Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 24. februar 2010 13 Tíðindaskriv Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri Hósdagin, 11. februar, var føroyska sendistovan í Reykja vík vertur fyri tign­ ar ligum gesti, tá ið Gunvør Balle, sendikvinna, beyð Vigdís Finnbogadóttur vælkomnari á gátt. Longu í juni mánaði 2006 gav Vigdís Finn boga­ dóttir tilsøgn um at vera verji hjá Saltsilo verk ætl­ anini á Drelnesi. Í hesum sambandi beyð Verkætlan Salt, við Ólavi Rasmussen, verkætlanarleiðara, á odda, Vigdís Finnbogadóttur á vinarvitjan á føroysku sendistovuna í Reykjavík. Í fylgi við Ólavi Rasmussen vóru Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn. Vigdís Finnbogadóttir eigur stóran heiður av, at Siloprojektið er komið so langt, at fyrireikingar nú verða gjørdar at stovna silogrunnin, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av at umbyggja siloina og reka hana, tá ið hon stendur liðug. Løtan á sendistovuni var óformlig og heimlig, við frálíkum smyrjibreyði, sum Marentza Poulsen hevði gjørt til, øli frá Føroya Bjór, te og kaffi. Ólavur Rasmussen gav í stuttari talu status í Verk­ ætlan Salt. Vigdís Finn­ bogadóttir returneraði við vælvaldum orðum um hennara brennnandi áhuga fyri norðurlendskari mentan og norðurlendskum samstarvi og frøddist um, at hon hevði gjørt sítt til at Verkætlan Salt er komin undir land. Vigdís Finn­ bogadóttir helt fyri, at tað lá henni á láni at heimsøkja Føroyar og gera ein túr at skoða saltsiloina á Drel­ nesi. Sum tøkk fyri stuðulin handaði Verkætlan Salt Vigdís Finnbogadóttur málning, sum Zacharias Heinesen hevur málað. Vigdís var bæði glað og rørd um gávuna, og segði, at hesin málningur fer at hanga á skrivstovu henn­ ara. Á málningin er fest einføld silvurpláta, við innskriftini: Saltsiloin á Drelnesi. Prátið gekk lystiliga yvir borðið á føroysku sendi­ stovuni í Reykjavík. Tað snúði seg í høvuðsheitum um norðurlendska mentan, støðuna í Íslandi og europeiska heimspeki. Ein ógloymandi løta fyri allar partar. Farvæl! Í 8 ár hevur Náttúrubarnagarðurin verið í Æðuvík, har børnini hava spælt og sannroynt ta framúrskarandi náttúru, sum har er – fjøruna, hagan, vøtnini, áartutl, fuglaljóð, tað ótrúliga ljósið, sólina, sum rísur úr havi, og annars náttúruna sum heild. Hetta verður nú søga. Runavíkar kommuna hevur tikið avgerð um at leggja Náttúrubarnagarðin niður, tí nýggjur stovnur er bygdur í Søldarfirði. Men finst nakað betri fyri børnini enn náttúran, sum gjøgnum allar sansir stimbrar og mennir børnini, bæði likamliga, málsliga og sálarliga? Ynskiligt er, at tað tað framvegis skal bera til at kunna brúka náttúruna í Æðuvík sum eitt grund leggj­ andi námsfrøðiligt amboð. Foreldraráðið hevur tí savnað saman undirskriftir og latið Runavíkar kommunu tær við vón um, at kommunan fer at taka stig til at varðveita eitt so ríkt tilfeingi. Eisini ein Facebook­bólkur er stovnaður til tess at varpa ljós á avgerðina hjá Runavíkar kommunu. Bólkurin nevnir seg: »Nei til at flyta Náttúru barna­ garðin úr Æðuvík og til Søldarfjarðar«. Hóskvøldið 25. febr. kl. 17.00 verður almennur fundur í býráðssalinum í Runavík um júst hesa avgerð. Løgreglan Eitt av teimum málsøkjum, sum vit kunnu yvirtaka, er løgreglan. Orsøkin til at hetta ikki er gjørt, er møguliga tann, at vit halda tað vera ov dýrt at gjalda kostnaðin av henni, og at tey, sum har starvast, frykta fyri, at tey fingu verri kor, um skattgjaldararnir skuldu fíggja útreiðslurnar. Men sum er