Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 23. februar 2010 13 T ann størsti býtt ling­ urin er tí kontroll­ manikarin Sølvi Reinert Hansen, sum situr í onkrum líka gyldigum og pappírs putlandi kontóri fyri at bestemma, hvat er best fyri teg og meg Sum so nógv onnur kann eg væl drekka tvey gløs ella trý av víni um kvøldið – og jú, við tí úrsliti, at eg føli meg eitt sindur høvuðlættan; onkur hevði sagt rúsaðan. Rúsaður ella ei, tá haldi eg hetta vera eina nokkso lekra kenslu aftaná ein kroystan arbeiðsdag. Eri eg ein hóttan fyri familj­ uni, fyri grannarnar, sam­ felagið? Eg haldi ikki. Tó, for­ telji eg einum heilsu gransk ara um alhokolnýtsluna, hevði eg ivaleyst blivið ein rúsdrekka­ statistikkur og skoyttur uppí »tað vaksandi talið« av ovnýtarum, ið gerst ein alt størri samfelagsbyrða – fáa vit at vita. Eg eri bangin fyri, at um vit ógvusliggera trupulleikan, fer reaktiónin til trupulleikan eisini at vera ógvusliggjørd. Sjá svínakrím ella, og uppaftur betri, non­problemið hjá teim grønu, ov gul at viðurkenna, at tey í veruleikanum eru reyð, »alheimsupphiting« at navni! Í Fólkaheilsuætlan føroyinga frá 2006, til dømis, eru sosial­ stýrandi myndugleikar so beina samir at upplýsa okkum, at »hóast miðalnýtslan av rús­ drekka minkar, er tó støðugt neyðugt at halda eitt vakið eyga við nýtsluni«. Men, annars takk, tit. Eg og onnur vilja faktiskt ikki hava tykkum at halda eyga við okk­ um, og so slettis ikki eitt vakið eyga, hvørki tá ið tað kemur til hvussu vit liva, hava tað, hvat og hvar vit eta, um vit arga ella ovnýta sjónvarpið, eiheldur okkara vínnýtslu, ella hvar eg keypi løgin. Mín nýtsla av víni, stutt sagt, rakar ikki tykkum, eins væl og tað ikki rakar meg, um tit senda tykkara børn á sjálv­ hátíðarliga Sektarskúlan á Velbastað við frívilligum tvangsarbeiði og samkomu við øðrum vatnmelónum umframt eksklusiviteti og einum tíggjunda­politikki á gáttini, ella um tit tivandi í einum ósexutum gulum vesti nýta høvið at renna ein stundandi túr oman Hoydalar áðrenn Bogasa verð gongur undan. Tað er faktiskt nakað, ið eitur privatlív! Eg pointeri hetta, av tí at vit vita, at tað er væl gjørligt at hava universitets­ prógv og kortini vera ein intellektuell og hugsjónarlig brugda, hvat fólkini aftanfyri nógv av hesum vitleysu álitum og átøkum tíverri eru. S amtíðis sum eftirlitsprísandi myndugleikar og tænastu­ fólk—ið bara elska trygd, ið ger lívið hjá sínum fólki keðiligari og meiri knossasligt fyri dag­ in—bumba okkum inn í fram­ tíðina við frælsisstjalandi, innbilskum og niðurlátandi lógum, reglugerðum og klippum, verður ein nýggjur »risikobólkur« uppfunnin. Eg tosi um »passivir drankarar«. Vit hava sæð tað við passivari royking, sum faktiskt gevur meining, tóað átakið bleiv heldur militant. Men nú hendir tað so aftur, bara hesuferð við rúsdrekka. »Passiv drekking« ljóðar heilt láturvert inntil tú lesur tilmæl­ ini hjá Alkoholpolitisk Lands­ råd ella Sundhedsstyrelsen, hvørs politikkur mestsum altíð verður kopieraður av føroysku heilsujuntaini, har Fólka heilsu­ ráðið og hasir forbistraðu puritansku forboðsmanikarnir, ella »Ráðið fyri Ferðslutrygd«, sum teir sjálvir kalla seg, skjóta spurvar við kanónum í teirra svakligu roynd at