Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2010 Meðan Jørgen Niclasen mest tosaði um, hvussu politiska skipanin kundi skapa bestu karmarnar fyri føroyska vinnu, endurtók Høgni Hoydal tilmælið um eina tilfeingisbúð, tá teir mettu um føroyska útflutningsvinnu á fundinum hjá Vinnuhúsinum mánadagin HEIMLEIÐSLU­ FUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sum nevnt í blaðnum í gjár skipaði Vinnuhúsið fyri einum fundi í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon mánadagin seinna­ part, har teir fýra floksfor­ menninir hjá stóru flokku­ num á Tingi vórðu bidnir at svara fýra ítøkiligum spurningum. Vit endurtaka spurningarnar: 1: Hvussu røkja og stimbra vit verandi útflutn­ ingsvinnur, so tær ikki far fyri bakka, áðrenn vit hava fingið alternativar vinnur? Kann man yvirhøvur fáa meira burtur úr verandi útflutningsvinnum? 2: Hvussu sær saman­ setingin av samlaða før­ oyska útflutninginum út um 10 ár, og hvussu kann henda samanseting verða nádd? 3: Hvussu kann man stimbra og menna nýggjar útflutningsvinnugreinar? Hvørjar kundu hesar møguliga verið? 4: Hvussu vilja tit tryggja, at møgulig nevnd átøk verða gjøgnumførd? Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, hvat formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johanesen, løgmaður, og formaðurin í Javnaðar­ flokkinum, Jóannes Eides­ gaard, hildu um hesar spurningar. Men eisini formenninir í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, og í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, søgdu sína hugsan um somu spurningar. Skapa karmar Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, helt sum Jóannes Eidesgaard, at tað kanska hevði sømt seg líka væl, at tað vóru politikar­ arnir, sum lurtaðu eftir vinn­ uni heldur enn øvugt. Men tá tað var sagt, kom formaður Fólkafloksins inn á spurningin um, hvussu politiska skipanin kundi skapa bestu karmarnar fyri vinuna. ­ Tað er einki at ivast í, at neyðugt er at lata meiri upp á marknaðinum fyri øðrum. Tað er einasti vegurin móti framburði og størri vælferð, segði Jørgen Niclasen. Hann vísti á søguligu gongdina. ­ Tá Kongiligi Einahandi­ lin varð avtikin vóru vit 5.000 tændir í Føroyum. Men tað, at einahandilin varð avtikin, setti ferð á samfelagið, og meðan fólka­ talið síðani er vaksið tíggju ferðir síðani tá, er livistøðið vaksið hundrað ferðir, segði Jørgen Niclasen. Hann mælti tí til, at latið verður meiri upp fyri møgu­ leikanum hjá útlendskum íleggjarum at sleppa inn á føroyska marknaðin. ­ Í tí sambandi hevði tað uttan iva verið gott og gagnligt at vit skaptu joint­ venture verkætlanir millum føroyskar og útlenskar fyri­ tøkur, segði Jørgen Niclasen. Hann heldur, at vit somu­ leiðis eiga at einskilja før­ oysku almennu fyritøkurnar í enn størri mun, og ikki minst at útlisitera enn meira, enn vit gera í løtuni. ­ Eitt annað, sum vit verða noydd at hyggja nærri at, eru marknaðarmøgu­ leikarnar. Vit eiga at skapa okkum atgongd til allar teir marknaðir, vit yvirhøvur kunnu úti í heimi, segði Jøgen Niclasen. Hann sær fyri sær eina framtíðar fiskivinnu, sum framvegis um tíggju ár fer at vera okkara størsta vinna, men tó ikki so stór, sum hon er í dag. ­ Ein av teimum vinnum, sum fer at geva fiskivinnuni kapping, er ferðavinnan. Eg síggi hava tvífaldaða um tíggju ár, segði Jørgen