týsdagur 23. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 37 - 23. februar 2010
At einki kemur av
ongum, kunnu tey í
Húsavík skriva undir
uppá. Tey seinnu árini
hevur kommunan
gjørt eitt ávíst
forarbeiði, til tess at
fáa fólk at búseta seg
her. Og úrslitið letur
ikki bíða eftir sær
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Húsavík: - Ja, tað sær bara
gott út beint nú, staðfestir
Jákup Martin Sørensen.
Hann er borgarstjóri í
eini av teimum smærru
kommununum á Sandoynni,
har bæði hansara egna
bygd,
Húsavík
og
hin
bygdin í kommununi, Dalur
hava upplivað tað øvugta av
gongdini aðrastaðni kring
landið.
Í dag ber til at staðfesta,
at fleiri familjur hava búsett
seg í báðum bygdunum í
kommununi.
Og
hetta
skuldi
tekna
gott
fyri
framtíðina.
- Her eru eisini fleiri børn
undir skúlaaldur - ikki færri
enn sjey!, staðfestir Jákup
Martin Sørensen.
Fólkatalið á Sandoynni
lækkaði annars rættiliga
nógv í fjør. Tað eru serliga
tær størru bygdirnar í oynni
sum merkja hesa gongdina
– á Sandi lækkaði fólkatalið
við 16, í Skopun við 15,
meðan fólkatalið í Skálavík
lækkaði við einum persóni.
Í Húsavík búgva í dag 80
fólk og í Dali búgva 41.
Fleiri familjur
Húsavík telist millum vakr-
astu bygdirnar í landinum,
og er helst tann bygdin har
ikki finst nevnivert av gróti
innangarðs. Hartil er stórur
sandur í bygdini og vøkur á.
Bygdin hevur eins og so
mangar aðrar bygdir havt
nógv fólk í eitt ávíst
tíðarskeið. Men so fór at
ganga niður á bakka, og
hevur gjørt tað síðani, inntil
í dag.
Um hugt verður eftir
fólkatalinum fyri 25 árum
síðani, so búðu omanfyri
100 her, meðan talið í dag
táttar í tey 80.
Í 1985 búðu soleiðis 100
fólk í Húsavík. Og við
búskaparligu
vælferðini
sum tá ráddi, vaks fólkatalið
eisini her, og øktist næstu
seks árini upp í 118, sum
eisini var tað hægsta í
hesum yvirlitinum.
10 ár seinni var fólkatalið
aftur á 110, men síðani fór
tað niður um 100 og hevur
verið har síðani. Í roynd og
veru hevur tað ongatíð
verið so lágt sum júst um
ársskiftið, tá einans 79 fólk
búðu í Húsavík.
Hetta var kortini ein
vøkstur uppá 3 fólk í 2009,
harav ein nýggjur húsa-
víkingur sá dagsins ljós á
fyrsta sinni í fjørsummar.
Hóast hesi kanska døpru
hagtølini, hevur tað kortini
ikki tikið mótið frá ungum
familjum at búseta seg her.
Liðin er nøkur ár, síðani
kommunan tók eitt stig tann
rætta vegin, og gjørdi nøkur
øki byggibúgvin norðast í
bygdini. Og tað gav úrslit,
tí í dag eru fimm ungar
familjur fluttar inn í nýggj
sethús í Húsavík.
Samstarv
Ein treyt fyri at lívilíkindi
skulu vera í eini so lítlari
bygd sum Húsavík, er at ein
fer í samstarv við aðrar
bygdir í økinum.
Hetta hava tey sæð í
Húsavík, og hava tí gjørt
sítt til at tryggja sær, at tær
ungu familjurnar sum flyta
ella skulu flyta til bygdina,
hava møguleika at arbeiða,
samstundis sum børn teirra
verða ansað.
- Vit hava í dag eitt
samstarv við Sands komm-
unu og Skopunar kommunu
um barnagarð, soleiðis at
hesin møguleikin er til
staðar, sigur borgarstjórin.
