týsdagur 23. februar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 37 - 23. februar 2010
Sosialurin
Lagnudagur hjá
byggivinnuni
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur
Langgaard jaspur@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Í morgin verða tilboðini uppá leingjan av
flogvøllinum í Vágum latin upp. Tá frætta
vit, hvør fær eitt tað størsta byggiarbeiðið
nakrantíð í føroyskari søgu. Flogvøllurin
skal útbyggjast fyri nærum 400 mió. kr.
Tað er greitt, at spenningurin er stórur í
byggivinnuumhvørvinum ikki minst her á
landi, nú ringu tíðirnar hava havt stórar
avleiðingar fyri virksemið hjá byggivinnuni.
Henda vinnan er helst tann, sum merkir
krepputíðinar mest, hóast fleiri almenn
byggiarbeiði eru í eygsjón.
Stóri spurningurin er, um tað verða føroysk
ella útlendsk byggifeløg, ið fáa hetta stóra
arbeiði. Stóra ræðslan fyri, at uppgávan av
royndum skal enda hjá útlendskum byggi-
feløgum er stór millum føroysku byggi-
feløgini.
Onkur vil siga, at útboð er útboð og takast
skal tí av tí bíligasta tilboðnum. Tað skal vera
líka fyri øll. Onnur vilja siga, at atlit eiga at
verða tikin í slíkum máli, soleiðis at føroyska
byggivinnan ikki stendur við sviðusoð, tá
eitt so stórt arbeiði verður gjørt her á landi.
Protektionisma ella ikki – her má bera til
at tryggja okkara heimligu vinnu arbeiði
– sjálvandi bara um hon er før fyri at gera
uppgávuna.
Og tað loyva vit okkum ikki at ivast í eftir at
hava sæð, hvussu íðin og dugnalig okkara
egnu eru í byggivinnuni. Fyri bara at nevna
tvey av feløgunum, sum hava gjørt tað
gott, kenna vit øll nøvnini á Articon og J&K
Petersen. Hesi hava prógvað, at tey standa
mát við professionell útlendsk byggifeløg,
og tann sannroynd, at Articon gjørdist ársins
virki og at stjóri tess ársins leiðari sigur ikki
so lítið um dygd og dugna.
Tað skal vera vón okkara, at útbyggingin av
flogvøllinum í Vágum verður á føroyskum
hondum og møguliga í tøttum samstarvi við
útlendsk feløg, um hetta gerst neyðugt. Jú
morgindagurin er sanniliga ein lagnudagur
fyri føroysku byggivinnuna. Útbjóðararnir
umsita her eina stóra ábyrgd, hvørs setn ing-
ur eisini má vera at tæna føroyskum áhuga-
málum í tann mun hetta er rætt og gjørligt.
Rættleiðing til oddagrein
í Dimmalætting mána
dagin tann 22. februar
2010
Í hesi oddagrein finst
greina skrivarin at Kring
varpi Føroya fyri millum
annað ikki at vera med vit
að um sín leiklut í javn
støðu stríðnum, tá ið barna
útvarpið í síðstu viku varp
aði ljós á javnstøðu og
millum annað spurdi børn,
hvørjar húsligar skyldur
tey hava við hús. Hendan
sending varð síðani grund
ar lag undir oddagreinini
hjá Dimmalætting mána
dagin.
Greinaskrivarin finst at,
at ongir dreingir – men
bara gentur – vórðu
spurdar, hvørjar húsligar
skyldur tær hava, og at
Kringvarp Føroya harvið
fastheldur kvinnufatanini í
einari aldargamlari sið
venju, sum ikki fremur
javnstøðu millum kyn í
Føroyum.
Harmiligt er tað, at
greinaskrivarin grundar
sína ákærur á eina mis
skiljing. Tí hevði hon ella
hann ómakað sær at lurtað
eftir barnaútvarpinum
miku og hósmorgunin
eisini, hevði viðkomandi
hoyrt dreingir greiða frá,
hvussu teir hjálpa til við
eitt nú uppvaski og mat
gerð við hús.
Formaðurin í Kommunu
samskipan Føroya, Heðin
Mortensen, hevur í tíð inda
brævi í dag misskilt ætlan
mína um tilgongdina við at
fremja umskipanina av
kommunula geiranum
uttan um kommunurnar.