hava tey, ið arbeiða í løgregluni, ikki serliga góðar treytir. Lønin er ikki høg, og arbeiðsumstøðurinar eru ikki glæsiligar. Hetta er nógv fyri, tí tað arbeiði, sum løgreglan ger, er av allarstørsta týdningi fyri at samfelagið skal trívast. Onkur má ansa eftir at borgararnir trygt kunnu ganga á gøtunum og vera í sínum egnu húsum uttan at óttast at nakar ger seg inn á tey. Nú halda tey í Canada, at kostnaðurin fyri skattgjaldararnar av løgregluni er ov høgur. Har er løgreglan farin undir eina lýsingarherferð fyri at fáa einstaklingar til at gjalda fyri tænastur, løgreglan kann veita teimum. Hildið verður, at tað væl ber til at fáa so stórar meirinntøkur burtur úr hesum virksemi, at hetta kann fíggja vanliga løgregluvirksemið. Tá hetta kann lata seg gera í Canada, er lítið at ivast í, at tað eisini hevði kunnað latið seg gjørt her, og er tað tí einki at ivast í, at vit uttan stórvegis kostnað fyri skattgjaldararnar kundu yvirtikið løgregluna og fingið teimum, sum har starvast, sømilig kor. foreldraráðið Zakarias Wang Vigdís Finnbogadóttir gestur hjá Verkætlan Salt á føroysku sendistovuni í Reykjavík Ólavur Rasmussen, verkætlanarleiðari, Vígdis Finnbogadóttir, verji hjá Saltsiloverkætlanini og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri á samkomu á føroysku sendistovuni í Reykjavík herfyri Kom av tilvild, at saman­ bera okkara politikarar, løgting og landsstýrið við okkara landslið í fótbólti. Og tað var sera áhugavert. Tað sær vakurt og spenn­ andi út, tá landsliðið stend­ ur og syngur »Tú alfagra land mítt« og er klárt til dystin fús. Somuleiðis er, tá skrúð­ gongan á ólavsøku kemur millum Kirkju og Løgting. Men so er tað úrslitið? Ja úrslitið er oftast sera skuff­ andi, og umberingarnar eru nógvar? Hettar báði á fótbólts­ vølli og í løgtingi? Og so er spurningurin Hví? Svarið er samanfallandi. Vit eru fáment tjóð, saman borið við aðrar tjóðir sum vit kappast ímóti. Her er ikki so nógv at taka av. Samanborið við eitt nú danir er forholdið 1 til 100. Hava vit ein dugnaligan fótbóltsleikara, so hava danir 100, og fransar og týskarar 1000. So tykist eisini vera innan tað almenna, løgting og Landsstýrið. Her er eins og á fótbóltsvøllinum strev an aftur og fram, nógv rennan eftir bóltinum uttan at fáa fatur á honum, og tá tað einaferð eydnast, eru ongar kreftir eftir og skoti ferð framvið málinum? Eitt er at frøa seg um, og tað er, at tjóðveldis fólk sita á bonkinum. Tí tá teir seinast vóru á vøllinum, gjørdu teir fleiri »sjálv mál«. Men hvussu heppi tað er, at liðformaðurin fyri sam­ gonguni er fyrrverandi málverji, fáa vit at síggja. Tað at liggja afturi á vøllinum, og verja gevur onki framstig, onki mál, og mál er tað vit eiga at fáa, um vit skulu vera við. Tað er onki mál í sær sjálvum at fara til dystin bert fyri at vera við, og taka skrædlið? Einhvør sum fylgir eitt sindur við í fótbólti, veit at tað skulu úrmælingar til fyri at fáa góð úrslit. Og soleiðis er eisini í landsins leiðslu? Har manglar ikki fólk, kvantiteturin er har, men hvat við kvalitetinum? Tað skal meira enn ein góður vilji til, tí at taka avgerðir krevur vita fram um kenslur. Og slíkar persónar mangla vit í teirri politiski skipan her í Føroyum. Eins og í fótbólti, ber til at »keypa« nakrar pro­ fessionellar til at fáa landið á beina kós. Føroyskir politikarar hava spælt fallitt. Og eiga at læra av mistøkunum. Politiskir amatørar? Porkeri Brynjálvur danBjørg innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.