týsdagur 23. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 37 - 23. februar 2010
Fyrst av øllum, Johan
Peter sen; mær dámar ikki
at vera lagdur undir søgu
avnoktan, søgufalsan og
søgumanipulatión. Tað er
ikki fullveldisfólk, ið
syrgja fyri, at okkara børn
og ungdómar einki læra í
fólkaskúlunum um fólka
atkvøðuna í 1946, klaks
víksstríðið og jólafundin í
1888; tað líkist miðvísari
søgufalsan og søguav
noktan.
Mýta og veruleiki
Tá tosað verður um fólka
atkvøðuna í 1946 koma
persónligir og politiskir
áhugar upp í tulkingina. Í
øðrum londum, tá ein
fólka atkvøða verður tald
upp, verða ógyldugar
atkvøður ikki taldar við, tí
tær hava onga ávirkan og
eru tískil uttan týdning.
Um vit telja upp eins og
onnur demokratisk sam
feløg, vildu vit fingið hetta
úrslit: Loysing 50,7%, og
stjórnaruppskoti 49,3%
(166 atkvøður fleiri fyri
loysing). Johan Petersen
velur at taka tær ógyldugu
atkvøðurnar við, fyri at
loysingaratkvøðurnar skulu
koma niður um 50%. Men
hví skulu vit telja atkvøður
øðrvísi enn restina av
demokratisku londunum?
Johan Petersen sigur
eisini, at fólkaatkvøðan
bert var vegleiðandi. Danir
hava á demokratiskan hátt
valt sær eina grundlóg. Tað
hava føroyingar enn ikki
gjørt. Í donsku grundlógini
er ein áseting um, at fólka
atkvøður eru at meta sum
vegleiðandi. Tó er onga
staðni í donsku grundlóg
ini ásett, hvussu farast skal
fram, um antin føroyska
ella grønlendska fólkið
skal halda fólkaatkvøðu
um sína tjóðarstøðu. Tað
hevði eisini verið nógso
nasadjarvt hjá einari tjóð at
ásett í síni egnu grundlóg,
hvussu aðrar tjóðir kunnu
skipa sína tjóðarstøðu.
Harafturat verður grund
gevingin um, at 1946
fólkaatkvøðan einans
skuldi verið vegleiðandi
politiskt fullkomiliga til
einkisgjørd av avgerandi
politiskum útsagnum bæði
áðrenn og aftaná 14. sep
tember, og bæði av polit
isk um leiðarum í Føroyum
og teirra samhugaðu í
donsku stjórnini; millum
hesar sjálvur forsætisráð
harrin, Vilhelm Buhl. Hann
boðaði undan fólkaat kvøð
uni frá, at meirilutin av
atkvøðugreiðsluni fór at
verða virdur (kelda:
tinganes.fo). Sig mær
Johan, er útsøgn danska
forsætisráðharrans ikki til
at taka fyri fult? Koma
forsætisráðharrar bert við
óálítandi og vegleiðandi
útsøgnum? Fólkaatkvøður
verða fylgdar í øðrum
siviliseraðum londum; men
her í molbúgvararíki eru
tær altso bert vegleiðandi?
Álvaratos, er eingin endi á
hesum býttisligu og kon
strueraðu tulkingum?
Antin hava vit fólkaræði,
har fólksins rødd hevur
týdning og fær fylgjur, ella
eisini eru vit als ikki ein
demokratisk tjóð. Hetta er
enn eitt typiskt dømi, har
sambandsvongurin spælur
"demokrati" undir einum
hjálandaveldi; tó bert inntil
tað líkist ov nógv veru lig
um fólkaræði, tí tá koma
vit ov nær loysingini.
»Lítla« valluttøkan í
1946 er enn ein kend og
afturvendandi sambands
mýta. Valluttøkan í 1946
var 66,4 %, og var hetta
faktiskt ein vanlig vallut
tøka í hesi tíð. Til saman
beringar var valluttøkan á
løgtingsvalinum í 1945:
75,7%, í 1946: 73,3%, í
1950: 61,3% og í 1954:
66,9%.
