mikudagur 24. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 38 - 24. februar 2010
Í dag fyllir kendi danski ras
arakoyrarin Jason Watt 40 ár.
Jason Watt er føddur í
London 24. februar 1970.
Mamman er donsk og pápin
onglendingur.
Jason hevur meginpartin
av lívi sínum búð í Dan
mark. Hansara yrkisleið
sum kappkoyrari byrjaði, tá
hann sum 10 ára gamal var
við til fleiri gokart kapping
ar við sera góðum úrslitum
og vann fleiri meistarskap.
Longu tá setti hann sær
fyri, at hann ein dag skuldi
verða formel 1 koyrari.
Hann helt á at koyra kapp
og fór frá gokartum til bilar.
Hann arbeiddi seg upp inn
an motorsportin, og beint
sum dreymurin um at gerast
formel 1 koyrari skuldi ger
ast veruleiki, kom hann út
fyri eini álvarsligari ferðslu
vanlukku á motorsúkklu
tann 13. oktober 1999, tá
hann varð lammaður frá
bringuni og niðureftir.
Jason Watt kom tó skjótt
fyri seg aftur. Hann skrivaði
heimssøgu, tá hann í 2002
verður DTCmeistari (Dan
ish Touringcar Champion
ship). Tað er ongantíð hent
áður innan altjóða motor
sportin at ein avlamin kapp
koyrari hevur vunnið eitt pro
fessionelt meistaraskap. Í
Onglandi varð hann heiðrað
ur av fyrrverandi formel 1
koyraranum Sir Jackie Ste
wart, og í Danmark kemur
hann inn á eitt 7. pláss yvir
best umtóktu persónar í land
inum.
Jason Watt var í Føroyum í
mars í fjør í sambandi við at
Balslevs Timburhandil og
Bygma í Hoyvík lótu upp
nýggjan handil. Hann helt
eisini fyrilestur um sítt lív fyri
umleið 300 fólkum á Hotel
Føroyum. Bygma A/S hevur
gjørt
sponsoravtalu
við
rasarakoyraran og hansara
team,
sum
eitur
Team
BYGMA Jason Watt Racing.
Jason Watt hevur skrivað
bókina „Fordi jeg vil“, sum
er um hvussu hann eftir van
lukkuna aftur kundi luttaka
í motorsportinum. Hann er
eisini kendur sum fyri
lestrarhaldari, eins og hann
ofta er við í radio og sjón
varpssendigum.
mg
Jason Watt
40 ár
Hósdagin 25. februar
kl. 16.10
Í sendingini Bilradio á Rás2
hósdagin 25. februar er sam
røða við Claus Christensen,
sum er settur sum deildar
stjóri hjá Würth í Føroyum.
Claus sigur frá um hvat
Würth er og stendur fyri,
og hvussu Würth arbeiðir í
Føroyum.
Würth
hevur
síðan 1998 havt sølufólk í
Føroyum.
Í sambandi við at ein frá
greiðing er handað Anniku
Olsen, landsstýriskvinnu í
innlendismálum, frá arbeiðs
bólkinum sum hon setti í
august 2009 at kanna møgu
leikarnar fyri koyritekniskari
breyt í Føroyum, er ein sam
røða við Hans Jacob Her
mansen, fyrrverandi koyri
lærara, sum saman við
øðrum hevði eina ætlan um
eina koyritekniskabreyt í
høvuðsstaðarøkinum
fyri
fimm árum síðan.
Eisini er prát við Sølva
Reinert Hansen frá Ferðslu
trygd um at 1000 føroyingar
hava fingið eitt spurnarblað
frá Norðurlendska Ferðslu
trygdarráðnum NTR. Sølvi
sigur, at higartil eru 350
spurnarbløð
komin
inn
aftur. Hóast freisitin er úti,
vónar hann at tey sum hava
fingið spurnarbløðini lata
tey inn beinanvegin. Sølvi
leggur afturat, at spurnar
bløðini eru anonym.
mg
Koyriteknisk breyt og Würth í Bilradio
Claus Christensen
deildarstjóri hjá
Würth í Føroyum
Mynd: Jens Kristian
Vang
Hans Jacob Hermansen fyrrverandi koyrilærari
Mynd: Jens Kristian Vang
Sølvi Reinert Hansen stjóri í Ferðslutrygd
Mynd: Magnus Gunnarsson
Myndin er tikin, tá
Jason Watt var í Før
oyum í mars mánað í
fjør. Her er hann saman
við Bent á Lava, stjóra
hjá Balslev, Heina Festir
stein og Jan Petersen
Mynd: Magnus Gunnarsson