Og Jákup Martin leggur
aftrat:
- Her er ein vøkur á og
stórur sandur eisini. Og so
arbeiða vit við at fáa ein
fótbóltsvøll til bygdina. Vit
eru
faktiskt
einasta
kommunan
sum
ongan
slíkan hevur enn!
Gevast ikki so
Eitt er sjálvandi tað, at
kommunan ger sítt til at
skapa
karmar
fyri
at
familjur við børnum kunnu
flyta í eina bygd.
Men hvussu hava tit gjørt
vart við, at tit eru til, og at
tit hava nakað av bjóða
ungum familjum, ið ynskja
at seta búgv?
- Hetta hevur faktiskt
bara gingið munn av munni,
sigur Jákup Martin við
einum brosi.
Nógv fólk, sum eru úr
Húsavík hava vitað, at
kommunan
arbeiðir
við
ætlanunum um útstykkingar
av grundøkjum.
Nøkur stykki vórðu út-
stykkjað fyri nøkrum árum
síðani. Og sum um hetta ikki
var nóg mikið, so arbeiðir
kommunan í dag við teirri
næstu útstykkingini!
- Alt er ikki klárt við
hesum málinum enn. Men
eg vænti, at tað verður ikki
leingi til tað er klárt eisini,
sigur
ein
bjartskygdur
borgarstjóri.
Húsavík: Í mongum út-
oyggjum kring landið hevur
støðan verið hon, at tað unga
fólkið flytir nærri megin-
økinum, meðan tað eldra
fólkið ikki fer av fetanum.
Nú líkindi eru fyri, at fleiri
familjur kunnu fara at búseta
seg í Húsavík, fer hetta uttan
iva at hava stóran týdning
fyri trivnaðin í bygdini.
- Ja, her hava fyri tað
mesta verið tilkomin fólk
og aldursmunur var tí rætti-
liga stórur. Men vit mugu
hava nøkur yngri fólk eisini,
fyri trivnaðin her, sigur
hann.
Bygdarfólkið í Húsavík
kann eisini fegnast um, at
fólk framvegis hava hug at
búseta seg her. Í dag liggja
ikki færri enn tvær umsóknir
um byggiloyvi frammi, og
óhugsandi er ikki at Og tann
triðja eisini fer at koma.
Kommunan er í teirri
hepnu støðu at eiga eini
hús, sum fólk kann leiga,
inntil tey taka avgerð um at
búseta seg her ella ikki.
- Fólk skula helst finna
útav um tey støðast her ella
ikki, áðrenn tey byggja,
sigur Jákup Martin Søren-
sen, borgarstjóri.
Og sjálvandi vónar hann,
at bygdin framvegis fer at
vaksa.
”
Hetta hevur
faktiskt bara gingið
munn av munni
Fólk vilja fegin búgva
Minka um aldursmunin”
Her hava fyri
tað mesta verið
tilkomin fólk og
aldursmunur
var tí rættiliga
stórur. Men
vit mugu hava
nøkur yngri
fólk eisini, fyri
trivnaðin her
Evnisdagur um tulking
Deyv: Leygardagin 27. mars verður skipað fyri
evnisdegi í Deyvahúsinum, har dentur skal leggjast á
evnið “tulkabrúkari”. Endamálið er at seta fokus á tað
at nýta tulk, og tær royndir ið ymisk fólk hava við hesi
tænastuni. Ætlanin er at tosa um fyrimunir og vansar,
og um tað er betri at nýta familjuna sum tulk.
Sangskeið fyri børn
Nesvík: Barnasangskeiðið, sum varð hildið á Strondum í
heystfrítíðini í 2008, eydnaðist so mikið væl, at fyrireikararnir
hava avgjørt at skipa fyri enn einum barnasangskeiði í ár,
hesaferð verður tað í Nesvík í páskafrítíðini. - Seinast vóru vit øll
í sirkusi, men í ár fara vit at leita eftir einum dýrabarum skatti
saman við einum góðum skipara og manning hansara, sigur
Beinta Berthelsen, sum er ein av fyrireikarunum við mission.fo.
Barnasangskeiðið endar við eini framførslu mikudagin 31. mars.