Niclasen. Altjóða infrakervi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vísti á, at størsta orsøkin til tey fall, vit hava havt í samfelagsbúskapinum gjøgnum árini, er tann stóri samanvevstur, sum hevur verið millum politisku skip­ anina og vinnulívið. Samstundis helt hann, at vit hava røkt okkara fiska­ tilfeingi alt ov illa. ­ Heilt frá tí at vit fluttu okkara fiskimark út á 200 fjórðingar, hava vit verið alt ov vánaligir at røkt okkara tilfeingið, segði Høgni Hoydal. Hann mælti tí til at styrkja um Havstovuna soleiðis, at hon í staðin fyri sum í dag at vera ein mótleikari heldur frameftir skal verða ein viðleikari hjá vinnuni. Hann førdi sjálvandi eisini fram aðalmál Tjóð­ veldis á fiskivinnuøkinum, evniliga spurningin um eina almenna tilfeingisbúð, sum skal umsita fiskiloyvir til allan flotan. Samstundis skal eisini innførast eitt tilfeingisgjald soleiðis, at skipini gjalda fyri tey loyvir, tey fáa. ­ Vit skulu styrkja útbúgv­ ing og gransking og millum annað útvega dokumenta­ tión fyri teimum søguligu rættindum, sum føroyingar eiga. Til dømis í makrel­ inum, segði Høgni Hoydal. Eitt annað, sum vit eiga at stykja, er altjóða infra­ kervi. ­ Vit hava útbygt innan­ lendis infrakervi, men tað er eisini umráðandi, at vit útbyggja altjóða infrakervi. Ikki minst tá talan er um flogferðsluna til og úr Før­ oyum, segði Høgni Hoydal. Hann helt somueiðis, at vit eiga at gera íløgur í sendistovur uttanlands, so vegurin til marknaðin gerst so stuttur sum gjørligt. ­ Við sendistovum í týdn­ ingarmiklu londunum verður tað munandi lættari hjá føroyskum fyritøkum at gera marknaðarkanningar á staðnum, til dømis, eins og ein føroyskur sendimaður kann gera sína ávirkan gald­ andi har, segði Høgni Hoydal. Hann vónaði annars, at Føroyar kann gerast ein grønur miðdepil í Norður­ atlantsavi um fá ár. Eftir framløgurnar var so høvi hjá luttakarunum at seta spurningar, og tað elvdi til eitt lívligt orðaskifti, ið vardi langt út um ta tíð, ið ásett var. Joint-Venture og tilfeingisbúð Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal góvu síni boð upp á føroyska útlutningsvinnu í dag og í framtíðini Víðka Samatingið Norska stjórnin hevur skotið upp at broyta Samatingið, so samarnir fáa eina skipan, sum verður lík einari stjórn. Broytingin hevur við sær, at teir fimm politikararnir, sum manna samatingsráðið, skulu ikki vera limir í sjálvum Samatinginum longur. Ístaðin fyri fær tingið fimm limir afturat teimum 39, sum tingið nú hevur. Andstøðan í Stórtinginum heldur lítið um uppskotið hjá stjórnini. Millum annað vísir andstøðan á, at broytingin fer at kosta umleið 1,2 millión norskar krónur meiri um árið. Í fjør brúkti Samatingið 21 milliónir norskar krónur til politiskt virksemi, skrivar Aftenposten. Funnið skansa hjá Sálomon Ein ísraelskur fornfrøðingur sigur seg hava funnið nakrar múrar, sum eru leivdir av einum skansa, sum hevur verið í Jerusalem fyri umleið 3.000 árum síðani. Er tað rætt, kann hetta vera ein staðfesting av, at kongarnir Sálomon og Dávid veruliga ráddu fyri borgum um tað mundið, skrivar AP. Eliat Mazar, fornfrøðingur, sigur við fjølmiðlarnar, at sjálv er hon ikki í iva um, at múrarnir, sum hon hevur funnið, eru leivdir av einum skansa hjá Sálomon kongi. Sambært henni vísir hetta eisini, hvussu máttmikin kongur Sálomon var.