mikudagur 24. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 38 - 24. februar 2010
Eftir politiskar og per
sónligar ákoyringar
og umskipan av
stjórnini kemur Lars
Løkke Rasmussen um
vikuskiftið til Føroya.
Hann og konan
Sólrun Jákupsdóttir
skulu luttaka í send
ingini Hvonn Live hjá
Rás2
Hvonn Live
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Politiska landslagið í Dan
mark er rúkandi heitt í hes
um døgum, og í miðdeplin
um er forsætisráðharrin
Lars Løkke Rasmussen.
Hann umskipaði í gjár
stjórnina og skal nú royna
at sannføra danir um, at
hann er rætti politiski leiðar
in hjá teimum.
Lars Løkke Rasmusen
hevur verið fyri nógvum
atfinningum
seinastu
vikurnar – eisini orsakð av
privatum
viðurskiftum.
Løkke og familja hansara
vóru í vetrarferiu sunnan
fyri, og tað gjørdi eitt stórt
mál í donskum miðlum.
Spurningurin var, um for
sætisráðharrin kundi fara
suðureftir uttanfyri feriutíð
hjá øllum øðrum dønum.
Føroyska kona hansara,
Sólrun Jákupsdóttir Rasmus
sen var eisini drigin upp í
málið, og hon fór í danskt
sjónvarp at svara spurning
um um teirra feriu og um
familjulívið saman við for
sætisráðharranum.
Viðmerkjarin
Hans
Engell segði eftir hetta við
Rás2, at Sólrun Rasmusen
hevði klárað seg væl, og at
hon hevur dugað væl sín
leiklut sum forsætisráð
harrafrúa.
Interview við Rás2
Um vikuskiftið vitja Sólrun
Jákupsdóttir og Lars Løkke
Rasmussen í Føroyum. Tey
skulu verða við í sendingini
Hvonn Live á Rás2.
Har verður tosað við tey
um avbjóðingarnar, sum
tey hvør í sínum lagi hava
Løkke sum politiski leið
arin í Danmark og Sólrun
sum fyrstafrúa. Eisini verð
ur tosað um markið millum
almenna leiklutin og privat
lívið, og um hvørjar av
bjóðingar forsætisráðharra
starvið hevur fyri familjuna
– og um tað er prísin vert.
Hvonn Live verður sent
av Hvonn í Havn leygar
kvøldið frá klokkan 20. Alt
verður sum vanligt útvarpað
beinleiðis á Rás2
Sólrun og Løkke vitja í Føroyum
Allir móttakarar av
rentustuðuli skulu
nú upplýsa, hvat
matrikul nummar
lánið er latið til.
Verða upplýsingarnir
ikki lætnir, steðgar
rentustuðulin, sigur
Taks
Skattur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í farnu viku fingu øll tey,
sum hava lán, ið geva rætt
til rentustuðul, bræv frá
Taks, har biðið varð um
upplýsingar um, hvat við
komandi lán eru nýtt til.
Hetta verður gjørt, hóast
Taks longu hevur viðgjørt
og góðkent viðkomandi lán
sum góðkend til rentustuðul.
Og hóast Taks í fleiri av hes
um førunum longu hevur
fingið upplýsingarnar, so
verður í brævinum sagt, at
fær Taks ikki umbidnu upp
lýsingarnar, kann roknast
við, at útgjaldið av rentu
stuðlinum steðgar.
Sofus D. Johannesen, full
trúi á Taks, sigur orsøkina
til skrivið vera, at tey hava
tørv á upplýsingunum um
matrikulnummar
í
teira
skrásetingum.
Tað er sjálvandi so, at
vit í fleiri førum hava fingið
avrit av skeyti v.m., tá vit
hava góðkent umsóknirnar.
Men nú vit kortini skuldu
senda bræv út til allar borg
arar, gjørdu vit av at biða
um
hesar
upplýsingar,
heldur enn at nýta nógv tíð
og orku til at gjøgnumganga
allar skjalagoymslur. Talan
er jú um einar 14.000 um
sóknir, sum eru góðkendar,
og tað vildi kravt nógv
arbeiði, um vit fyrst skuldu
gjøgnumgingið allar hesar,
fyri síðani at biða um upp
lýsingar í teimum førum,
har vit ikki høvdu hesar.
