týsdagur 23. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 37 - 23. februar 2010
viðmerkingar
Sjey kvinnur sóknast í
blaðgrein eftir hugsan míni
um kynskvotur í uppskot
inum um broytingar í val
skipanini.
Økiskvotur verða í hes
um viðfeingi settar upp
móti kynskvotum. »Vilja
tit økiskvotur, so vilja vit
kynskvotur,« siga Jenny
Kingbo, Katrin Gaard, Eva
H. Bennicke, Ann Dam
gaard, Margit Stórá, Doris
Bjarkhamar og Hallbera
Fríða West.
Sum skilst, tykist fatanin
vera, at kynskvotur eru ein
berandi partur av verandi
skipan, men einki er meiri
burturvið enn tað sama.
Hildið verður, at
ný fingna framgongdin í
kvinnuumboðan á tingi
skyldast nýggju vallógini,
og ótti tykist vera fyri, at
henda hvørvur aftur, sleppa
vit verandi valskipan.
Hesin ótti er ógrundaður
og beinleiðis villeiðandi.
Eingin ivi er um, at tær
kvinnur, ið valdar vóru við
seinasta løgtingsval, høvdu
verið eins væl valdar undir
gomlu valskipanini.
Kvotur, ella fyrimunir,
kunnu skipast við lóggávu,
men einki sæst til nakað
hugskot hesum viðvíkj
andi.
Í Noregi, Danmark og
Svøríki hava flokkarnir
nøkunlunda ræði á, hvørji
vald verða á teimum
einstøku listunum, og tað
høvdu vit eisini í Føroyum
fram til 1972.
Tey fáu, sum skipaðu
listarnar kring landið,
gjørdu tá av, at tann sum
tey settu ovast, fekk sessin.
Hesi ódemokratisku
kvotuskipan, har nøkur fá
gjørdu av, hvørji tey nógvu
sluppu at velja, sleptu vit
fyri meiri enn einum mans
aldri síðan.
Til ber eisini at broyta
verandi lóggávu soleiðis,
at annarhvør, sum kemur
inn, skal vera kvinna, men
einki sæst í nøkrum flokki
til nakra hugsaða gongd
hendan vegin.
Fyrr var tað so, at heitt
varð á veljaran um at velja
flokkin, men her er mun
andi broyting komin í.
Verandi valskipan er sera
persónsfikserað, og heilt
vanligt er nú at síggja
ovurdýrar litríkar foto
montasjur, bera boð um
persónlig heldur enn
politisk val.
Vit hava í dag eina størri
kapping millum valevni
enn millum flokkar, og ikki
er óvanligt at hoyra fólka
siga seg ikki hava ráð til at
stilla upp.
Skalt tú hinvegin síggjast
aftur í almenna kjakinum,
so kostar tað pening.
Lýsingar, faldarar,
heima síður, avís og portal
bannarar, valgreinar, buss
reklamur og plakatur úr A4
upp í húsafasadu stødd seta
ovurstór krøv til teirra, ið
halda seg hava ráð til at
bera út ein almenn an
politiskan boðskap fyri
privatan kostnað.
Upphæddirnar, tey
einstøku brúka, liggja úr
10 upp í fleiri hundrað
túsund krónur, og eru hetta
upphæddir, ið tungar eru at
avrokna, serliga um eingin
inntøka verður vunnin fyri
íløguna.
Havandi í huga, at
kvinnur í stóran mun hava
lægri inntøkur enn menn,
skilst, at galdandi val
skipan, har ein er móti
øllum, og øll móti einum,
ikki júst er fremjandi fyri
at fáa fólk við lágum
inntøkum inn á ting.
Elitan í samfelagnum
gerst alt betri umboðað, og
herda kappingin hevur við
sær, at bæði millum tey
uppstillaðu og tey valdu er
tað nú ein størri partur,
sum hevur langa útbúgving
og góða inntøku.
Verandi valskipan hevur
ma. tær álvarsomu fylgjur,
at kvinnurnar, sum vanliga
verða roknaðar sum tann
minni múgvandi bólkurin,
fara við síðini at vera við
skerdan lut.
Síðani verða onnur
minni múgvandi við sviðu
soð, og endin verður, at tað
eru tey ríku, sum koma at
sita við tí politiska valdin
um.
Eitt týðiligt rák sæst
sostatt aftur í, at tað er tað
óuppplýsta peningavaldið,
sum fær ræði á samfelag
num, og tað er ein ódámlig
gongd hjá okkum, ið royna
at verja tann minni menta
og eina so munagóða
kvinnuumboðan á tingi,
sum gjørligt er.
