týsdagur 23. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 37 - 23. februar 2010
tíðindi
The Dreams hava
seinastu árini fingið
ein sera trúgvan
fjepparaskara niðri,
sum fylgir bólkinum
allastaðni. Hesir
settu sanniliga eisini
sín dám á útgávu
konsertina hjá før
oysku dreingjunum
í Keypmannahavn í
gjár
TÓNLEIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í gjár kom triðja fløgan hjá
The Dreams, Revolt, í før
oysku og donsku handlarnar.
Føroysku dreingirnir høvdu
tí bjóðað til útgávukonsert í
TP Musik á Frederiksberg í
Keypmannahavn.
Droymandi ungir fjeppar
ar fyltu stóran part av risa
stóra plátuhandlinum. Í hes
um sambandi skal havast í
huga, at tá vit tosa um The
Dreams, so tosa vit um veru
liga fjepparamentan.
Ungdómar, sum av fullum
huga fylgja sínum hetjum
kring landið. Ungdómar,
sum ganga í hettutroyggjum
og blusum við áskriftum
sum »Sakin«, »The Dreams«
og »En del af det fortabte
slæng«. Ungdómar, sum
identifisera seg við føroysku
dreingirnar, mála eyguni og
andlitið og siga sakin, tí tað
gera The Dreams.
Eitt gott dømi um hetta
vóru nakrir ungdómir úr
Jyllandi, sum vóru í plátu
handlinum í Keypmanna
havn í gjár. Teir høvdu
skulkað frá skúlanum í
morgun, soleiðis at teir
náddu at vera partur av
útgávukonsertini hjá stóru
hetjum sínum. Ungu fólkini
úr Jyllandi eru einki ein
dømi í so máta.
Hóskandi broytingar
Hesir ungdómar eru prógv
um, at The Dreams gjørdu
púra rætt, tá teir í síni tíð
valdu at geva eina fløgu út
á donskum. Nógvir bólkar
spældu emokendan punk
tá, men eingin gjørdi tað á
donskum.
Fyribils
hava
Hans
Edward, Eirikur, Corfitz og
Heini tó sagt mange tak fyri
seinastu ferð á hesum sinni.
Nú syngja teir á enskum,
men trúgvu fjeppararnir
hava sanniliga ikki svikið
teir kortini. Tað var útgávu
konsertin í gjár besta dømið
um, har minst 100 fólk,
hóast kulda og kava, høvdu
valt at leggja leiðina fram
við í plátuhandlinum á Ros
kildevej í Frederiksberg,
sum ikki liggur serliga væl
fyri í mun til sentrum.
Við ensku orðunum og
heldur øðrvísi tónum, ljóða
ungu føroysku dreingirnir
meira vaksnir. Eitt tilvitað
val, hevur Hans Edward
áður sagt við Sosialin.
– Tað, sum vit hava gjørt
higartil, hevur hóskað væl
til okkum tá. Henda fløgan,
vit nú geva út, er meira
optimistisk enn tann sein
asta. Meira vaksin, hevur
Hans Edward áður sagt.
Hetta hevur forsangarin í
bólkinum eisini rætt í. Ikki
einans eru dreingirnir vorð
nir nøkur ár eldri, teir hava
eisini ment seg tónlistarliga,
umframt at teir við ensku
tekstunum ljóða meira alvor
ligir.
Góða móttøku
Bólkurin vónar, at teir við hes
um broytingum eisini fara at
røkka einum eldri aldursbólki.
Uttan mun til hvussu hesar
royndir fara at eydnast, so
hevur bólkurin fastatøkur á
einum
ávísum
bólki
av
donskum tannáringum.
Hesir vóru ikki í iva um,
at bæði nýggja fløgan og
útgávukonsertin
vóru
fantastisk. Men eisini dansk
ir fjølmiðlar hava tikið væl
í móti Revolt. Stóra danska
tónleikablaðið Gaffa hevur
givið fløguni fýra av seks
møguligum stjørnum.
Í
stutta
ummælinum
verða løgini Under the Sun
og sjey minuttir langa
Insomnia Suite nevnd sum
tvey av heilt sterku løgun
um, áðrenn ummælarin end
ar við at siga, at fløgan »...
overstiger samtlige de for
ventninger, man med rime
lighed kunne stille til The
Dreams«
Áðrenn ummælarin kem
ur so langt, hevur hann
millum annað sagt, at The
Dreams »... folder vingerne
ud og sætter kurs mod
internationale farvande«.
Hita upp fyri
Tokyo Hotel
The Dreams eru í samband
við fløguútgávuna farnir á
konsertferð kring landið.
Henda byrjaði hóskvøldið
og eftir at hava spælt aftur
um vikuskiftið og í gjár, er
ein lítil steðgur til næsta
vikuskifti.
Síðani fær bólkurin eina
heldur óvanliga og spenn
andi uppgávu, tá teir skulu
hita upp fyri heimskenda
týska tónleikabólkin Tokyo
Hotel, sum spælir í Forum í
Keypmannahavn 1. mars.
Dreymaútgáva
The Dreams høvdu útgávukonsert í TP
Musik á Roskildevej á Frederiksberg
í Keypmannahavn seinnapartin í
gjár. Hans Edward, Eirikur, Corfitz
og Heini fingu allan handilin upp at
kóka, samstundis sum teir eisini brúktu
væl omanfyri ein tíma upp á at skriva
autografar eftir konsertina
Myndir: Rólant Waag Dam