Sjálvandi skulu komm un
urnar taka lut og sleppa til
orðana í tilgongdini at
um skipa kommunala
geiran.
Ynski mítt er at fáa eitt
breitt orðaskifti um álitið,
sum kommunala um skip
anarnevndin hevur latið
mær, har m.a. umboð fyri
Føroya Kommunufelag og
Kommunusamskipan
Føroya hava luttikið í.
Hetta álit er nú lagt fyri
Løgtingið til aðalorða
skifti. Ì mong ár hevur tað
vantað greitt útspæl frá
landspolitiska myndugleik
anum um, hvat skal gerast
á kommunala økinum, og
hevur hetta skapað ótrygg
leika hjá kommununum.
Við virðing fyri komm un
unum eiga tær nú at fáa
greitt at vita, hvat skal
henda á kommunala økin
um, og hvat tað er politisk
semja um at fremja.
Tí er ætlanin við einum
politiskum fylgibólki, ið
er breitt umboðaður við
limum úr øllum flokkum á
tingi umframt avvarðandi
landsstýrisfólkum, ið hava
við kommunala bygnaðin
at gera, at finna fram til
neyðugar semjur á kommu
nala økinum. Sum skilst
ynskir formaðurin í
Kommunusamskipan
Føroya at vera ein partur
av hesum politiska fylgi
bólki, sum skal tryggja eitt
parlamentarisk grundarlag
fyri broytingum. Hetta
stríðir ímóti Stýrisskipan
Føroya. Tað er ikki vanligt,
at onnur enn tey, ið eru
vald í Løgtingið ella sita í
Landsstýrinum, skulu
tryggja grundarlag fyri
parlamentariskum loysn
um. Tó ætli eg sum lands
stýriskvinna í kommunu
málum, at bæði komm
unu feløgini verða hoyr
ings partur í allari tilgongd
ini, og ikki bara, tá ið alt
arbeiði er komið á mál, at
fáa broytingarnar til hoyr
ingar. Sostatt fáa feløgini
bæði møguleika at gera
sína ávirkan galdandi í
allari tilgongdini.
Í vikuskiftinum var eg
boðin á umboðsráðsfund
hjá Føroya Kommunufelag,
og í røðu míni segði eg
m.a. at umframt at seta ein
politiskan fylgibólk, ætli
eg mær eisini út at tosa við
tær 30 kommunurnar fyri
at fáa teirra sjónarmið,
soleiðis at grundarlag
verð ur fyri einum uppskoti
til samtyktar, har lagt
verður upp til breiða semju
um høvuðslinjurnar í kom
andi kommunalu umskip
anini. Hetta er neyðugt fyri
at tryggja, at kommunalu
broytingarnar fara fram
undir fólkaræðisligum
meginreglum.
Kommunubygnaðurin
hevur í mong ár staðið
ovast á breddanum hjá
politikarum, og hevur
samgongan somuleiðis valt
at raðfesta broytingar í
kommunala geiranum.
Búskaparliga standa vit
sum samfelag framman
fyri risastórum avbjóð ing
um, og tíðin er tann rætta
at gera tær neyðugu
bygnaðarbroytingarnar, ið
skulu til fyri at reka
samfelagið meiri skynsamt.
Við einari kommunalari
umskipan eiga atlit at tak
ast at kommunala sjálv
ræðnum. Tað er umráðandi,
at kommunurnar sjálvar
hava ávirkan á, hvussu tær
ynskja at skipa teirra við
urskifti. Okkara uppgáva
sum landspolitikarar er at
tryggja kommununum teir
bestu karmarnar at virka
undir, soleiðis at kommu
nala sjálvræðið kann virka
til fulnar.
Mín visjón fyri kommu
nalu umskipanini er: At
skapa umstøður fyri stað
bundnum sjálvræði, sum
tryggjar vælferð, trivnað
og vøkstur.
Í Tinganesi,
22. februar 2010
Dimma lurtaði ikki eftir dreingjunum
programmleiðari,
Kringvarp Føroya
SoLBy A.
ELIASEN
Rættleiðing til Heðin Mortensen
landsstýriskvinna
ANNIKA
oLSEN