Fyri tíggju árum síðan
fingu finnlendingar lóg
um, at tey uppstillaðu
skuldu kunnað um, hvussu
tey fíggjaðu valstríð sítt, so
at innlit fekst í skuldset
ingarnar um, at tey valdu
fóru at renna privat ørindi
fyri tey, ið fíggjaðu val
stríðið hjá politikarunum.
Tær sjey kvinnurnar
vilja vera við, at broyta vit
valskipanina aftur, so
lóggeva vit kvinnurnar út
aftur úr Løgtingum.
Einki prógv er fyri
hesum, tvørturímóti. Lata
vit hinvegin standa til, so
sæst einki nýtt, hvørki
kvinnu ella mansandlit,
aftur á tingi úr ytru
pørtunum av landinum.
Tingið fer sum frá líður
at verða mannað av fólki,
sum búgva har atkvøðurnar
eru, har miðlarnir virkað,
har tær flestu og størstu
inntøkurnar eru, og har tað
óupplýsta peningavaldið
hevur tær rúmastu ræsirnar
at virka á.
Tástani er fólkaræði
farið fyri bakka, og tað
kann ganga væl skjótari
enn nakar gevur sær far
um.
Flestu av omanfyri
nevndu niðurstøðum komu
fram í fyrilestri fyriskip
aðum av Demokratia á
Parnassinum í 2007, og eg
kann ikki annað enn siga
meg fullsamdan í tí, har
kom fram.
Økiskvotur og kynskvotur
Hergeir
NielseN
Sum fuglurin Fønix reistist
landsstýriskvinnan í
komm unumálum seg upp
úr øskuni frá Gjáarfund
inum við tí greiða boð
skapi, at hon nú ætlar at
seta eina nevnd við lands
politikarum at fremja frá
boðaða kommunureformin.
Tað er sjálvsagt at frøast
um, at eitt sindur av veiggi
er í onkrum parti av lands
stýrinum, og at tað enn eru
landsstýrisfólk, ið vísa
virkishuga og hugsa
visjonert og frameftir.
Men lat tað vera sagt
beinanvegin, at vit, sum
varða av kommununum,
fara á ongan hátt at finna
okkum í ikki at vera ein
sjálvsagdur partur av polit
isku tilgongdini allan
vegin.
Kommunuálitið nýggja
Í januar 2009 setti lands
stýriskvinnan í komm unu
málum niður eina nevnd
við embætisfólkum og
serfrøðingum at gera
uppskot til nýggjan
kommunubygnað og at
umskipa kommunugeiran.
Kommunusamskipan
Føroya hevði í áravís eftir
lýst júst hesum, og tí var
tað eitt gott stig at fáa tikið
samanum og gjøgnumført
tær ætlanir, sum alt ov
leingi hava ligið í óvissu
millum land og kommunur,
og tí bert hevur darvað
framburði á kommunu
politiska økinum.
Kommunufeløgini høvdu
embætisumboð í nevndini,
sum hóast trongan arbeiðs
setning og tíðarfreist í
okto ber 2009 lat úr hond
um eitt gott grundarlag at
taka politisku avgerðirnar,
sum skulu takast bæði
landspolitiskt og komm
unupolitiskt, um komast
skal víðari.
Og kommunurnar í
Kommunusamskipanini
hava síðani viðgjørt álitið
við góðum huga. Komandi
fríggjadag fara allir komm
unustýrislimir í Komm
unusamskipanini á fund í
Klaksvík at gera sínar
niðurstøður um álitið og
ein felags boðskap,
soleiðis at klárt er at fara
undir ítøkiliga politiska
viðgerð saman við lands
myndugleikunum.
Kommunupolitiska
skipanin útihýst
Tað var tí alt annað enn
hugaligt at hoyra lands
stýriskvinnuna í tíðind
unum fríggjadagin boða
frá, at nú fara tey til verka
– umboð fyri politisku
flokkarnar á tingi saman
við landsstýrinum – at gera
nýggjan kommunubygnað,
nýtt ábyrgdarbýti millum
land og kommunur um
framt nýggjan fígg ingar
leist, sum skal verða liðugt
í januar 2011.
Ikki so sjáldan verður
man paff av tíðindum úr
landsstýrinum, men
fríggja dagin bar av.
Tað er sjálvandi jaligt at
hoyra, at landsstýrið nú er
sinnað at fremja veruligan
kommunupolitikk við
ítøkiligum ætlanum. Tí
hava vit bíðað eftir leingi.
