týsdagur 23. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 23. februar 2010
21
viðmerkingar
Tvey mál, sum hava við
løg regluna at gera, verða
nógv umrødd í fjølmiðl un
um í hesum døgum.
Annað málið er viðvíkj
andi umskipanini av løg
regluni og hitt er íkomið í
sambandi við, at ein nýggj
ur politiinspektørur er
settur í starv.
Viðvíkjandi málinum um
umskipan av løgregluni, so
eru atfinningarnar av tí
vanliga slagnum, har sagt
verður, at tað er einki galið
við sjálvum málinum, men
tað er mátin... Ella sum
Annika Olsen segði í eini
útvarpssamrøðu: ”Tað er
tað prinsippiella í tí...”
Trupulleikin sigst vera,
at tingfólk vórðu ikki
hoyrd í málinum, nei, tey
vóru bara kunnað, og tað
er ein ávísur munur á at
verða kunnaður og at verða
hoyrdur.
Tingfólk vístu ongan
áhuga
Tað undrar meg, at so nógv
verður gjørt burtur úr
hesum málinum nú, tí tá ið
kunningin fór fram, vístu
tingfólk (millum annað tey,
sum nú finnast at), sera
lítlan – fyri ikki at siga
ongan áhuga fyri málinum.
Fútin bjóðaði øllum 33
tinglimunum til kunnandi
fund seinasta summar, har
greiðast skuldi frá um
skipanini av løgregluni,
men bara tríggir tinglimir
møttu. 30 tinglimir møttu
ikki!
Nakrar dagar seinni fekk
Lokalnevndin (har um
boðum fyri løgtingið og
løgregluna sita) somu
kunning. Hóast eg eri
limur í Lokalnevndini,
hevði eg lítlan hug at
luttaka á tí fundinum, tí eg
hevði verið til tann fyrra
fundin. Men tá eg sá, at eg
var einasta løgtings um
boðið, sum var møtt,
umframt Katrin Dahl
Jacob sen, sum er forkvinna
í nevndini, føldi eg meg,
fyri skomm skyld, vera
noyddan at verða sitandi.
So lítil var áhugin fyri
hesum málinum, meðan
tað enn var aktuelt. Men tá
tað kemur til at grenja
aftaná um manglandi
kunn ing og ávirkan, tá er
áhugin stórur.
Politiinspektørurin
Hvat hinum málinum
viðvíkur, so eiga allar lógir
sjálvsagt at verða fylgdar í
sambandi við eina
starvssetan. Men í aðrar
mátar er talan um júst
somu setanarviðurskifti,
sum vóru galdandi, tá
nýggjur landsantikvarur
varð settur í starv fyri
nøkrum árum síðani.
Tá, sum nú, stóð valið
ímillum ein danskara og
ein føroying. Føroyingurin
hevði fyribils røkt starvið
frammanundan (júst sum í
hesum málinum), og hann
hevði eisini allar neyðugar
førleikar. Ein samd
setanar nevn hevði ikki
minni enn tvær ferðir mælt
til at seta hann í starvið,
men kortini valdi lands
stýriskvinnan úr Tjóð
veldis flokkinum, at seta
danskaran, sum ikki hevði
somu royndir og kunnleika
til Fronminnissavnið, í
starvið. – So hatta málið
hava vit sæð fyrr.
Okkara lítla samfelag hev
ur allar tíðir verðið roynt
av niðurgongd. Aðrar tíðir
hevur borið framá. Fólkið
hevur viljan til at yvirliva,
og tí hava kreppur í mestan
mun hert vilja hjá fólkin
um her at menna seg fram
um kreppuna og livað
víðari. Tað er jú her, vit
hoyra til! Tað er her, okk
ara vøgga stóð og fram
vegis stendur hjá komandi
ættarliðnum!
Vit liva í eini undarligari
og onkisigandi tíð við
núverandi niðursetandi og
neiligu ávirkan frá okkara
framsøgufólkum. Bæði á
politiska økinum og fjøl
miðlaøkinum!
Fyri stuttari tíð síðan
vóru vit vitni til, hvussu
fólkið í USA varð fóðrað
við lyftum og ákærum frá
politisku flokkunum í
samband við val har.
Ráðandi flokkurin bað
um góðkenning at varð
veita galdandi politikk við
ávísum ábótum, meðan
mótparturin bað um stuðul
til at fremja grundleggjandi
broytingar.
Hóast ymiskar politiskar
áskoðanir, so valdi meiri
lutin av fólkinum at stuðla
til broytingar. Broytingin
var stuðlað við einum
jaligum vilja til ávísar
ábøtur. Hvussu hetta
annars fer at roynast, vita
vit ikki.
Støðan her heima hjá
okkum kann neyvan
samanlíknast við støðuna í
stóra USA, men kortini
kunnu ákærur og lyfti hjá
flokkum samanlíknast, og
tó við heilt hvørt sínum
endamáli!
Okkara politiska stríð
snýr seg ikki um »ov
nógvar óneyðugar útreiðsl
ur í Afgahnistan« v. m.
Ikki um teirra stríð fyri
eini eftir okkara skipan
hóskandi almannalóggávu.
Okkara politiska stríð
snýr seg um at yvirliva við
tí fólki og teimum virðum,
ið hetta land ræður yvir!
Tí tykir mær so harmu
ligt, at okkara útbúnað fólk
innan politikk og fjøl
miðlar nýtir sína orku við
sínum neiliga fram ferðar
hátti at taka allan virkishug
frá landsmonnum sínum!
Fíggjarorka landsins eru
løgd í ávísa rammu til
gagns fyri samfelagið. Við
samtykki frá øllum innan
politikk.
