mikudagur 24. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 38 - 24. februar 2010
Fornminnafelagið á
Sandi aðalfund
Sands Fornminnafelag hevur aðalfund í nýggja skúlanum á
Sandi leygarkvøldið 13. mars klokkan 19.30. Skráin verður
sambært lógini. Aftan á aðalfundin verður ein
drekkamunnur at fáa, og Jens Marius Hentze hugleiðir um
ymist av Sandi og úr Skopun. Nýggir limir eru vælkomnir
at tekna seg, sigur nevndin.
Kvinnutreff í
Badmintonhøllini
Aftur í ár skipa kvinnur í Betesda fyri stórum kvinnumøti í
Badmintonhøllini leygarkvøldið 6. mars klokkan 20. Í fjør
eydnaðist hetta tiltakið sera væl, kvinnurnar møttu
fjølmentar, bæði úr bygd og bý og úr øllum samkomum,
umleið 500 kvinnur. Kvinnur lutaka við sangi og talu,
eisini verður góður felagssangur. Í steðginum verður
hugnalig samvera við kaffi og onkrum góðum afturvið,
siga fyrireikararnir.
Fiskivinna
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað er ein skandala, at
Fólkaflokkurin hevur umsit
ið fiskivinnupolitikkin nær
um út í eitt seinastu 20
árini. Nærum einki fram
brot, sum hevur verið í vinn
uni, er orsaka av tí, sum
politiska skipanin hevur
gjørt. Vit hava fingið reyða
kortið í samband við hýs
una, og einasta orsøkin til,
at tað sama ikki er galdandi
fyri toskin er, at tað eru
aðrir marknaðir.
So avgjørd er Katrin Dahl
Jakobsen,
forkvinna
í
vinnunevndini, tingfólk fyri
javnaðarflokkin og sam
gongufelagi hjá Fólkflokk
inum, viðvíkjandi føroysku
fiskivinnuni.
Hon leggur afturat, at eitt
annað úrslit av tí, at Fólka
flokkurin hevur sitið á
fiskivinnupolitikkinum er,
at ein stórur partur av fiski
vinnuni ikki hevur tillagað
seg á nakran hátt.
– Vit síggja, at tað eru alt
ov nógv gomul línuskip eru
inni í flotanum, og at vinnan
er alt ov lítið økonomisk,
sigur forkvinnan í vinnu
nevndini.
Hon skilur heldur ikki
argumentini hjá Fólkaflokk
inum, at tað ber til at kunna
um okkara skipanir, fyri
soleiðis at lata stongdu
marknaðirnar uppaftur.
– Sjálvandi ger tað eitt
sindur av muni, at vit kunna
um fiskidagaskipanina, tí tað
er helst besta skipanin, tá vit
tosa um at koma til lands við
øllum fiskinum, men so
leingi Havstovan og ICES,
ikki siga, at veiðan hjá okk
um nærkast at vera burðar
dygg, so blíva vit við at
standa við skegginum í post
kassanum, sigur Katrin Dahl
Jakobsen.
Havstovan einasti
myndugleiki
Jacob Vestergaard, landsstýr
ismaður við fiskivinnumál
um, hevur víst á, at Hav
stovan ikki situr inni við
øllum sannleikanum, men
fyri Katrin Dahl Jakobsen,
kann tað gera akkurát tað
sama.
– Onkuntíð hevur kanska
verið meiri fiskur, enn fiski
frøðin hevur sagt, men tað
er einasti myndugleiki, sum
vit hava at halda okkum til,
og tað er bara fiskifrøðina
handilsketurnar halda seg
til, sigur Katrin Dahl Jakob
sen.
Jacob Vestergaard hevur
víst á, at ein møguleiki er at
seta ICES og Havstovuni
røttu spurningarnar, fyri at
fáa størri fatan fyri daga
skipanini. Men Katrin Dahl
Jakobsen metir ikki, at tað
ber til at fáa fiskifrøðina at
»makka rætt«.
– Havstovan skal halda seg
til sína serfrøði, og hóast
náttúran ikki er at stýra, so
mugu vit halda okkum til
tilráðingarnar fyri at kunna
dokumentera, at vinnan er
burðardygg, sigur Katrin
Dahl Jakobsen.
Hon leggur afturat, at tað
er blivið til ein stóran trup
ulleika, at høvuðsvinnan
verður stýrd við einum
spurningi um trúgv.
– Tað vísir seg, at antin
trýrt tú upp á fiskifrøði ella
ikki, og tá verður torført hjá
vanligum tingfólkum at við
gera fiskidagar á eina seriøs
an hátt, sigur hon, og eftir
lýsir, at Havstovan og vinnan
stinga høvdini saman og
koma við nøkrum argument
um, sum samsvara betri.
Taka lomb í mai
Hóast Katrin Dahl Jakobsen
viðgongur, at hon ikki er so
væl inni í fiskivinnuni reint
tekniskt, so órógvar tað
hana, at so nógvur smáfisk
ur verður veiddur.
– Tað svarar onkursvegna
til ein haga, har ein stórur
partur av lombunum verða
tikin í maimánaði, og tað
kann ongantíð vera økonom
iskt, sigur hon.
Men verða heilt stórar
broytingar gjørdar í skipan
ina, so fara nógv fólk at
missa arbeiði, hevur ofta
verið ført fram.
– Tað sigur seg sjálvt, at
verður vinnan umsitin meiri
økonomisk, so verða fleiri
arbeiðspláss, men í dag
hongur tað bara als ikki
saman, sigur Katrin Dahl
Jakobsen, men vísir sam
stundis á, at tað heldur ikki
ber til at gevast at fiska nak
að sum helst.
Fiskivinnureformur
Á landsstýrisseminarinum
á Gjáargarði varð fiski
vinnupolitikkurin umrødd
ur, og tá varð millum annað
tosað um ein fiskivinnu
reform, sum hevur verið
ávegis í eina tíð. Men sum
Katrin Dahl Jakobsen hevur
fatað útsagnirnar, fer hann
ikki at gera stóran mun.
– Sum eg havi skilt tað,
so er bara talan um at fáa
útlendskan kapital í vinn
una, og eg ivist stórliga, um
tað er best gongda leiðin.
– Eg sigi ikki, at Fólka
flokkurin ikki klárar at
stýra skynsamt í øðrum mál
um, men í mun til fiski
vinnupolitikk er flokkurin
ikki tann rætti, og tað síggja
vit á støðuni, sum er í dag,
metir Katrin Dahl Jakob
sen.
Fiskivinnu-
politikkurin
er ein
skandala
Hóast Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini og tingfólk fyri Javnaðarflokkin, er í
samgongu við Fólkaflokkinum, so er hon sannførd um, at orsøkin til, at føroyskur fiskur er á
svarta lista á fleiri marknaðum er, at Fólkaflokkurin nærum út í eitt hevur umsitið føroyska
fiskivinnupolitikkin í landsstýrinum
Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini hjá løgting
inum, er púra sannførd um, at verandi fiskivinnupolitikkur er
ein skandala, og at orsøkin er, at Fólkaflokkurin hevur umsitið
økið nærum út í eitt seinastu nógvu árini