Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 38 - 24. februar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Av hjarta takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og fylgdu dóttur, mammu, ommu, langommu, og oldurommu okkara Hjørdis Mellemgaard Tórshavn / Taastrup til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til øll, sum vóru um okkara elskaðu mammu undir hennara sváru sjúkralegu. Tøkk til øll starvsfólk á Herlev sjúkrahúsi, sum tóku sær av henni. Tøkk fyri troystarrík, góð og vøkur orð í Vejleå kirke í Ishøj og í Miðvágs kirkju. Tøkk til tey, sum hjálptu til við ervinum í Danmark og í Føroyum, kokkar, hjálparfólk og tey, sum komu við mati, køkum og øðrum. Tøkk til kór, sangarar, spælarar, gravarar og kirkjutænarar. Tøkk til familju, vinir og onnur, sum á ein ella annan hátt vóru hjá, tá ið á stóð. Tøkk til øll, sum hjálptu til við kórsetingini í Danmark og við jarðarferðini í Føroyum. Tøkk fyri blómur, kransar og stuðul. Tøkk til øll sum góvu peningagávur til Føroyafelag móti krabbameini. Fyri tey avvarðandi Eydna, Una, Hjalmar, Jógvan, Tommy Mamma og systkin Rundir dagar hjá Leif Mohr 2. januar hevði Bjarni Reynagarð 25 ára starvsdag hjá Pf. Leif Mohr. Bjarni hevur arbeitt sum goymslu og sølumaður tey fyrstu nógvu árini. Fyri tíð síðan fór hann í annað starv, og stendur nú fyri vørumóttøku og útkoyring. Bjarni hevur hesi 25 árini verið við til stórar broytingar hjá Pf. Leif Mohr, og við hegni og nærlagni hevur hann verið við til at føra fyritøkuna fram til dagin í dag. 1. mars hevur Marjóna Djurhuus verið í starvi hjá Pf. Leif Mohr í 40 ár. Marjóna hevur øll árini arbeitt í bókhaldinum. Frá bókhaldi ført við hond til nútímans telduskipanir. Serkenni fyri Marjónu hevur allan vegin verið hennara arbeiðssemi og nærlagni. Soleiðis hevur hon øll árini verið eitt av álitunum hjá Pf. Leif Mohr. Arnold Nielsen, Strendur, andaðist mánadagin, 77 ára gamal. Tey, ið vilja minnast Arnold við blómum ella kransum kunnu í staðin lata Sjóvar kirkju eina gávu. Konta í peningastovnunum. Kistan við Magnus Johan Larsen, Porkeri, fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin kl. 17 í Porkeris kirkju. Jarðaferðin verður hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Manna kunnu lata Suð­ uroyar Ellis­ og Røktarheim eina gávu. Konto í pen­ ingastovunum. Kistan við Lars Martin Kristiansen fer úr heimin­ um við Vallalíð mikudagin kl. 16. Jarðarferðin verð­ ur úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Lars, kunnu lata Heimið við Vallalíð eina gávu, konta í Føroya banka Kathrina Kjærbæk Jensen, ættað úr Tórshavn, búsitandi í Miðvági, andaðist sunnudagin, 31 ára gomul. Preben Edvard Larsen, maður Dortheu, fødd Ell­ ingsgaard, úr Havn, andaðist 17. februar, 84 ára gamal. Jarðarferðin verður 27. februar klokkan 13 úr Bregninge Kirke, Kirkebakken 2, Tåsinge, 5700 Svendborg. Andlát og jarðarferðir Tøkk Av hjarta takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og fylgdu pápa, abba, langabba og oldurabba okkara Yarmouth Mellemgaard Tórshavn til hansara seinasta hvíldarstað Tøkk til øll, sum vóru um okkara elskaða pápa undir hansara sváru sjúkralegu. Tøkk fyri troystarrík og góð orð í kapellinum. Tøkk til øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk til tey, sum hjálptu til við ervinum og tey, sum komu við mati, køkum og øðrum. Tøkk til sangarar, spælarar, gravarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur og stuðul. Tøkk til familju, vinir og onnur, sum á ein ella annan hátt vóru hjá, tá ið á stóð. Fyri tey avvarðandi Eydna, Una, Hjalmar, Jógvan, Tommy og systkin Dagurin 24. februar. Leypársmessa. Fjórða hvørt ár varð ein dagur taldur afturat í februar mánaði, so at hann fekk 29 dagar. Hetta var ein fyriskipan í tíðarrokning okkara, sum skuldi fáa ár og dagar at samsvara við gongd sólarinnar. Hann var vanliga ikki hildin 24. februar, men 25. februar, tá ið leypár var. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Merkisdagar 30 ára føðingardagur 27. mars fyllir Ruborg Haraldsen, Saltangará, 30 ár. Føðingardagurin verður hildin á Sjókafeini kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Ruborg, kunnu tekna seg á tlf. 310826 ella 256345 áðrenn 23. mars. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 28. feb. verður Edna Beck, Tvøroyri, 70 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Kari Ann frá kl. 15. 80 ára føðingardagur 25. feb. verður Selma Heinesen, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin á Brekku 16. Frá kl. 18. 85 ára føðingardagur Mánadagin 1. mars verður Martin W. Tórgarð 85 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. og tey, sum hava hug at heilsa uppá Martin, eru vælkomin inn á gólvið heima í Varðalág 3 ímillum kl. 14 og 17. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke, Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn manadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Konfirmatión Dýra Biðidag 30. apríl 2010 konfirmerast Sára Kristiansen, dóttur Ib og Thyra Kristiansen, í Stubbæk kirkju. Adr. Buen 63 ­ 6200 Stubbæk ­ Tlf. 48415615 / 20645615 / 22215605