toskur teir brúka. Sagt var, at har vóru ordans kleppar ímillum. Ein toskur bleiv til nógv øgn. Teir fingu eisini toskahøvd til døgurða, eisini góður matur hjá teimun. Teir høvdu royndarfiskað á ymiskum leiðum, men har krabbin hevði bleyta skel, rýmdu teir beinavegin. Síðst teir vóru inni, løgdu teir 12 tons upp. Tað hevur viðrað heilt illa hjá teimum fyri veður. Í gjár vóru teir úti og vildi draga, men har var alt ov mikið av vindi, so har gjørdist onki hjá teimum. Teir smærru bátarnir, sum landa rækjur her, lata illa at fiskiskapinum. Vindur hevur eisinu tarnað teimun nógv. Minnir frá russaratíðini Eg síggi bátarnar her frá mínum húsum um kvøldið. Teir liggja í innara kanti av Holsteinsborgdýpinum. Onkuntíð eru nógv ljós at síggja. Tað minnir meg á, tá russararnir lógu eystanfyri Nólsoynna og umskipadu sild, ta tíð tað var. Olivur Dam, ella Livvi, sum hann bleiv kallaður, arbeiddi á Skipafelagnum. Hann var gubbi mín, og hann var tulkur hjá russarunum, tá teir komu inn til Havnar at taka vatn. Eg var ofta við honum umborð á vatnbátinum. Eg minnist serliga ein sum æt Kartali. Skiparin æt Boris. Har var eg ofta umborð saman vid gubba. Russararnir vóru altíð blíðir. Eg fekk hvørja ferð marsipankaramellir. Tað ringasta av øllum var, at eg skuldi royna at eta eina karamellu, meðan teir hugdu at. Mær hevur ongantíð dámt marsipan. Sum tað var ringt at fáa niður, men eg kláraði hvørja ferð ikki at klýggja. Uppá brúnna sluppu vit ongatíd, bara upp á kamarið hjá Boris. Annars vísti hann okkum skipið har frá og niður eftir. Mamma mín arbeiddi hjá Essaba. Hon plagdi at fortelja frá, at nú høvdu tey ikki fleiri pør av neilonsokkum, tí russarnir høvdu keypt allar nylonsokkarnar í handlinum. Tá so cow­boybuksunar komu fram var sama skilið, alt útselt. Í havnargøtum gingu teir ongatíd einsamallir, altíð tveir ella fleiri. Men teir kundu ganga sum teir vildu. Hetta kom ikki uppá tal hjá okkara sjómonnum, sum komu inn í havnir í kommunistalondum. Hetta var um ta tíðina tá Kubakreppan var í 1962, tá tað var nær við samanbresti millum USA og Sovjet. 11. februar Natarnaq kom inn í kvøld at landa. Teir eru fullir undir lúkurnar. Teir høvdu ein rimmar dag i fyrradagin. Teir fingu 84 tons niður fyri dagin, óført hjá teimum. Frætt er frá krabbabátinum Nagtoralik. Teir máttu rýma fyri aldu. Tær vóru verri enn við Flemish Cap, har aldan er tiltikin. Tað var ongin vindur, men bara alda. Teir lógu inni í Fiskanesfjørðinum og bíðaðu til betri likindir. Teir høvdu 14 tons inni av krabba. 14. februar Í dag eru – 10 stig og stilli inni á. Lómur kom inn at landa í morgun. Frætt er úr Eysturgrønlandi. Polar Amaroq er á veg inn til Hafnafjørðin at bunkra og landa. Teir hava gott og væl hálva last. Ocean Tiger er á veg higar at landa. Teir hava gjørt skjótt av henda síðsta túrin í Kanada. Polar Qassiut var inni og umvældi maskinbrek herfyri. Komnir út aftur fóru teir so inn til Ísafjørðin at bunkra. Tá teir so skuldu starta upp aftur var okkurt galið aftur. Teir hava verið óhepnir við maskinarínum. Polar Natoralik er á veg til Danmark á skipasmidu, og har er eisini Qaqqatsiaq til umvælingar. Markus er á veg til Flemish Cap at royna, og her á vestursíðuni eru Akamalik, Nataarnaq og Regina C. Afturat teimum er Steffen C. Hann kann fiska inni í kassanum saman við Lómi, Polar Nataarnaq og Polar Assik. Akamalik kemur inn í morgin at landa. Fingu 84 tons av rækjum niður ein dag Grønlandstíðindi Kári við Stein Landssjúkrahúsið fyllir 86 í dag Tann 23. februar í 1924 flutti Landssjúkrahúsið - ella Dronning Alexandrines Hospital - úr Gamla Hospi- tali í Lágabø í Havn í nýggja og stásilga bygningin úti við Sandágerð. Í sambandi við føðingardagin hevði matarhøllin á Landssjúkrahúsinum ræst kjøt og súpan at bjóða teimum, sum keypa sær døgurða har. Oman á fingu tey lagkøku. Tað var í 1829, at Gamla Hospital, sum stóð í Lágabø í Havn við Skarpholið, varð bygt tikið í nýtslu sum Føroya fyrsta sjúkrahús - Færø Amts Hospital. Tá sjúkrahúsið flutti út í nýggja bygningin - har sum Føðideildin er í dag - skifti sjúkrahúsið navn til Dronning Alexandrines Hospital - og seinni, í sekstiárunum, tá tað nýggja sjúkrahúsið stóð klárt, fekk tað navnið Landssjúkra- húsið. Í dag hátíðarhalda tey so, at tað eru 86 ár síðani at flutt varð úr Lágabø út í Alexandrines Hospital. Gamla Hospitalið í Lágabø varð fyri nøkurm árum síðani flutt av grundini, tá Skipasmiðjan bygdi út. Tað stendur nú fáa metrar omanfyri við Sigmundargøtu og verður gjørt í stand til savn. Milliónir til reklamu Tey seinastu árini eru teir donsku lærustovnarnir farnir at brúka bæði stórar og litfagrar reklamur fyri at fáa fatur á ungfólki til ávísar útbúgvingar. Men tað kostar pengar. Ein kanning hjá Gallup vísir, at í fjør brúktu teir donsku lærustovnarnir 140 milliónir krónur til at lýsa við sínum útbúgvingum. Tað er 30 prosent meiri enn í 2004, skrivar blaðið Urban. Formaðurin í danska studentafelagnum, Mikkel Zeuthen, sigur við blaðið, at eftir hansara tykki kundu lærustovnarnir brúkt pengarnar til okkurt annað betri endamál. Litfagrar reklamur eru ikki avgerandi fyri, hvørja útbúgving fólk velja, sigur hann.