Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2010 í Húsavík Borgarstjórin í Húsavík, Jákup Martin Sørensen kann fegnast um, at tað verður ikki leingi, til klárt er til aðru útstykkingina í nýggjari tíð í Húsavík Mynd: Álvur Haraldsen Norðalaga í Húsavík standa fleiri nýggj hús, og nú er ikki óhugsandi at enn fleiri verða bygd í næstum Mynd: Jens Kristian Vang Seinasti arbeiðsdagur hjá Jóannes Sandur: Í hesi vikuni verður seinasti arbeiðsdagurin hjá Jóannes á Klettum, Sandi sum leiðari hjá Landsverk í Sandoynni. Jóannes byrjaði í 1973 og nú hann gevst fer hann at taka sær meiri av løttum. - Jóannes hevur verið álitismaður um ein háls, skrivar Sandoyarportalurin. Um vikuskiftið kom rættiliga nógvur kavi niður og nógvastaðni varð grivið, eisini á Sandoynni. Hækka lodnukvotuna Ísland: Íslendski fiskimálaráðharrin hevur gjørt av at hækka kvotuna av lodnu í íslendskum sjógvi við 20.000 tonsum. Av hesum fáa íslendingar sjálvir 18.000 tons, skrivar 123.fo. Samlaða kvotan til íslendsk skip er sostatt 108.000 tons. Henda øking í kvotu av lodnu er gjørd eftir tilmæli frá íslendsku havstovuni, sum hevur gjørt stovnsmetingar. Í hesum sambandi hava fleiri skip verið úti og kannað, hvar og hvussu nógv lodna er at síggja.