hósdagur 25. februar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2010
Fimm bjóðaðu
Hesar undangóðkendu fyritøkurnar bjóðaðu uppá flogvøllin:
Arbeiðstakari
1799 m vøllur
1600 m vøllur
AF Gruppen Norge AS
Einki boð
Einki boð
Íslendskir aðalverktakarar hf (IAV)
164.580.060
127.939.278
E. Pihl & Søn Føroyar
158.673.723
129.468.200
MT Højgaard Føroyar p/f /
155.876.266
136.046.761
P/F ArtiCon Joint Venture
J&K Petersen Contractors p/f
131.759.180
117.330.769
FAKTA
Dýrari at roykja
Nú danska stjórnin hevur sett sær fyri at økja inntøk
urnar hjá ríkiskassanum, verða tað millum annað tey,
sum roykja og drekka, sum fáa sviðan av inntøkutørvi
num hjá tí almenna. Ein avleiðing verður helst, at ein
pakki av sigarettum fer at kosta 50 krónur, og tað hóvar
danska fyribyrgingarráðnum væl. Formaðurin, Mette
Wier, sigur við DRkringvarpið, at hægri avgjøld er tað
besta amboðið fyri at fáa fólk at leggja av at roykja,
samstundis sum tað kann gera, at onnur aftra seg við at
byrja at roykja.
Forsetin settur í starv
Viktor Janukovich (myndin) varð í morgun tikin í eið sum
forseti í Ukraina. Hann vann seinna valumfar tann 7.
mars ímóti Juliu Timoshenko, forsætisráðharra. Hon vil
vera við, at Viktor Janukovich vann við sviki, men hon
hevur slept einari ætlan um at leggja málið fyri dóms
valdið. Hinvegin hevur hon ikki viðurkent tann nýggja
forsetan, og hon sýtir eisini fyri at fara frá sum forsætis
ráðharri. Har verður hon helst eisini sitandi, tí forsetin
hevur ikki ta neyðugu undirtøkuna í tjóðartinginum til at
koyra hana frá.
Tað verður eftir
øllum at døma
byggifyritøkan J
& K Petersen sum
skal standa fyri
arbeiðinum at leingja
flogvøllin
FlogFerðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vágar:
Tilboðini
uppá
leingingina vórðu latin upp
seinnapartin í gjár, og komu
tilboð frá fýra fyritøkum.
Hesar fyritøkur vóru fyri
tøkan Íslendskir aðalverk
takarar hf (IAV); E. Pihl &
Søn Føroyar; MT Højgaard
Føroyar p/f / P/F ArtiCon
Joint Venture og J & K
Petersen.
Av hesum bjóðaði fyri
tøkan J & K Petersen sær at
gera ein 1799 metrar langan
flogvøll fyri 131,7 mió ella
ein 1600 metrar flogvøll
fyri 117,3 mió krónur.
Kanna tilboðini
Metingin av arbeiðstøkuni
var, at tað fór at kosta 208
mió kr. fyri at gera ein 1799
metrar vøll og 158 mió kr.
fyri ein 1600 metrar vøll.
Tað vil so aftur siga, at
tilboðið
J&K
Petersen
Contractors var umleið 80
mió kr. bíligari enn mett.
Vága
Floghavn
fer
komandi tíðina saman við
ráðgevunum at gjøgnum
ganga og eftirkanna til
boðini, so farast kann undir
samráðingar um arbeiðs
tøkusáttmála.
Eftir ætlan skal arbeiðið
byrja, so skjótt sáttmálin er
komin uppá pláss, slær
stjórin í Vága floghavn,
Dávur Reinert Hansen fast.
Tilboðini geva grundarlag
fyri at endurskoða samlaðu
kostnaðarmetingina
fyri
leinging av vøllinum, sum í
oktober 2009 var 286 mió
kr. fyri 1799 m vøllin og
223 mió kr. fyri 1600 m
vøllin.
– Eg visti at vit fingu arbeiðið
"Vit hava drúgvar
royndir innan nógv
økir. Tí hava vit ta
vitan ið krevst".
Soleiðis lýsir byggi
fyritøkan J&K
Petersen Contractors
sjálv virksemið sítt.
