Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2010 Færri irakar á val Tann 7. mars verður tjóðartingsval í Irak, men meiningakanningar benda á, at nógvir irakar ætla sær ikki á val. Á valinum fyri fimm árum síðani vóru meiri enn 79 prosent av veljarunum og greiddu atkvøðu, men sambært teimum nýggju kanningunum fer valluttøkan neyvan upp um 64 prosent hesaferð. Kanningarnar vísa eisini, at tað eru serliga sunnimuslimarnir, sum sita við hús valdagin. Umleið 19 milliónir fólk hava atkvøðurætt á irakska tjóðar­ tingsvalinum. Teirra millum eru hálv onnur millión irakar, sum búgva í øðrum londum. Semja í leysari luft Kina sáar nú iva um møguleikarnar fyri einari bindandi semju millum ídnaðarlondini og menningarlondini um, hvussu altjóða samfelagið skal tálma veðurlagsbroyting­ unum. Kinesiski umboðsmaðurin í veðurlagstingingun­ um, Yu Qingtai, segði í morgun, at í veruleikanum eru møguleikarnir fyri einari semju smáir. Hann heldur ikki, at tey stóru londini eru sinnað at slaka nóg mikið í teimum ósemjunum, sum gjørdu, at so lítið kom burtur úr ST­ráðstevnuni í Keypmannahavn. Tí eru vánirnar undan ráðstevnuni í Meksiko seinni í ár heldur ikki tær bestu, sigur hann. Í 2001 áttu føroyingar 10 rækjuskip. Nú Fríðborg er seld, eru bert tvey rækjuskip eftir í føroyska rækjuskipaflotanum, og so fámentur hevur flotin ongantíð verið, síðan føroyingar spunnu gull úr rækjuveiðini Rækjuflotin Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroya Reiðarafelag dylur ikki fyri, at felagið harmast sáran um søluna av Fríðborg. Á heimasíðu felagsins sigur formaðurin, Viberg Sørensen, at niðurleggingin av hesum arbeiðsplássi, sum Fríðborg var, er ein vanlukka fyri Føroyar. Hann vísir á, at við skipi­ num vóru 18 mans hvønn túrin, og við avloysarum lá manningartalið um 27. ­ Fríðborg hevur goldið einar 13 miljónir krónur í hýrum til manningina um árið, og manningarparturin hevur verið ein góð hálv miljón um árið, sigur Viberg Sørensen. Átta skip færri Formaðurin í Felagnum Rækjuskip, Jóhan Joensen, sum eisini er reiðari á rækjutrolaranum Arctic Viking, sigur, føroyski rækjuflotin er minkaður við tilsamans átta skipum síðan ár 2001. ­ Í 2001 vóru 10 rækju­ skip í flotanum, og í dag eru bert tvey eftir, sigur hann. Rækjuskipini, sum føroyingar áttu í 2001, vóru Hvilvtenni, Høgifossur, Ocean Castle, Sólborg, Arctic Viking, Kappin, Borgin, Sout Island, Sjúrð­ arberg og Fuglberg. Jóhan Joensen sigur, at Fríðborg, sum nú er seld, áður hevur kallast Ocean Castle og seinni Napoléon og Havborg, sum framvegis er heimahoyrandi í Leirvík, er fyrrverandi South Island. Størri rásarúm Formaðurin í Felagnum Rækjuskip sigur, at før­ oysku rækjukvoturnar eru nóg mikið til trý skip, men tvey skip klára eisini at fiska kvoturnar upp. Hann vísir á, at føroyska rækjukvotan í Eysturgrøn­ landi er 1335 tons, harav partafelagið Líðin í Kolla­ firði eigur tey 445 tonsini, meðan partafelagið Sjóborg í Leirvík eigur 990 tons. ­ Sjálvsagt hava færri skip betri møguleikar enn fleiri skip, sum skulu býta tær góðu kvoturnar, sigur Jóhan Joensen, sum nú noyðist at ásanna, at før­ oyski rækjuskipaflotin er tódnaður við tilsamans átta skipum síðan ár 2001. Arctic Viking er rækjutrolarin hjá kollfirðingum Havborg, sum leirvíkingar eiga, er fyrrverandi South Island Føroyingar eiga bert tvey rækjuskip eftir kjuskipaflotan oyskum fiskiskipum, ei heldur á føroyskum arbeiðs­ plássum fyri minni løn og verri sømdir enn okkara egnu fólk fáa, sigur hann. Hann heldur, at Føroyar sum tjóð eiga at halda seg langt burtur frá trælahaldi, sum hann tekur til. Tað er avgjørda niður­ støðan hjá Jan Højgaard, at tey 27 prosentini, sum limirnir í Fiskimanna­ felagnum sambært rækju­ sáttmálanum eiga í sín part av veiðini, ikki skulu fella í hendurnar á øðrum enn manningini. ­ Fáa vit ikki viðhald í Eystara Landsrætti í hesum máli og annars tapa málið í allari rættarskipanini, ætla vit at leggja málið um út­ lendsku arbeiðsmegina fyri altjóða dómstólin í Haag, sigur Jan Højgaard, for­ maður í Føroya Fiskimanna­ felag.