mikudagur 24. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 38 - 24. februar 2010
Í staðin fyri at gera
ítróttarsendingina
3-2 í sjónvarpinum,
er Tórður Mikkelsen
nú farin undir nýggja
eina sendirøð saman
við myndamanninum
Jógvan Eli Dam. – Vit
fara út um landið og
taka upp gerandis-
ligar spurningar,
sum viðkoma fólki á
staðnum
Sjónvarp
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tórður
Mikkelsen
og
Jógvan Eli Dam í sjónvarp
inum eru fegnir. Teir løgdu
uppskot fyri programm
leiðsluna um at gera send
ingar við at fara út um
landið at tosa við fólk, og
leiðslan tók teir upp á orðið.
Í hvussu er fram til summar
ið skulu teir brúka alla sína
arbeiðstíð til at gera hesar
sendingar, sum hava fingið
heitið Frætt og fregnað.
Sosialurin vitjaði teir í
morgun í sjónvarpinum.
Ætlanin var at fara við tyrl
uni út til Skúvoyar, men
verðrið var heldur ivasamt.
Tað hevði verið deiligt at
farið í dag, tí tað er so ljóst,
og sólin skínur, men vit eru
so stýrd av veðrinum, sigur
myndamaðurin Jógvan Eli
Dam.
Hava royndirnar
Tórður Mikkelsen hevur á
áttanda árið gjørt ítróttar
sendingina 32, men nú er
hann givin við tí. Ítróttur
hevur framvegis hansara
stóra áhuga, men hann
hevur hug at royna nakað
annað aftur, og so verður
ikki so galið ikki longur at
vera bundin av arbeiði
hvørt vikuskifti.
Eina ferð fyri langari tíð
síðan gjørdu Tórður Mikk
elsen, Zacharias Hammer
og Jógvan Eli nakrar fáar
sendingar
við
heitinum
Frætt og fregnað, og teir
báðirtaka nú táttin upp aftur
eftir nøkulunda sama leisti.
Vit ætla okkum at ferð
ast runt í landinum og taka
ymiskar spurningr, sum
hava
týdning
fyri
tey
fólkini, vit tosa við, sigur
Tórður Mikkelsen.
Fyrst smápláss
Til ta fyrstu sendingina
gjørdu teir ymiskar sam
røður í Nólsoy, og allar
sendingarnar verða settar
saman soleiðis, at eitt pláss
er útgangsstøði, sum vent
verður aftur til nakrar ferðir.
Sendingin fer at hava nakrar
samrøður gjørdar á hesum
plássi, og inn ímillum hesar
samrøður
kemur
ymist
annað. Her kann nevnast, at
í hvørjari sending fara Solby
Eliasen og Hallur Helmsdal
at hava eitt innslag um ymist
skapandi virksemi.
Tórður
Mikkelsen
og
Jógvan Eli Dam hava í
sínum arbeiði ferðast nógv
kring landið, og teir kenna
tí fólk allastaðni. Tað var
eisini Tórður Mikkelsen,
sum í sínari tíð byrjaði við
morgunsendingini í útvarp
inum, har fólk fingu møgu
leikan at sleppa fram at
mikrofonini og tosa um
gerandislig mál.
Fyrikomandi fólk
Tað er nógv lættari nú,
enn tað var áður, at fáa fólk
at stíga fram, men tað
gongur verri at fáa kvinn
urnar at tosa. Eg skilji ikki,
hví tær so ofta aftra seg, um
tað er av smædni ella tær
hava
størri
sjálvkritikk,
sigur Tórður Mikkelsen.
Honum hevur altíð dámt
væl at tikið upp fólkslig
evni. Evni, sum lýsa ger
andisdagin hjá fólki, og
sum ikki vanliga verða um
rødd í sjónvarpinum. At
finningarsemi verður ikki
tað, sum fer at merkja
sendingarnar.
Sum myndamaður gleðir
Jógvan Eli Dam seg nógv
at koma meira út um landið
at taka myndir, tí náttúran
er so vøkur, og ikki minst
spennandi er nú ljósspælið
í kavanum.
Okkara mál er at lýsa
landið, eisini i myndum,
siga teir báðir.
Sendingin Frætt og fregn
að verður send annað hvørt
fríggjakvøld. Henda sending
in og Refleksjón vera sendar
upp á skift fríggjakvøld.
Fyrsta sendingin Frætt og
Fregnað kemur á grækaris
messu.
Fara út í hvønn krók
Heryvirmenn í fongsul
Í Turkalandi hevur ein dómstólur varðhaldsfongslað sjey týðandi
heryvirmenn, sum samstundis eru formliga skuldsettir fyri at
hava havt ætlanir um at koyra stjórnina frá. Tað var í 2003, at tað
bleiv avdúkað, at partar av herinum høvdu ætlanir um eitt
hernaðarkvett, og umleið 50 heryvirmenn vórðu tiknir. Nú
kemur málið fyri rættin, og dómstólurin í Istanbul hevur avgjørt,
at fýra ovastar í herflotanum og tríggir í herinum skulu í
varðhaldið at sita. Turkiska ákæruvaldið sigur, at fleiri aðrir
heryvirmenn eru til avhoyringar í hesum døgum.
Verkfall í Grikkalandi
Tað hevur kvirt á nógvum arbeiðsplássum í Grikkalandi í
dag, tí meiri enn tríggjar milliónir fólk hava lagt arbeiðið
niður fyri at mótmæla spariætlanunum hjá stjórnini. Ein av
ætlanunum hjá stjórnini er at spara í teimum almennu
lønunum, og tað hevur gjørt, at tey almennu starvsfólkini
sita við hús í morgun. Harafturat hava fleiri fakfeløg á tí
privata arbeiðsmarknaðinum eisini lagt arbeiðið niður.
Arbeiðssteðgurin rakar allar almennar skrivstovur,
sjúkrahúsini, skúlarnar og bankarnar. Harafturat rakar
arbeiðssteðgurin samferðsluna á landi, sjógvi og í luftini.
Jógvan Eli Dam og
Tórur Mikkelsen
ætla sær út umlandið
at lýsa landið, men
okkurt verður eisini at
frætta úr Havn
Jens Kristian Vang
Sjóar kommuna
arbeiðir við at
fáa fasta avtalu
við tannlæknan í
Hvalvík, tí tað er
so trupult at fáa
tannlæknar
TannrøkT
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Vestari armur av
Skálafjørðinum hevur
ongan tannlækna, og
Sjóar kommuna
roynir av øllum alvi at
finna eina loysn, tí
børnini mugu sleppa
til tannlækna.
Á tannlæknastovuni
á Skála arbeiðir ein
tannrøktari, men tann
røktarin kann ikki
loysa allar uppgávur
nar. Er tað neyðugt
fyri børn at sleppa til
tannlækna, verður í
hvørjum einstøkum
føri gjørd avtala við
Oddmar Færø, sum
arbeiðir sum tann
lækni í Hvalvík.
Nú royna vit at fáa
eina fasta avtalu við
Oddmar Færø, tí
hóast vit hava søkt,
hevur ikki eydnast
okkum at fáa okkara
egna tannlækna, sigur
Arthur Johansen,
borgarstjóri í Sjóar
kommunu.
Vónir eru tó um at
fáa ein tannlækna, tí
ein strandingur er
nýliga útbúgvin sum
tannlækni, men við
komandi kann ikki
arbeiða sjálvstøðugt
beinanvegin.
Avtala
vantar
um
tann
røkt