redda øllum føroyingum undan tí vissa deyða, sum tað er at koyra aftaná at hava drukkið eitt glas av Saint Emilion. Grundgevingarnar hjá Pál Weihesa starvsbróðuri og Heilsustýrinum fyri at gera Danmark til nakað, sum byrjar at líkjast eini islamiskari repu­ blikk við totalum alkoholbanni, eru annars soljóðandi: »På samme måde som vi lovgivningsmæssigt har grebet ind mod passiv rygning, bør vi også lave et regelsæt, der regulerer vores alkoholadfærd og gør den mere hensynsfuld over for andre.« Johan Damgaard Jensen, aðalskrivari í Alkoholpolitisk Landsråd »Konsekvenserne af andres drikkeri er langt værre, end vi har troet, og rammer bredere. Ud over at ægtefæller og børn lider massivt, berøres også kolleger, naboer og venner, ligesom tilfældige forbipasserende bliver skældt ud eller forulempet. Dertil kommer ulykker, spirituskørsel, kriminalitet etc., hvor alkohol­ indtag går ud over andre mennesker.« Kit Broholm, ráðgevi í Sundhedsstyrelsen Tosa um armageddon! Nei, eg sigi ikki, at hetta ongantíð hendir, men slík apokalyptisk visjón um okkara púrt út brillianta kopi­land er barasta so burtur úr vón og viti: eg sýti fyri at trúgva uppá, at børn líða undir, at foreldrini detta um garðin til hissini festligt høvi. Og uppáhaldið, at brotsverk henda undir ávirkan av rús­ drekka, eins væl og framvið­ farandi plágast, kann eg ikki taka í álvara. Ein fullur býtt­ lingur er eisini ein edrúur býtt­ lingur. Teir størstu býttlingarnir eru tí kontrollfrikar sosum Sølvi Reinert Hansen við hans­ ara barnsligu nullhugsjón, sum sita í onkrum líkagyldigum og pappírsputlandi kontóri fyri at bestemma, hvat er best fyri teg og meg. Og her hugsi eg ikki um politikarar, ið bert eru viljug atkvøðujaktandi amboð, og tí lata seg tøla av lættisoppa­ slagorðum um heilsu og trygd. Tað er jú einki galið við ein­ um roykjara, men úrslitandi roykurin er skaðandi fyri onnur enn bara roykjaran, og tí hevur tú passiva royking. Av hesum kanst tú ikki seta javnatekn millum passiva royking og »passiva drekking«, tí drekk­ ingin ávirkar bert tann, sum drekkur. Ókey, ovdrekking kann hava avleiddar avleiðingar, men tá tosa vit um ein alkoholikara, og ikki eitt vanligt hampafólk. Og eitt fólk, sum plágar ein framviðfarandi hr. Reinert Hansen, sum hann fer singlandi avstað dýrandi fullur við endur­ skinum, er mest sannlíkt ein býttlingur dýrandi fullur av brennivíni, ein alkoholikari ella... bara ein býttlingur. Ikki eitt fólk, ið dugir sær hógv í brennivínsnýtslu. A lkohol er eitt lógligt kunda produkt. Vaksin hava allan rætt til at keypa alkohol, at drekka tað, og at njóta tað. Ja, tey hava enntá rætt til at drekka seg so etandi spren og detta av, um hugur er til tess. Hinvegin hava tey ikki rætt til at blíva harðlig ella hótta fólk og gera seg inn á ogn. Men vit hava longu lógir, og eitt løg­ regluvald, at hindra slíkum atburði, so vit hava apsalutt ikki brúk fyri fleiri lógum og atferðsskipanum úr óliberala Danmark. Tað er eitt ótal av føroying­ um, ið fylla seg hvønn dag, hvørt vikuskifti—men tað ger tey ikki atfinningarverd, ella ein vandi fyri seg ella onnur. Flest fólk drekka uttan at kasta kavabóltar á forrútin hjá Sølva, neyðtaka, ella rópa »bøssi«. Men fert tú við vaksnum sum