Fíggjarinntøkan er fall
andi í hesum døgum, og nú
verður leitað millum
politikk arar, hvør hevur av
teimum skyldina. Ja enntá
verður kravd hægri løn í
hesum niðurgongutíðum av
fastløntum á landi. Mink
andi inntøkan hjá vinnu
lívinum skal skapa størri
inntøku til samfelagið!??
Mín sannføring er og
hevur verið, at samfelagið
fer at yvirliva, um sunt
vinnulív sleppur at virka,
og at vit politiskt við
sjálvstýri ráða okkum
sjálvum.
Her verður neyðugt at
byrgja fyri ósunnum
vinnuligum spekulantum,
meðan føroyskt sjálvstýri
verður sett á stovn!
Leiðin er helst long, men
sjálv kreppan finnst mill
um politikarar og blað
fólk!!
Altjóða móðurmála
dagur 21. februar
O, móðurmál, hvussu livst?
Tey »smáu« málini kring heimin hvørva sum døgg
fyri sól. Tey verða køvd av teimum størru. Hjá
føroyskum er støðan ikki so hættislig, men vit mugu
kortini vera á varðhaldi.
Við tí málsliga hugburði, sum fleiri nú tykjast hava
(ikki bara “Foreiningin”), har føroyskt og danskt
næstan kann brúkast hvørt um annað, har føroyskir
og útlendskir bókstavir kunnu vevjast í ein málsligan
vavgreyt, ja, við slíkum hugburði kann vandi vera á
ferð.
FOR EKSEMPUL: For exempil, forsempul!? Ja,
hví ikki? spyr onkur. Er neyðugt at siga ella skriva
»til dømis«?
Í seinastuni er málblandari komin á vøllin við
rættiliga víðgongdum sjónarmiðum. Tað er sambært
viðkomandi í lagi at blanda danskt upp í føroyskt,
ikki bara munnliga, men eisini skrivliga! Sig so tað!
Nýhugsan!?
TRAÐKA Í KARAKTER: Hugaligt var kortini í
somu viku at síggja lesarabræv, har maður fanst at
nýggjari føroyskari málisku: »at traðka í karakter«.
Eg haldi, tað verður sagt í sambandi við ítrótt. Veit
onkur, hvat tað man merkja?
ANGREB og FORSVAR: Hasi bæði orðini vórðu
brúkt í eini útvarpsítróttarsending!? Ja, hví siga »álop
og verja«, tá vit hava orðini »angreb og forsvar«?!
EITT MÁLTÍÐ: Soleiðis segði maður í útvarpinum
sjálvan altjóða móðurmáladagin! Nei, eg nevni ikki
navnið. Ein tíð er ikki hvørkikyn. En tid á donskum
átti heldur ikki at verið hvørkikyn. Kortini siga danir
»et måltid«!? Ein máltíð er tað rætta.
MUNTLIG LØGTINGSMÁL: Trífalt tvíve.løgting.
fo . Har kallast okkurt »muntligir fyrispurningar«.
Munnu tey ikki meina munnligir?
Vónandi fer løgtingið at taka undir við tí, sum Árni
Dahl og hansara málnevnd hava lagt fram móðurmál
inum at frama.
Vit mugu hava meira av føroyskum undirvís ingar
tilfari og nógv meira av føroyskum teksti á sjón varps
skíggjan!! Ansið nú eftir stavivillum, Dagur og vika!
E.S.: STAVINGIN: Í Føroyum stendur illa til við
stavingini, heilt illa, sjálvt um føroyskt ikki er so
torført at stava!? DØMI: Nøkur, ið vóru á seinasta
skeiðið (huff, huff, eg sigi ikki meir).
E.E.S: Hví sleppur »Sprokstrikan« at skriva við
dulnevni?
Við móðurmálskvøðu
Á Borg á Argjum 1. várdag 2010
Allir tryggingartakarar hjá
Tryggingarfelag Føroyar
hava rætt at stilla upp til og
at velja fólk í umboðsráðið,
men bert fá vita um henda
rættin.
Umboðsráðið má taka
stig til at broyta hesa støðu,
skal vanligi tryggingar
takarin ikki fá ta fatan, at
limirnir í umboðsráðnum
ynskja at hetta skal vera
støðan.
Tað at fólk skula biðja
um at fáa atkvøðuseðilin
sendandi ger, at fleiri ikki
fá tað gjørt og sostatt ikki
luttaka í valinum, heilt
nógv eru als ikki vitandi
um, at valið fer fram.
Fyri tryggingartakaran
hevði tað verið rímiligt, at
atkvøðuseðilin kom send
andi, uttan fyrst at skula
verða umbiðin. Tað hevði
eisini verið rímiligt, at
valevnini boðaðu frá síni
visjón og endamáli við at
stilla upp til
umboðsráðsval, so veljarin
fekk eina hóming av, hvat
valið veruliga snúði seg
um.
Verandi støða førir við
sær eitt undarligt valstríð,
har valevni mega órógva
fólk við umbøn um at tey
útvega sær atkvøðuseðil og
um at atkvøða fyri sær til
umboðsráðsvalið.
Persónliga fari eg at
biðja fólk halda mær til
góða, um eg havi órógvað
tey við hesum.
Nú er bert eftir hjá teim,
ið ikki enn hava sent
atkvøðuseðilin inn, at fáa
hetta gjørt áðrenn fríggja
dagin.
»Sjáldan fast tað í lag, ið
kemur í drag«, tí er umráð
andi at fáa hetta avgreitt
beinan vegin.
Les meir um málini her:
http://www.bricksite.com/
andrass
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
eyðun
á borg
Er samfelagið í kreppu?
eyðun moHr
Viderø
Tvey politimál
Hvar er málið?
valevni til Umboðs
ráðið fyri Ognar felag
Tryggingar takaranna
AndrAss
skAAlum