Tá ið danir atkvøddu fyri
Maastrichtsáttmálanum
var meirilutin eisini margi
nalur. Men danir eru
demo kratiskir, og skilja og
virða rødd fólksins í
hvussu so er í egnum landi
og uttan fyri ríkisfelags
skapin. Munurin á atkvøð
unum var líka lítil sum í
Føroyum í 1946. Valúr
slitið hjá dønum um
Maastricht var: Ja 49,3%
og nei 50,7%. Hetta var
virt og eftirlíkað. Tá fólka
atkvøða verður skriv að út,
er tað álvara. Einki vigar
meira í einum fólkaræði
enn atkvøðan, røddin, hjá
fólkinum.
Í forsetavalinum í USA
um somu tíð var hetta
valluttøkan: 1944: 56%, í
1948: 62,5%. Í nýggjari tíð
í USA sær soleiðis út:
1980: 52,6%, í 1984:
53,1% (Reagan í báðum
førum), í 1996: 49%
(Clinton aðru ferð
historycentral.com) og
hetta er flaggberaratjóðin,
eftir Bretland, tá talan er
um fólkaræði og demokrat
iskar mannagongdir.
Sannleikin um
grundlógina
Danska grundlógin kemur
altíð upp at venda í slíkum
kjaki. Fyri at tosa um
hetta, má sannleikin fyrst
staðfestast: Danir lýsti
teirra grundlóg at vera
galdandi í Føroyum í 1850,
men føroyingar hava
ongantíð atkvøtt fyri ella á
annan hátt valt donsku
grundlógina sum galdandi
í Føroyum. Tá ið uppskotið
til broytta danska grundlóg
var til fólkaatkvøðu í 1953,
var valluttøkan í Føroyum
heilt niðri á 8,7 %. Aftan á
valið varð henda grundlóg
lýst at galda í Føroyum.
Hvussu við hesum, Johan
Petersen? Var tað ein nøkt
andi valluttøka, soleiðis, at
úrslitið kundi gerast bind
andi fyri Føroya fólk?
Hetta er einfalt eitt hjál
andaveldi, sum áleggur
hjálandinum eina stýris
skipan. Trúgva vit upp á
fólkaræðið og upp á rættin
hjá Føroya fólki at taka
avgerð um egnu lagnu sína,
kunnu vit ikki annað enn
halda fast við, at danska
grundlógin er bert galdandi
í Føroyum, um føroyingar
loyva henni at galda. Vit
kunnu, tá ið vit vilja, við
fólkaatkvøðu annulera hesa
grundlóg, til frama fyri
okkara egnu. Tískil er einki
høpi í, at nevna »brot á«
ella »í stríð við« donsku
grundlógina, tá føroyingar
tosa um sjálv ræði og
loysing. Eingin lóg ella
mynduleiki er hægri í
Føroyum enn ynski og krav
Føroya fólks.
Sambandsmýtur ella føroyskt fólkaræði
Hósvík
DáviD
isfelD
Gevi politikkarunum
nógv hægri løn
Sjálvstýrisflokkurin kom um vikuskiftið við fráboðan
um, at inntøkumøguleikarnir hjá landspolitikarunum
eiga at skerjast. Teir skulu eitt nú ikki hava dupulta
bíðiløn.
Eg haldi. at vit skulu ganga øvugta leið. Politikk
arar eiga at verða somikið væl løntir, at teir ikki
eingang verða freistaðir til nakað annað starv. Tað
eigur at vera ásett, at løgtingslimur kann ikki hava
nakað annað starv, enn at verða lóggevari, somikið
álvarsligt er hetta starv. Ein løgtingslimur eigur ikki
at fáa nakra aðra løn enn ta, hann fær frá løgting
inum.
Eg hugsi, at løgtingsarbeiði er so mikið ábyrgdar
fult og hevur so stóran týdning fyri trivnaði hjá
hvørjum einstøkum borgara, at ein løgtingslimur eiga
at fáa eins høga løn og okkara hægst løntu stjórar,
vinnulívsmenn, okkara hægst løntu skiparar. Um teir
vóru á hædd við okkara bankastjórar, er kanska
heldur ikki við síðuna av, um ein hugsar um ábyrgd.