eru tey børn, íðan, tá fara tey næstan bumbusikkurt at bera seg at sum børn. Vilt tú hava fólk at bera seg at sum ábyrgd­ arfull vaksin, tá mást tú lata tey finna útav, hvussu nógv tey kunnu og ikki kunnu drekka. Kom ikki, eins og Ráðið fyri Ferðslutrygd og Fólkaheilsu­ ráðið, við einum meylandi máti stokki, serliga tá ið tað er ymiskt, hvat hvør tolir at drekka. Tak hasa formyndaralógina frá 1. oktober í fjør, sum má vera tað mest skíttbýttasta og mest eyðmýkjandi lógarsmíðið í nýligari føroyskari søgu, tá ið hon krevur av vaksnum fólki, at tú ikki mást drekka so mikið sum eitt glas av víni, um tú ætlar tær í bilin. Hetta er jú ørskapur og púr­ asta ógrundað, tá ið hagtøl ósvitaligt greiða frá, at tað ikki eru hasi við eini promillu mill­ um 0,2 og 0,5, ið pløga fólk niður í ferðsluni. Um nakað, eru fólk uppaftur meiri ansin enn vanligt. Altso, eitt non­problem. So, hví er tað, at tað virkar so tendrandi upp á nakrar ein stak­ lingar at fara við vaksnum fólki, sum vóru tey óvitar? Makt kenslan, kanska – at sleppa at stýra sínum subjektum at gera júst eftir tíni fyriskrift við at proppa danskar reglu­ gerðir í hvørt Guds skapta opilsi? Eg haldi, at heilsuátøkini og trygdarlógirnar handla um politikk. Vit liva í eini verð, har politikarir og bláoygd hug­ sjónar fólk, oftani janvaðarfólk, eru fullkomiliga desperat eftir at verða sædd at gera okkurt: tí allar hesar smáligu reglugerðir, kunngerðir, lógir, ávaringar og, ikki minst, ræðukampanjur. Hetta merkir, at okkara lív verða mikrostýrd á ein hátt, vit helst ikki vilja hugsa um. Men vit hava ikki tørv á moralistiskum rennarum at gera av, hvussu vit skulu liva. Sjálv­ ur haldi eg, at timburmenn er náttúrinnar máti at fortelja fólki, at hetta við at drekka seg stívan, treyðugt er serliga skila­ gott. Hava vit veruliga brúk fyri stórabeiggja at siga okkum, at tað er ringt at drekka ov nógv? Flest okkara uppliva tað sum ung—og flest okkara vaksa frá tí. Hetta eitur, Sølvi R. Hansen og kompaní, “at gerast vaksin”. Og so leingi sum vit ikki bróta nakra lóg, dugi eg ikki at síggja, hvat okkara atburður hevur við tykkum at gera. Og tað, sum veruliga fær mítt piss í kók, er at tey allarflestu drekkibannini koma valsandi í gildi. Einki kjak, einki nakað. Tey verða bara noydd upp á okkum við vælsignilsi frá kontrollelskandi stovnum og eini betrivitandi loyvisnevnd. T að, sum eg ræðist, er hvar alt hetta førir okkum. Um eg helt, at politikarir og heilsu­ fólk høvdu takklað drekking við einum eiti av hegni, hevði eg verið eitt sindur meira posi­ tivur. Men tíverri vita tey yvir­ høvur ikki, nær tey skula stoppa. Tey leita altíð eftir tí næsta logiska stiginum. Vit hava sæð tað við royking, Bogasa mystisku »alheims­ upphiting«, og eg ivist onga løtu í, at Pál og Sølvi et al plotta okkurt líknandi ímóti okkum drankarum. Sosialur skikkur er nakað, samfelagið, og ikki myndug­ leikar, skula stíla fyri. Hugskot­ ið, at landsstýrið og hissini stovnsleiðarar skula fortelja okkum, hvusu nógv vit skula drekka, ja, tað er bara so helvitisliga hástórt og ágang­ andi. Skál! Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Hví heilsufrikarnir fáa meg at drekka tíðargreinin Agga Niclasen meining@meyl.fo Tíðargreinin