týsdagur 23. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 37 - 23. februar 2010
Á heysti 2008 kom fløgan
»The Palace« hjá Dánjal
á Neystabø út í Føroyum.
Fløgan gjørdist væl umtókt
kring oyggjarnar, og nú
hevur hon eisini vunnið
frama í útlondunum.
Úr Týsklandi hevur Dánj al
áður fingið bjóða plátu
sátt mála, men ongan, sum
var nøktandi fyri unga
føroyingin. Nú hevur tað
eydnast honum at fáa ein
sáttmála, sum lúkar øll
krøvini, og fløgan »The
Palace« verður í næstum
útgivin í Týsklandi, Sveis,
Eysturríki, Hollandi, Belgia,
Luksemborg, Fraklandi,
Bretlandi, Italia, Turkunum
og Spania.
– Seinastu tvey árini havi
eg arbeitt við mínum egna
tónleiki sum komponistur
og rithøvundur. Eftir at
The Palace kom út, fekk eg
eina avtalu við eitt týskt
booking felag, og sum úrslit
av hesum samstarvi havi
eg verið á trimum konsert
ferðum í Týsklandi, sigur
Dánjal á Neystabø, sum
fegnast um, at tað umsíðir
hevur eydnast at fáa eina
góðan sáttmála í hús.
Ætlanin hjá týska plátufel
agnum er ikki bert at geva
»The Palace« út á nýggjum
– ætlanin er eisini, at Dánjal
skal útgeva enn eina fløgu á
vári 2010.
– Í sáttmálanum stendur,
at tey útgeva fløguna »The
Palace« í vár og eina fløgu
aftur næsta vár. Tað vil
siga at eg má fara í holt
við miðvíst at arbeiða við
komandi fløguni. Av tí at
mín tónleikur altíð hevur til
endamáls at ganga nýggjar
leiðir og at vera nýskapandi,
er tað sera tíðarkrevjandi og
avbjóðandi arbeiði, sigur
Dánjal á Neystabø.
Dánjal skal í næstum á
konsertferð í Týsklandi,
men í hesum døgum
er hann í Føroyum
og leygarkvøldið
komandi fer Dánjal
at framføra í Sjón
leikarhúsinum í Havn
klokkan 21.00.
Fortíðin talar
fyri seg
Dánjal hevur drúgvar
royndir innan tón
leik, bæði sum lags
miður og ikki minst
sum framførari.
Hann hevur nevni
liga bæði framført
sum einstaklingur,
men eisini við fleiri
ymiskum bólkum. Hann
hevur virkað innan fleiri
tónleikasjangrur – eitt nú
popp/rokk, jazz, fólkatónleik
og worldmusic.
Hann hevur lokið master
útbúgving í tónleiki frá
Lærda háskúlanum í
Malmø. Umframt hetta, so
hevur hann eisini gingið á
Groningen Conservatorie
of Music eitt tíðarskeið og
verið í Gambia, har hann
hevur nomið sær royndir
innan slagverk.
Dánjal
fingið
sáttmála
í Týsklandi
Føroyski tónleikarin Dánjal á Neystabø hevur
undirskrivað umfatandi sáttmála við týskt
plátufelag, sum í næstum fer at geva fløgu
hansara út í 11 londum
Fløguútgávur hjá Dánjali
Tangz 1999
Prix Føroyar 1999
Prix Føroyar 2001
Ævintýraferðin 2004
Rókur 2005
Ævintýraferðin 2005
Ævintýraferðin 2006
Ævintýraferðin 2007
Ævintýraferðin 2010
Dánjal The Palace 2008