Vit tosa um lønir í milliónaklassanum. Lønin skal
verða somikið høg, at politikkarar ikki verða
korrump eraðir av lokkandi fíggjarligum tilboðum av
nøkrum slag. Tað skal verða bannað við lóg, at ein
politikkarari kann hava nakra aðra inntøku, enn tað
politiska arbeiðið gevur. Og pensiónin og yvirgang
urin til vanligt borgarligt starv aftur skal verða
somikið góð og trygg, at neyðugt er ikki at upptaka
størv í ára tíggjur, tí ein er í farloyvi.
Onnur lond hava fyri langari tíð síðani funnið út av
tí skilagóða í at løna politikkarum ordliga. Eitt nú
Singapore. Har hevur tú ikki loyvi at hava nakra aðra
inntøku, um tú er fólkavaldur. Hinvegin lønir landið
tær somikið væl, at tú hevur ikki tørv á aðrari løn. Og
harvið er møguleikin fyri korruptión minkaður niður
í næstan einki. Afturfyri fær samfelagið politikkarar,
sum kunnu halga arbeiðsorkuna til politikk, heldur
enn at tað er eitt egostyrkjandi frítíðarítriv.
Um vit virða og løna tað politiska somikið, sum vit
eiga, tá sleppa við frá ónøgdum sjúklingum, tá ið
læknarnir Andrias Petersen, Jenis av Rana og Marjus
Dam eru í roki í løgtinginum. Tað verður ikki neyð
ugt hjá Kára Post at verða fremsti maður í várróðri
num á Norðhavinum ella frammalaga í hummara
veiði, sum tað hevur verið neyðugt hjá honum fyrr og
honum nýtist heldur ikki eitt starv at bíða eftir
honum á Posta. Hann hevði føtt fornuftigari hugskot
enn hetta seinasta, tí tá hevði hann havt stundir til at
verið politikkari. Kári á Rógvi nýtist ikki at hava
onnur størv fyri at samsýningin samsvarar til hansara
juridisku útbúgving. Her eru nøkur nøvn nevnd, eg
kundi havt nevnt fleiri. Kanska onkur politikkari
gníggjar sær í lógvunum av nevndu dømum, kikarin
vendir móti tykkara grammni eisini.
Og hinvegin høvdu vit tá fingið politikkarar, sum
einki annað høvdu at hugsa um enn politikk.
Fólkaheilsan í Eysturoynni, Havnini og Vágum hevði
ikki ávirkað politiska arbeiðið. Heldur ikki gýtingin á
Norðhavinum ella lokkandi juridisk bein í
Suðurstreymi.
Og vit høvdu fingið betri politikkarar og harvið eitt
betri samfelag til frama fyri øll.
Nøkur av okkara bestu politisku talentum koma
ongantíð á ein uppstillingarlista av teirri einføldu
orsøk, at tey hava ikki fíggjarliga ráð at fara upp í
politikk, og tað er stórt spell fyri fólkaræðið. Og tíðin
eigur at vera farin frá, at skúlalærarar pr. automatikk
sita á tingi, tí ongin annar hevur stundir og ráð til at
lóggeva okkara landi.
Og høvdu politikkarar havt virðilig fíggjarlig kor,
tá hevði eitt fullkomiliga óumhugsað uppskot, sum
tað seinasta frá Sjálvstyrisflokkinum als ikki sæð
dagsins ljós og nógv onnur við hesum. Vit høvdu
fingið politikk heldur enn møsn.
Hellurnar tann 23. februar
justinus@olivant.fo
Jústinus leivs
son eiDesgaarD
FríggjakvøldiÐ 26. feb
í Rex í tórsHavn
LeygarkvøldiÐ 27. feb
í Mentanarhúsinum í FuglafirÐi
upphiting: oniontree
eitt stuttligt kvøld
illugraphique.com
ATGONGUMERKI FÁAST í forsølu Á EBILlETT.FO
18 ára aldursmark í tórshavn
frændur