Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2010 Undir kreppuni fyrst í nítiárunum lógu nógv skip á Vestmanna, sum fíggingarstovnar høvdu lagt. Nú kreppa aftur hevur verið og er í pørtum av vinnuni, eru skipini aftur vorðin fleiri, sum eru løgd í Vestmanna Kreppa Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ”Vestmanna verður vanliga hildin at vera tryggasta akkersplássið í Føroyum. Kendi rithøvundurin, J. Chr. Svabo, metti longu fyri 200 árum síðani, at Vestmanna avgjørt er besta akkerspláss, bæði á sumri eins væl og gjøgnum harðbalna, norð­ uratlantiska veturin...” Soleiðis skrivar Vest­ manna kommuna á síni heimasíðu um Vestmanna sum skipahavn. Í síðstu viku sleipaði vakt­ arskipið Tjaldrið línu skipini West Freezer og Venus úr Vágum til Vestmanna. West Freezer er fyrr­ verandi Pison, sum í fleiri ár var heimahoyrandi í Klaksvík. Venus er fyrrverandi Ekliptika, sum tá var heima­ hoyrandi í Klaksvík. Upp­ runaliga er hetta er norskur línubátur, sum fleiri før­ oyingar kenna undir navni­ num Øyliner. Fiskiveiðieftirlitið sigur, at tað er Føroya Banki, sum hevur biðið um sleipini. Feløgini, sum eiga West Freezer og Venus, eru í fíggjarligum trupulleikum, og væntandi er, at skipini koma at liggja í Vestmanna, til tey hava fingið nýggjar eigarar. Tað er partafelagið Fossá í Sandavági, ið hevur staðið sum eigari av Venusi, og tað er smápartafelagið KG 476 í Miðvági, ið hevur staðið sum eigari av West Freezer. Á Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at tað er ikki ofta, at vaktarskip gera sleip fyri bankar sum í hes­ um førinum, tí vanligt er, at skipini verða sigld upp á pláss, um tey annars eru í lagi. Rinda havnargjald Sosialurin hevur spurt havnarstjóran í Vestmanna, Leiv Olsen, um skip, sum fíggingarstovnar soleiðis leggja hald á, eru ein inn­ tøka fyri kommununa fyri tað havnagjald, tey rinda, meðan tey liggja. Leivur Olsen sigur, at nú West Freezer og Venus liggja í Vestmanna, ræður Føroya Banki yvir tilsamans fýra skipum og trolbátum, sum liggja við bryggju í Vestmanna. Umframt línuskipini, sum komu í síðstu viku, eru trolbátarnir Niclas og Vest­ urfarið eisini lagdir í Vest­ manna. Haraftrat er ein glas­ trevjabátur, sum bankin eis­ ini hevur fingið lyklarnar til. Havnarstjórin sigur, at skip, sum liggja við bryggju í Vestmanna, gjalda 1 krónu og 45 oyru um samdøgrið fyri hvørt nettotons, sum tey eru stór. ­ Taka vit eitt skip sum línuskipið West Freezer, er nettotonsatalið 120. Tað merkir, at bankin noyðist at gjalda 174 krónur um samdøgnið í havnagjaldi fyri at hava skipið liggjandi á Vestmanna, sigur hann. Størri skip fyrr Havnarstjórin vísir á, at undir kreppuni fyrst í nítiárunum fekk kommunan rímiliga nógv inn í havna­ gjøldum, tí fleiri stór skip, sum fíggingarstovnar høvdu lagt hald á, tá lógu á Vestmanna. Leivur Olsen sigur annars, at færri skip koma á Vestmanna í dag enn í sínari tíð, tá avskipingar eisini vóru um byggjukantin. ­ Men enn verður fiskur landaður í Vestmanna, og tí liggja ísfiskatrolarar javnan við bryggju, sigur havnar­ stjórin í Vestmanna. Skipskirkjugarður í Vestmanna gevur kommuni inntøkur Aftur møguleiki fyri meti Fyri 14 døgum síðani kundi ein heppin vinnari hjá Danske Spil seta met, tá møguleiki var at vinna 58 milliónir. Aftur í kvøld er møguleikin, hesaferð at vinna 61 milliónir. Í kvøld ber til at skriva seg inn í søgubøkurnar, um tú sum hin einasti fær fatur í øllum vinninginum hjá Danske Spil í mikudagslotto. Eingin vinnari var til dráttin seinasta mikudag, og tað merkir, at vanligi vinningurin í kvøld er 13 milliónir krónur. Hartil kemur so supervinningurin, sum nú er komin heilt upp á 48 milliónir krónur. Tað merkir so, at um alt lagar seg, kann ein einstakur vinnari fara avstað við heilum 61 milliónum krónum. Metið higartil er 38,5 milliónir krónur, sum ein familja í Keypmannahavn vann í mars 2008. Superpuljan er ikki vunnin síðani 21. oktober í fjør Føroya Fiskimanna­ felag liggur í einum eftir øllum at døma drúgvum rættarmáli við reiðaríið, sum eigur rækjutrolaran, Arctic Viking Stríð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaðurin í Fiskimanna­ felagnum, Jan Højgaard, er ikki so skakkur av, at rækju­ trolarin Fríðborg nú er seldur. Hann sigur, at hetta var væntandi, tí sum hann hevur skilt, er skipið dýrt í rakstri, og trupult hevur verið hjá felagnum, sum eigur skipið, at fáa endarnar at røkka. Einir 27 mans tilsamans hava verið knýttir at Fríð­ borg, men Jan Højgaard heldur, at hesir menn kortini høvdu mist sína hýru ­ antin fyrr ella seinni, soleiðis sum gongdin hevur verið. Sjálvur hevur Jan Højgaard sum formaður í Fiskimannafelagnum leingi fýlst á, at útlendingar um­ borð á føroyskum rækju­ skipi ikki hava siglt undir somu treytum sum føroyskir fiskimenn. ­ Vit hava tapt rættarmál í Føroya rætti móti felagnum, sum eigur rækjutrolaran Arctic Viking. Hóast tað, at vit ikki fingu viðhald, hava vit valt at royna málið í Eystara Landsrætti. Hann sigur, at málið millum Fiskimannafelagið og felagið, sum eigur Arctic Viking, kemur fyri aftur hin 23. mars. ­ Hetta er eitt mál, sum ikki bara viðkemur limun­ um hjá okkum, men før­ oysku arbeiðarafjøldini í síni heild. Tað eigur ikki at lata seg gera at hava út­ lendingar umborð á før­ Jan Højgaard í stríði við ræk - Sum tjóð eiga Føroyar at halda seg langt burtur frá trælahaldi, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimanna- felagnum Mynd: Vilmund Jacobsen Innari liggur línuskipið West Freezer og ytri línubáturin Venus. Tað er Føroya Banki, sum nú hevur lyklarnar til skipini Mynd: Birgir W. Høgnesen