Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. februar 2010 Don Ø gevst Flemming Østergaard, betri kendur sum Don Ø, er liðugur sum formaður fyri Parken í Keypmannahavn. Hann stillar ikki uppaftur til nevndarformann Hann boðaði í gjár nevndini í Parken Sport & Entertainment A/S, at hann, eftir 13 ár á odda, ikki stillar uppaftur til nevndar­ formann, tá aðalfundur verður í apríl. Í fráboðanini greiðir hann frá, at trýstið á hansara egna per són er blivið ov stórt. – Tað hevur verið spennandi at standa á odda fyri Parken­ samtakinum og F.C. Køben­ havn, men tað ógvusliga fokus ið á mín persón teir sein­ astu mánaðirnar hevur verið sera krevjandi og eftir mínari meting einsrættað, sigur Flemming Østergaard í frá­ boðanini til nevndina í dag. Ein av áfinningunum hevur verið tann ógvusliga lønin, sum Flemming Østergaard hevur fingið gjøgnum árini. Lønmodtagernes Dyrtids­ fond, LD, eigur 30 prosent av Parken og skal spýta 150 milli­ ónir krónur í eina bjargingar­ ætlan upp á tilsamans hálva milliard. Tað var eisini stjórin í LD, Carsten Koch, sum í no ­ vember steðgaði persón ligum milliónaútgjald ingun um til Flemming Østergaard, sum síðani 2002 hevur trygg jað for manninum 23,2 milliónir krónur í inntøkum. Flemming Østergaard hevur seinastu 13 árini verið nevndarformaður í FCK. Hetta tíðarskeðið hevur felagið ment seg til tað sterkasta í Danmark, men tað er ikki altíð, at nevndarformaðurin hevur verið so væl umtóktur Ole Einar Bjørndalen hevur ikki borið Noregi OL-gull enn Hóast Noreg hevur vunnið 5 gull­ heiðursmerki, og 12 OL­heiðursmerki á hesum leikunum, so eru norðmenn alt annað enn nøgdir. Norðmenn eru serliga vónbrotnir um Ole Einar Bjørndalen, sum bert hevur vunnið eitt silvurmerki higartil. Kappingarár aftaná kappingarár hevur Ole Einar Bjørndalen vunnið eitt hav av kappingum, og tí er eitt silvurmerki aftaná fýra ein stak linga­ kappingar als ikki nøktandi fyri ta kræsnu norsku tjóðina. Skíðskjótingarserfrøðingurin hjá NRK, Stian Eckhoff verjir Bjørndalen: – Ole hevur fingið eina ringa byrjan, og er tí blivin strongdur av at royna at fáa gongd á. Hetta er blivið ov hart fyri Ole, staðfestir Stian Eckhoff. Tað var ein skelkur fyri mong heima í Noregi, tá »skíðskjótingar­ kongurin« byrjaði OL í Vancouver við at raka við síðunnar av fýra ferðir, og bert endaði á einum 21. plássi í sprintkappingini. Í kappingini ígjár rakti Ole Einar Bjørndalen sjey ferðir við síðunnar av, og endaði fjórðaftast, og tað er skelkandi, tá ein hugsar um, at Bjørn dalen hevur vunnið 42 altjóða meistaraheiti. Ole Einar Bjørndalen hevur onga góða frágreiðing um hví tað gongur av skriðuni. – Eg havi gjørt alt tað, sum eg skuldi gera áðrenn OL, allar ætlanir eru fylgdar nágreiniliga. Eg má seta meg niður og hugsa um tað sum er hent her á vetrarleikunum. Hetta er ógvuliga súrt, og eitt stórt vónbrot fyri meg, sigur Ole Einar Bjørndalen við norska kringvarpið. Kvinnudystur á Hálsi Kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF spæla í kvøld útsettan dyst í Sunset-deildini Talan er um dystin, sum av røttum skuldi verið spældur sunnudagin, men sum vegna donsku landsliðs vitjanina varð fluttur. Undan dystinum er Neistin púr asta einsamalt á triðja plássinum í kapp­ ingini, og her verða tær helst eisini verðandi. VÍF er tó einasta av niðaru liðun um, sum hevur bast Neistanum, og kunnu tær gera tað sama einaferð afturat, er púrasta vist, at tær bjarga sær sessinum deildini. mørk Niðurflytingin bíðar Starsvnevndin hjá Hond bóltssambandinum hev ur á fundi gjørt av, at spurn ingurin um niðurflyting úr bestu deildunum ikki verður viðgjørdur, fyrr enn kappingin er av Tað skrivar HSF á heimasíðu sínari. Síðani tað tíðliga hetta kapp ingar árið stóð greitt, at Team Klaks vík er ávegis móti Atlantic Airways­deild ini, hevur verið kjakast, um tað er rætt ella ikki at lið flyta niður. Hetta tí talið av hond bóltsfeløgum er somik ið avmarkað, at tað verur sera tungt hjá liðnum, sum flytur eina deild nið ur, at koma fyri seg aftur. Spurningurin varð viðgjørdur á starvsnevndarfundi í gjár, og her var semja um, at málið ikki verður við gjørt fyrr enn eftir landskappingina. mørk Norðmenn harmast um Bjørndalen heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Ole Einar Bjørndalen er eitt av sterkastu kortunum hjá Noreg til vetrarítrótt, men í Vancouver hevur gingið av skriðjuni til hjá honum Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo