Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 23. februar 2010 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Magnus Johan Larsen, Porkeri, vanliga nevndur Manna andaðist sunnudagin á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, 85 ára gamal. Lars Martin Kristiansen, ættaður úr Sumba, búsit­ andi í Havn, andaðist sunnudagin, 93 ára gamal. Kist- an fer úr heiminum í Vallalíð mikudagin kl. 16. Jarðar- ferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Lars kunnu lata Heiminum við Vallalíð eina gávu, konta í Føroya banka Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu við deyða og jarðarferð Jovinu E. Olsen Viðareiði Tøkk til heimahjálpina, Sambýlið á Heygnum, Klaksvíkar Sjúkrahús, Hanus á Gørðum, prest, og tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Mildrid, Berghild, Mirjam og Olga v/familju Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Anna Sofía Jacobsen (Fía í Skálum) Vestmanna andaðist og varð jarðað. Tøkk til Theodor Olsen, prest, fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Vestmanna Missiónshús. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina, kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til tykkum, sum bakaðu til ervið. Tøkk til bil­ førarar og heimahjálparar, sum hava verið um hana. Hjartaliga tøkk øll somul. Familjunnar vegna Dánial, Sámal Jákup og Jóhanna Dagurin 23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var biskupur í Hierapolis í Frýgiu í Lítluásiu. Sigst at hava havt samband við ápostulin Filippus. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tey vóru væl mannað í Stóru Dímun henda leygar- dagin, tá tunnusláttur var á skránni í hesi minst búsettu oyggj okkara. Tey vóru enntá so heppin, at sólin skein oman og niðan allan dagin, so tunnan bleiv málað úti í garði. Hendan leygardagin vóru tey heili 16 fólk á oynni. Sambært heimasíðuni hjá Stóru Dímun, var tað Sproti, sum gjørdist kattakongur. sb. 16 slóu tunnu í Stóru Dímun Góð undirtøka til tunnuslátturin í Stóru Dímun Mynd: storadimon.fo 18. feburar 2010 var tað 25 ár síðani Signheðin Davidsen var settur í starv á Føroya brandskúla. Hann byrjaði á Føroya brandsskúla føstulávintsmánadag 1985. Og var Tórfinn Hentze tá stjóri. Á sumri í 2001 tá táverandi stjóri fór úr starvi, varð Signheðin settur sum stjóri á Føroya Brandskúla. Hann var stjóri, til skúlin var lagdur undir Maskin- meistaraskúlan og seinni undir Vinnuháskúlan har Hans Johannis á Brúgv er stjóri. Signheðin er deildar- leiðari á Trygdardeplinum við Áir, sum tað nú nevn- ist. Merkisdagar 30 ára føðingardagur 27. mars fyllir Ruborg Haraldsen, Saltangará, 30 ár. Føðingardagurin verður hildin á Sjókafeini kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Ruborg, kunnu tekna seg á tlf. 310826 ella 256345 áðrenn 23. mars. 80 ára føðingardagur 25. feb. verður Selma Heinesen, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin á Brekku 16. Frá kl. 18. 80 ára føðingardagur 1. mars fyllur Henning Mortensen, Argjavegur 40, Argir, 80 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. í AB-húsinum frá kl. 17. 85 ára føðingardagur Mánadagin 1. mars verður Martin W. Tórgarð 85 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. og tey, sum hava hug at heilsa uppá Martin, eru vælkomin inn á gólvið heima í Varðalág 3 ímillum kl. 14 og 17. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 28. feb. hava Oddvør og Kornelius Johannesen við Gjógv gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Bygdar- húsinum við Gjógv leygardagin 27. feb. frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Konfirmatión Dýra Biðidag 30. apríl 2010 konfirmerast Sára Kristiansen, dóttur Ib og Thyra Kristiansen, í Stubbæk kirkju. Adr. Buen 63 - 6200 Stubbæk - Tlf. 48415615 / 20645615 / 22215605 25 ára starvsdagur