Men líka so hugstoytt og
ørkymlandi er tað, at
landsstýrið nú ætlar at gera
hetta uttan at kommunu
politikarar, sum eru
fólkavald at taka sær av
kommunum, verða nevnd
við einum orði og tí ikki
ætlast tikin við í til gongd
ina yvirhøvur.
Hetta gongur greitt ímóti
øllum tilráðingunum í
kommunuálitinum um
umskipanartilgongdina,
har serligur dentur júst
verður lagdur á javnbjóðis
viðgerð og samskifti mill
um land og kommunur –
bæði fólkaræðisliga,
politiskt og fyrisitingarliga.
Hetta gongur eisini greitt
ímóti øllum líknandi til
gongdum í grannalondum
okkara.
Vónandi var hetta bert
ein gloymska hjá lands
stýriskvinnuni – ein
gloymska av tí slagi, sum
er so sjálvsagt, at ikki er
neyðugt at nevna tað. Men
boðskapurin hjá lands
stýriskvinnuni var so mikið
greiður og helst eisini
beinleiðis úrslit av gjáar
seminari landsstýrisins, at
vit ivast stórliga.
Reformurin umfatandi
samfelagsbroyting
At gera so umfatandi
broyt ingar í stórum parti av
demokratisku samfelags
skipan okkara, sum komm
unurnar jú eru, uttan at
kommunupolitikarar eru
við í allari tilgongdini,
hevði verið sum at broyta
stýrisskipanarlógina uttan
at løgting ella landsstýrið
vóru við í tilgongdini.
Hetta er púra óhoyrt og
dømt til at miseydnast.
Talan er um bygnaðar
broytingar, sum í stóran
mun koma at avgera, hvat
slag av lokalum fólkaræði
vit frameftir skulu hava, og
hvussu tað skal virka.
Spurningurin um, hvussu
nógvar kommunur vit
skulu hava, hvørjar hesar
skulu vera, hvørji málsøki
tær skulu hava ræðið á, og
hvussu hetta skal fíggjast,
gevur bara lokalpolitiska
meining, um vit framm
anundan hava gjørt av,
hvussu málsøkini verða
løgd kommununum – eitt
nú hvussu stórt lokala
rásarúmið skal vera at
raðfesta og tillaga tæn
asturnar til lokala tørvin.
Hetta kemur tí ikki bara
at ávirka tað, sum kemur,
men sanniliga eisini tað,
sum er – tí um kommun
urnar skulu lyfta fleiri og
størri uppgávum, kemur
tað eisini at ávirka møgu
leikan at lyfta tær upp
gávur, ið longu eru hjá
kommununum.
Lands- og kommunu-
politisk semja neyðug
Landsstýriskvinnan segði í
tíðindasendingini leygar
morgunin, at kommunurnar
eftir samanlegging ikki
skulu stýrast sentralt av
landinum. Hetta hongur
bara so ómetaliga illa
saman við, at tað
samstundis bert eru
politisku flokkarnir á tingi
og landsstýrið, sum áðrenn
árslok skulu avgera,
hvussu kommunu bygnað
urin og geirin annars skal
skipast.
Hvussu meira sentral
politisk stýring kann tað
blíva?
Um tað er tí, at lands
stýriskvinnan trýr so lítið
uppá, at til ber at finna
semju millum politisku
flokkarnar, so er loysnin
ikki at steingja seg inni
uttan samband við veru
leikan. Loysnin er heldur
at finna semjur, sum eru
væl grundfestar í tí, sum
tær snúgva seg um, og sum
ikki støkka sundur, tá tær
møta veruleikanum.
Kommunurnar eru ikki
brúkarar av kommunu
skipanini, kommunurnar
eru kommunuskipanin.
Kommunurnar í Komm
unusamskipanini góðtaka
tí undir ongum umstøðum
at vera útihýstar í allari
teirri týdningarmiklu
politisku tilgongdini at
broyta kommunubygnaðin
og innihaldið í honum.
Vit vænta tí eina rætt
leiðing frá landsstýris
kvinnuni. Vit vænta og
krevja eisini fundarboð frá
landsstýriskvinnuni, so at
nevndin, hon nú ætlar at
seta, eisini hevur komm
unupolitisk umboð á jøvn
um føti við landspolitisku
umboðini.
Lat ongan iva verða um,
at kommunurnar í Komm
unusamskipanini eru klárar
at fara til verka.
Tórshavn, 22. februar
2010
Kommunureformur uttan um kommunupolitisku skipanina
formaður, Kommunu
samskipan Føroya
HeðiN
MorteNseN