Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2010 Fíggjarstøðan hjá Sands kommunu kundi verið betri. Men roynt verður at húsast við teirri inntøkuni, sum kommunan fær inn í skatti. - Jú, ynskilistin er stórur, men vit fáa sum er, bert gjørt ein part av tí sum vit kundu ynskt okkum, staðfestir borgarstjórin, Brandur Sandoy Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandur: Tað vóru tær tíðir, tá nógv arbeiði var knýtt at stóra havnalagnum í bygdini. Fleiri skip landaðu fast á Sandi, og á flakavirkinum var arbeiði til nógvar virkis­ fúsar hendur. Og alt andaði av bjartskygni. Í dag er støðan nógv broytt, og gólvini á flaka­ virkinum eru fyri tað mesta turr. Hóast inntøkurnar hjá kommununi ikki eru mink­ aðar so øgiliga nógv tey seinastu árini, ber illa til hjá kommununi at seta alt tað í gongd, sum tørvur er á. ­ Jú, tað hevði sjálvandi verið betri, um vit áttu fleiri milliónir á bók og høvdu stórar inntøkur. Men vit klára okkum kortini við tí sum vit hava, slær Brandur Sandoy fast. Ein av ætlanunum sum eftir ætlan skal setast í verk í næstum, er upplatingin av bókasavninum. Og gongst sum ætlað, verður rættiliga skjótt farið undir at betra um tilboðini til barna­ ansing. ­ Vit kundu sjálvandi ynskt okkum ein nýggjan barnagarð og møguleikan at fara undir størri útstykk­ ingar. Men beint nú loyvir fíggjarstøðan ikki hesum, sigur borgarstjórin. Fyrimunur Á Sandi eru ikki tey nógvu arbeiðsplássini. Her eru m. a. handlar, barnagarður, ellisheim, skúlar, bóndur og handverkarar og annað. Í síni tíð var flakavirkið á Sandi álitið hjá mongum heimum, men soleiðis er ikki longur. ­ Nei, tíverri er ikki tað nógva arbeiðið har í dag. Tað er nakað at gera, tá ein bátur kemur at landa, men síðani verður veiðan koyrd til Skopunar at skilja, greið­ ir Brandur Sandoy frá. Tíbetur vísir tað seg, at fleiri fólk av Sandi hava arbeiði í Skopun. Og hetta er so aftur til fyrimunar fyri inntøkurnar hjá Sands kommunu. Júst hetta við inntøkuni er ein søga fyri seg: Hóast niðurgangstíðir eru í sam­ felagnum, er inntøkan hjá kommununi ikki lækkað so øgiliga nógv, ­ men hon er so heldur ikki hækkað tað stóra! Sambært Brandi Sandoy hevur hetta sína natúrligu frágreiðing: ­ Í teimum góðu tíðunum, tá hækkaði skattainntøkan ikki so nógv. Og tí kanst tú siga, at vit fingu fyri sovítt ikki lut í teimum góðu tíðunum. ­ So nú, tá tað gongur niður á bakka, stendur inntøkan at kalla í stað! Avdrøg Ein kommuna á stødd við hana á Sandi, eigur altíð at tryggja sær at inntøkur og útreiðslur fylgjast. Í ár javnvigar fíggjar­ ætlanin soleiðis við 13 mió krónum, og er tað á leið tað sama sum í fjør. Ein vansi við fíggjar­ politikkinum og íløgunum hjá kommununi er, at skuldin er so stór. Sum áður nevnt, eru ynskini nógv, men pening­ urin ikki til staðar. ­ Ja, skuldin er so stór sum tvær álíkningar. So tú skilir, at her fer nógvur peningur at gjalda avdrøg við, staðfestir Brandur Sandoy. Arbeiða við tí sum vit hava Eins og so nógva aðrastaðni eru rættiliga nógv fólk rakt av arbeiðsloysi á Sandoynni. Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni er arbeiðsloysið á Sandoynni farið at tátta í sjey prosent, og er hetta væl yvir miðaltalið fyri landið. Hetta hevur sjálvandi sína ávirkan á inntøku­ grundarlagið hjá kommunu. ­ Nei, eg tori ikki at siga, hvussu verður við inntøkuni í framtíðini. Tað er alt treytað av, hvussu tað annars gongur í samfelagnum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandoy. Arbeiðsloysi veksur ” Eg tori ikki at siga, hvussu verður við inntøkuni í framtíðini. Tað er alt treytað av, hvussu tað annars gongur í samfelagnum Ynskini eru nógv, men peningur er ikki til at seta øll arbeiðið í verk, sum heimasandsfólk kundu ynskt sær. - Vit klára okkum við tí sum vit hava, sigur borgarstjórin, Brandur Sandoy Mynd: Jens Kristian Vang Endurtaka djóradagarnar í Hovi Djóradagarnir, sum vóru fyriskipaðir í Hovi í fjør, eydnaðust so mikið væl at tiltakið verður endurtikið í døgunum 15. og 16. mai. Tað er Suðuroyar Hestafelag, sum skipar fyri djóradøgunum. Sagt verður, at um fólk hava djór, sum tey ynskja at vísa fram, kunnu tey venda sær til Suðuroyar Hestafelag á tlf. 218821. Skálafossur hevði 17.330 pund Skálafossur hevur trolað á Skeivabanka, nú teir komu inn at landa mánamorgunin. Sambært Sandoyarportalinum hevði skipið álagt ein minstaprís uppá 22,12 krónur, og skuldi tað geva 191.659 krónur fyri alla nøgdina. Skálafossur, ið er úr Vestmanna, var til fiskiskap í eina viku.