mikudagur 24. februar 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 24. februar 2010
7
tíðindi
AðAlstjóri til
UttAnríkisráðið
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum
í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu
leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum.
Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri føroysku Uttanríkistænastuna.
Økið fevnir um altjóða politisku og altjóða rættarligu
viðurskifti Føroya, luttøku í millumtjóða og altjóða
felagsskapum, handilspolitisku viðurskifti við onnur lond,
menningarhjálp, útflutningsframa og ferðavinnu og at menna
umdømi Føroya í altjóða høpi.
Høvuðsuppgávur:
· leiða og samskipa arbeiðið í ráðnum
· samskipa og fyrireika uppgávur í omanfyri nevndu málum
· Fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan virkisøkið
· ábyrgd av samráðingum við onnur lond og altjóða
felagsskapir innan virkisøkið
· Aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisøkinum til
Førleikakrøv
kravt verður, at umsøkjarin hevur útbúgving á master stigi frá
lærdum háskúla og leiðsluroyndir frá almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum. somuleiðis verður kravt, at umsøkjarin
hevur góðan málsligan førleika og hollan kunnleika til
føroyskt, enskt, danskt og norðurlendskt mál.
Viðgerðin av umsóknum tekur støði í leiðsluprofilinum
hjá Uttanríkisráðnum, sum sæst á heimasíðuni hjá
løgmansskrivstovuni (www.tinganes.fo).
Setanarviðurskifti
starvið er tænastumannastarv, starvsheitið er aðalstjóri og
er flokkað í 39. lønarflokki. Harumframt er ein mánaðarlig
viðbót uppá 4.906,02 kr. Viðbótin er ikki eftirlønargevandi.
setanarøkið fevnir um Uttanríkisráðið, stovnar undir tí,
løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. tænastustaðurin
er í løtuni Uttanríkisráðið. tann, ið settur verður í starvið, skal
tola at verða fluttur í onnur leiðandi størv í Uttanríkisráðnum.
nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjuna
Hanusardóttir, løgmansstjóra, tlf. 55 10 30.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og
møgulig viðmæli skulu stílast til løgmann og sendast
løgmansskrivstovuni, Marjuni Hanusardóttir, løgmansstjóra,
postsmoga 64, 110 tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 18.
mars kl. 12. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
SANSIRFO
lØGMAnsskriVstOVAn
Prime Minister’s Office
Vit DrAGA EinA línU · Vit sEtA skYnsEMi í HásÆti · Vit ViljA VitA · Vit BrótA slóð
Uttanríkisráðið er eitt av stjórnarráðunum í landsfyrisitingini, sum veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger
hugskot til veruleika. landsfyrisitingin er fremst í nýskapan, arbeiðslagi og samskifti. landsstýrismaðurin í uttanríkisráðnum situr
fyri altjóða politisku og altjóða rættarligu viðurskiftum Føroya, luttøku í millumtjóða og altjóða felagsskapum, handilspolitisku
viðurskiftum við onnur lond, ferðavinnu, útflutningsframa og menningarhjálp og at menna umdømi Føroya í altjóða høpi.
Týskvøldið skipaði Gøtu
skúli fyri einum peninga
savnandi hjálpartiltaki til
frama fyri tey neyðstøddu í
Haiti.
Tiltakið var sera væl
eydnað og fekk góða undir
tøku, skrivar heimasíðan
hjá Eysturkommunu.
Ymiskt var á skránni so
sum søla av páskaprýði
sum næmingarnir á skúlan
um høvdu gjørt, framløga
um Haiti, lutaseðlasøla og
kafé.
Samlaða upphæddin, sum
tiltakið gav, og sum var
latin Reyða Kross Føroya,
var kr. 32.719,50.
Tey í Gøtu skúla takka
hjartaliga øllum, sum stuðl
aðu tiltakinum.
sb.
33.000 kr.
til Haiti
Ein kekkur ger góðan mun í
Haiti. Suni Vinther frá Reyða
Krossi (vinstrumegin) er fegin
um góðu undirtøkuna í Gøtu
skúla
Mynd: eysturkommuna.fo
Altjóða burger-
ketan McDonalds
vil bara brúka fisk,
sum er veiddur á
burðardyggan hátt
Støðugt fleiri matvøruvirkir
vilja bara brúka fisk, sum
er veiddur á burðardyggan
hátt. Nú setir tann heimsum
fatandi
burgerketan
McDonalds
sama
krav,
skrivar AP.
McDonalds
brúkar
umleið 50.000 tons av fiski
um árið til sínar fiskaburg
arar og aðrar fiskarættir,
sum fyritøkan ger. Talsmenn
fyri fyritøkuna siga, at
McDonalds er til reiðar at
styðja teir fiskimenn, sum
leggja seg eftir burðardygg
ari veiði, og at fyritøkan
hevur longu tikið slík stig
saman við øðrum altjóða
fyritøkum.
McDonalds sigur, at tey
seinastu árini hevur fyritøk
an slept sáttmálum við fleiri
fiskaseljarar, sum ikki kundu
vátta, at fiskurin varð veiddur
á burðardyggan hátt.
árni
McDonalds
krevur eisini
burðardygga
fiskiveiði
-har
tað hendir