Sostatt er hetta ikki part
ur av nøkrum herdum eftir
liti, men nýggja lógin ger,
at vit mugu hava skilna
ímillum lán til eitt nú set
hús, lestur og veðhald, sigur
Sofus D. Johannesen.
Treytirnar betraðar
Í dagførdu lógini um rentu
stuðul eru nakrar broytingar
gjørdar.
Ein er, at tað nú bert er
gjørligt at fáa rentustuðul
upp á lán til sjálvan bústaðin
hjá móttakaranum av stuðl
inum. Áður hevur tað verið
so, at rentur av keypi av
grundstykki, útreiðslur til
byggibúning og bygging
eisini vórðu góðkendar til
rentustuðul, men hetta er
nú broytt, soleiðis at útgjald
av rentustuðuli ikki byrjar,
fyrr enn flutt verður inn í
húsini.
Hinvegin eru treytirnar
eisini betraðar. Áður hevur
loftið fyri rentustuðlinum
verið rentuútreiðslur upp til
60.000 krónur fyri hvønn
persónin. Hjún ella sam
búgvar kundu soleiðis fáa
stuðul av rentuútreiðslum
upp til 120.000 krónur, men
tá skuldi søkjast um at
hækka grundarlagið á hvørj
um ári.
Í fyrstu atløgu verður nú
sagt, at talan er um samlaða
upphædd fyri hvørt matrikul
nummar, og í øðrum lagi er
samlaða upphæddin økt úr
120.000 upp í 150.000 kr.
Hartil verða rentur av
lestrarlánum og lánum til
veðhald ikki longur roknað
ar upp í grundarlagið. Tað
vil siga, at sethúsaeigarar í
dag kunnu fáa stuðul av
150.000 krónum í rentuút
reiðslum fyri sethúsalán,
umframt at stuðul eisini
verður veittur fyri lestrar
og veðhaldslán.
Rentuútreiðslur skulu greinast betur
Øll tey, sum í dag fáa rentustuðul, fingu í farnu viku bræv frá
Taks, har spurt verður um, hvat lánini eru nýtt til
Hvonn Live er sending hjá Rás2, sum verður send av
Hvonn í Havn einaferð um mánaðin
Sendingin bjóðar talk-show, livandi tónleik,
undirhald og kjak
Leygarkvøldið verður Hvonn Live aftur á skránni, og
tá verða gestirnir: Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen,
Lars Løkke Rasmussen, Peter Laugesen, Jens Marni
Hansen og Tórður Mikkelsen
Hvonn Live er at hoyra á Rás2 leygarkvøldið frá kl
20 til 22. Eisini ber til at fylgja sendingini á Hvonn
FAKTA
Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen og Lars Løkke Rasmussen koma
um vikuskiftið til Føroya at vera við í sending hjá Rás2
Mynd: Polfoto
Seta USA uttanfyri
Meiri enn 30 lond í Latínamerika og við Karibiska Havið
hava samtykt at stovna ein felagsskap, sum tey bæði
norðuramerikonsku londini, USA og Kanada, ikki sleppa
uppí. Tað sigur meksikanskir forsetin, Felipe Calderon,
sum hevur verið vertur fyri einum latínamerikonskum
toppfundi seinastu dagarnar. Høvuðsmálið á fundinum er
at finna eina skipan, har tey latínamerikonsku londini
kunnu avmarka ta stóru ávirkanina, sum USA vanliga
hevur havt. Hetta merkir tó ikki, at Felagsskapurin av
Amerikonskum Statum, OAS, skal takast av. Bæði USA og
Kanada eru limir í OAS.
Ráðharrar aftur fyri frið
Stjórnin í Sudan sigur seg nú vera til reiðar at bjóða uppreistr
arfelagsskapinum JEM ráðharrasessir í landsins stjórn, um
felagsskapurin vil leggja vápnini afturfyri. JEM er virkin har
suðuri í Sudan og hevur í fleiri ár verið í bardøgum við
stjórnarherin í landspartinum Darfur (myndin). Í síðstu viku
samdust stjórnin og uppreistrarfelagsskapurin um eina
fyribilsavtalu um frið í Darfur, og ætlanin er, at partarnir
skulu skriva undir eina endaliga friðaravtalu í høvuðsstaðnum
í Qatar, Doha. Men eygleiðarar siga, at partarnir hava ikki fult
álit á hvør øðrum, tí avtalur, sum teir hava gjørt fyrr, hava
sjáldan hildið leingi.