Henda lýsingin skal
enn einaferð standa
sína roynd, nú fyri
tøkan fekk arbeiðið
at leingja flogvøllin
í Vágum. Vit eru
klár at fara til verka
í morgin, um tað
so skal vera, sigur
stjórin, Steinolvur
Petersen
arbeiði
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vágar: – Ja, eg visti at vit
fingu arbeiði. Vit hava
nevniliga styrkina til at gera
eitt slíkt stórarbeiði, slær
stjórin í J&K Petersen
Contractors fast.
Teir vóru sjálvandi ógvu
liga spentir. Og tað vóru trý
onnur byggifeløg eisini, tá
tilboðini vórðu latin upp
seinnapartin í gjár.
Her varð altso staðfest, at
J&K Petersen hevði lægstu
tilboðini uppá leingingina
av flogvøllinum.
Vit eru sera fegin um, at
vit høvdu lægstu tilboðini,
bæði til leingjan upp til
1600 og til 1799 metrar.
Fyri okkum hevur tað
stóran týdning at hava størri
arbeiðir, soleiðis at felagið
kann hava støðug arbeiðs
viðurskifti, vísir Steinolvur
á. Og hann leggur aftrat:
Vit hava enn einaferð
víst, at føroysk feløg kunnu
saktans vera við í kappingini
um størri arbeiðir, bæði í
Føroyum og uttanlanda!
Enn er ikki greitt, nær
arbeiðið byrjar. Men tey hjá
J&K Petersen Contractors
eru í øllum førum til reiðar
at fara til verka.
Telefonir kima
Tað var ikki meiri enn
komið fram, at teir høvdu
fingið arbeiðið, fyrrenn
telefonirnar á skrivstovuni
byrjaðu at ringja.
Telefonin hevur kimað í
allan dag, bæði frá konkur
rentum, politikkarum og
øðrum, sum fegnast saman
við okkum, greiðir Stein
olvur frá.
At teir nú fáa hetta
arbeiðið, hevur havt eina
aðra og avgjørt positiva
avleiðing fyri fyritøkuna.
Tey kunnu nú í fyrsta lagi
varðveita fólkið og tær
royndirnar sum longu eru í
fyritøkuni.
Í øðrum lagi verða tey
noydd til at seta fleiri fólk í
arbeiði, í mun til onnur,
sum heldur hinvegin hava
sagt fólkum upp.
Fyritøkan
hevur
eina
rættiliga stóra orku, bæði tá
talan er um arbeiðsmegi og
um tær mongu maskinurnar
frá 0,8 tonsum og upp í 70
tons.
Ja, eg vit halda so av
gjørt, at tað hevur sín
týdning at hava eitt gott og
trygt
arbeiðpláss
fyri
føroyingar og við føroyskari
adressu,
leggur
hann
áherðslu á.
Stuttar samráðingar
Vága Floghavn er í løtuni
farin undir at gjøgnumganga
og eftirkanna tilboðini, so
farast kann undir samráð
ingar um ein arbeiðstøku
sáttmála.
Eftir ætlan skal arbeiðið
byrja, so skjótt sáttmálin er
komin uppá pláss. Sjálvur
væntar Steinolvur Petersen
ikki,
at
samráðingarnar
millum
partarnar
báðar
verða so drúgvar.
Vit høvdu lægstga til
boðið, og kunnu byrja
beinanvegin, sigur hann.
Tey eru í løtuni við at
fyrireika seg, bæði praktiskt
og mentalt at fara í gongd,
og síggja fram til dagin, tá
fyrsti spakin ella fyrsta
stóra maskinan byrjar
arbeiðið,
sum
er
vert
hundraðtals milliónir.
Umframt arbeiðið um
flogvøllin vann J&K Peter
sen Contractors somuleiðis
jørðarbeiðið
til
nýggja
røktarheimið í Vestmanna.
Og annars hava teir arbeiði
bæði í Havn, Skálafjørðinum
og fyrireika seg í løtuni til
Eiði 2 suðurætlanina.
80 mió bíligari enn mett
- At ein føroysk fyritøka fekk
arbeiðið við flogvøllinum,
hevur stóran týdning fyri
føroyskt vinnulív. Vit eru til
reiðar at fara til verka, sigur
Steinolvur Petersen, stjóri í
J&K Petersen Contractors
Mynd: Jens Kristian Vang