mikudagur 24. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 38 • 24. feb. 2010
Müllersættin:
6. partur
Í seinasta parti endaðu vit
brævskrivingina til Poul Müller,
sum doyði í 1901. Tá var eingin
ábending um, at Amalia og Johan
ikki ætlaðu at blíva verandi í
Grønlandi nakað væl afturat. Men
longu í 1902 eru tey aftur í Føroy
um. Eyguni eru farin at bila hjá
Johan, og kanska heilsan eisini, tí
longu í 1907 er Johan deyður.
Tá fór Amalia at fáa sær privat
skúla, sum nógvir vóru í Havn
seinast í 19. øld og fyrrapartin í
20.øld.
Amalia var longu í 1887 farin at
hava privatskúla, men hon gavst í
1890, tá ið hon fór til Grønlands.
Men eftir, at maðurin er deyður,
fer Amalia aftur undir at hava
privatskúla. Hetta var í Bauers
húsi í Rættará ella Christines
Minde, sum tey eisini kallaðust.
Her búði hon, og her hevði hon
skúla til 1934, tá hon gavst.
Beiggin Poul hevði arvað húsini
frá foreldrunum, og Amalia arvaði
húsini frá Poul.
Tað er óvist, hvussu nógvar
næmingar Amalia hevði, tí eingir
næmingalistar eru til skjals. Á
skúlamynd frá 1921 eru 27 børn.
Táið hon gavst at undirvísa í
1934 var Amalia 68 ár. Tá var
nýggi katolikkaskúlin komin.
Hann dró so nógvar næmingar, at
Amalia hevði ongar eftir.
Petur Háberg skrivaði í
Hugbirtingum um privatskúlar og
eisini um tann hjá “fru Joensen”,
sum Amalia varð kallað.
Hann skrivar, at í garðinum
var ein stórur steinur, sum menn
meintu var íbygdur.
Petur sigur frá einum gomlum
næmingi, at nakrar gentur vóru
so fínar, tíat tær dugdu at rokna
brøk og sótu við eitt borð fyri
seg. Men at hava børn í ymiskum
aldursbólkum og búningarstøði
inni í senn, tað kann ikki hava
verið so lætt, sjálvt um tað hevur
verið ein hjálp, at ymisk hold
møttu til ymiskar tíðir.
Einaferð var ein drongur, sum
hevði ein fjórðing at ganga til
hús, eftirsettur, tíat hann ikki
hevði dugað nóg væl. Hann
gramdi seg um, at hann var so
svangur. “Íðan góði,” skal frú
Joensen hava sagt, “so skalt tú
eta saman við okkum. Vit hava
grunningshøvd í dag.”
Hon hevði eina jarnlineal,
sum hon stakk niður eftir
ryggskinninum á næmingum, ið
vóru slignir í herunum fyri at fáa
teir at rætta seg upp. “Linealin
var so køld fyrsta dagin, men hon
ornaði so við og við,” tók onkur
gamal næmingur til.
Petur minntist sjálvur til, at
frú Joensen hevði avtalað við
bróðursonin bóndan Poul Müller,
son Søren, at hann skuldi siga
teimum frá, tá ið hann slepti
neytunum út um várið. Hetta var
ein sonn fragd hjá børnunum at
síggja, ikki minst hvussu lystiliga
kálvarnir spældu.
Villi fer burtur
Vilhelm var elstur av systkjunum
f. í 1891. Hann fer út at sigla í
1907, og í verunleikanum er tað
sera lítið fólk vistu um hann, fyrr
enn hann kom heim á eina stutta
vitjan í 1943. Tað vit vita nú kom
ikki framm fyrr enn Vilhelm doyði
í 1948. Tá komu undan kavi brøv,
sum mamma og brøður hansara
skriva til hansara. Tey siga nakað
um gongdina fyrstu árini hjá
Vilhelm úti í heimi.
Okkurt er komið fram í brøvum
frá mammubeiggjanum Hans
Christian Müller í USA til ættina
heima í Føroyum. Hetta verður
komið aftur til í komandi parti.
Ikki minst eru hesi brøv áhugav
erd í síni lýsing av lívinum í Havn
fyri um 100 ár síðani.
Konfirmatiónsgávur
í 1909
Fyrsta endurgivna brævið
til Vilhelm er frá beiggjanun
Guttorm, har hann hevur
áhugaverda frásøgn um sínar
konfirmatiónsgávur.
Thorshavn 12.9.1909
Kære Ville
Jeg er blevet konfirmeret. Jeg
fik 30 Kr. fra Onkel Søren, 25
fra Onkel Rasmus, 20 Kroner
fra Onkel Jens, 5 kroner fra Frk.
Kjelnæs, 4 Kr fra Hanne (helst
arbeiðskonan hjá Müller) og 2 Kr.
fra Rasmus Effersøe, altsaa i alt
81 Kr.
Fra Mor fik jeg Fars Sølvur
og Fars Sølvkæde, fra fru Mohr
(Margrethu, konu Jens) fik jeg
et Skrivestel og fra Andrass
Samuelsen et Brevkort Album
og et fra Just Jacobsen. Des
uden 11 forskellige Bøger,
29 Gratulationskort og 2 Tele
fontelegrammer. Jeg havde
Matrostøj, naturligvis med lange
Bukser, til Konfirmationen. Senere
skal du faa et Billede af mig.
Jeg længes efter at høre fra
dig. Jacob Øster skal op paa
Sanatoriet. Vi har meget at
gøre nu i Handelsforeningen,
fordi Onkel Jens (Olsen) er
i Kjøbenhavn, for han har
ondt i Øret. Jeg gaar over i
Handelsforeningen Kl. 8 om
Morgenen og gaar Kl. 11 til
Frokost. Igen i Handelsforeningen
Kl. 12, Kl. 2 til Middag, og Kl 3
ind igen, kl. 5 til Eftermiddagste,
Kl. 6 ind igen, og saa bliver jeg til
de lukker Kl. 8½.
Send mig endelig nogen
Brevkort, for jeg samler, og jeg
ejer en masse. Jeg fik ingen
Brevkort fra dig, da du var i
Australien.
Bankdirektøren (C. Christensen)
skal rejse fra Færøerne for Alvor.
En Islænder (G.M. Havsten)
skal være 1ste Bankdirektør
og Steingrim Finsen
skal være 2den
Bankdirektør.
Ørur maður í
býnum í 1910
Amalia Joensen og hennara synir hava dugað væl at skriva og hava verið dúgligir brævskrivarar.
Tí ber til at lýsa søguna um Villa hjá Grønlands-Johan, sum gjørdist amerikanskur flotaovasti
Amalia Joensen, sum hevði
privatskúla fyri tey “fínu”
Næmingar hjá frú Joensen umleið 1921
➘
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo