hósdagur 25. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2010
Føroya Banki
kunngjørdi í morgun
ársúrslitið fyri 2009,
sum vísti eitt avlop á
135 milliónir krónur.
Tað er eitt sindur
lægri enn boðað var
frá í januar í fjør,
men forstjórin, Janus
Petersen, er kortini
væl nøgdur við
úrslitið
ÁRSROKNSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Vit hava stórt sæð hildið
tað, vit lovaðu við ársbyrjan
2009. Tá søgdu vit, at vit
ynkstu eitt úrslit, sum lá
oman fyri 165 milliónir und-
an útreiðslum til donsku
bankapakkarnar og kurs-
reguleringar. Úrslitið end-
aði so ikki á 165 milliónum,
men á 156.
Tað sigur Janus Petersen
sum svar upp á spurningin,
hví endaliga úrslitið gjørdist
135 milliónir krónur í
avlopi, og ikki fær framman
undan fráboðaðu 150 til
190 milliónir.
Ein stórur partur av fram-
løguni hjá forstjóranum í
Føroya Banka á tíðindafund-
inum í morgun snúði seg
sum vera man um keypið
av 12 deildum hjá danska
Sparbank.
Deildirnar eru fyri tað
fyrsta spjaddar í Danmark,
men tríggjar deildir eru eis-
ini uppi í Grønlandi. Men
Janus Petersen roknar kort-
ini ikki við, at tað verður
trupult at stýra einum so
spjaddum virksemi.
- Tað kann tykjast sum
eitt stórt øki, men tað, sum
vit halda er ógvuliga posi-
tivt við hesum keypinum
er, at tað passar væl inn í
okkara vakstrarstretegi. Tað
hevur verið okkara mál at
gerast ein fíggjarligur veit-
ari í hesum økinum, sigur
Janus Petersen.
Hann vísir á, at talan er
um grannalond hjá okkum.
Danmark, Ísland og Grøn-
land eru tey londini, sum
vit hava mest samskifti við
yvirhøvur.
- So hetta hevur verið
okkara mál heilt frá tí vit
løgdu strategi í 2005, at ger-
ast ein fíggjarligur veitari –
tað vil siga banki og trygg-
ing – í hesum londum, sigur
Janus Petersen.
Hetta hevur so eydnast
nú, og tað eru stjóri og
leiðsla væl nøgd við.
Moody’s umhugsar
- Tá tú spyr, um tað verður
trupult at stýra einum so
spjaddur virksemi, so rokna
vit ikki við tí. Tað, ið talan
her er um, er okkara kjarnu-
virksemi. Talan er um tað
sama, vit gera í Føroyum.
Og her er talan um deildir á
nøkurlunda somu stødd,
sum vit hava í Føroyum, og
tær koma at stýra sær sjálv-
um til gerandis. Vit koma
so at stýra yvirorðnaða virk-
seminum her úr Havn, sigur
Janus Petersen.
Hann vísir á, at Føroya
Banki í løtuni er í holt við
at skifta sítt KT kervi frá
Elektron til SDC og tað
merkir, at at allar deildirnar,
bæði tær í Føroyum, og tær
í Danmark og Grønlandi,
fara at koyra á sama kervi.
Eitt annað, sum keypið
av 12 av deildunum hjá
Sparbank hevur ávirkað, er
ratingfyritøkuna Moody’s.
Teir hava nevniliga boðað
frá, at teir í løtuni umhugsa,
um teir skulu niðurgrada
ratingina hjá Føroya Banka.
Orsøkin er, at Føroya Banki
við keypinum hevur átikið
sær ein stóran útlánsváða á
danska marknaðinum, sum
Moody’s metir sum rættiliga
ótryggan.
- Ja, tað er rætt, at
Moody’s í løtuni hevur valt
at taka eitt tíðarskeið har
teir umhugsa, um keypið
skal hava nakra ávirkan á
okkara rating. Orsøkin er
vælsaktans hon, at tá vit
hava gjørt íløgur í hesar
deildirnar, so er okkara
kapitalstyrki ikki heilt tann
sama, sum hon var framman
undan. Tá árið í fjør endaði,
høvdu vit ein solvens á
26%, sum er tríggjar og
eina hálva ferð tað kravda,
nú er hann nakað minni,
eini 15%. Tað er framvegis
tvífalt tað kravda, men tað
er vælsaktans hendan støð-
an, Moody’s vil hyggja at,
sigur Janus Petersen.
Bakkafrost seljast
Forstjórin í Føroya Banka
kunngjørdi á tíðindafundin-
um í morgun, at bankin fyri-
reikar søluna at sínum parti
av Bakkafrost, og at hendan
sølan skal fremjast fyrra
hálvár í ár. Men hóast tíðir-
nar ikki enn eru tær bestu
fíggjarliga, metir forstjórin
ikki, at bankin eigur at bíða
við hesi søluni til tíðirnar
gerast betri og bankin har-
við kann fáa meira fyri tann
triðingin av Bakkafrost,
sum bankin eigur.
- Nú eru vit ikki einasti
eigarin av Bakkafrost. Vit
eiga sjálvandi okkara lut í
fyritøkuni, og okkara hugs-
an er, at skapa eitt føroyskt
alisamtak, sum kann kapp-
ast við stóru alifyritøkurnar
uttanlands, og skal tað
kunna henda, má felagið
hava atgongd til stóra kap-
italmarknaðin
uttanlands,
sigur Janus Petersen.
Hann metir tí, at hóast vit
enn eru í einari fíggjar-
kreppu, so er tíðin ikki illa
vald at selja bankans part í
Bakkafrost og at skráseta
fyritøkuna á børsinum.
- Vit eru jú annar av ráð-
gevunum, sum arbeiðir við
at skráseta Bakkafrost á
børsinum í Oslo – hin er
Nordea – og vit meta, at
tíðirnar eru so mikið góðar
fyri alivinnuna her í Norður-
londum í løtuni, millum
annað av tí, at prísirnir eru
so ómetaliga høgir, og av tí,
at tað gongur illa í hond hjá
alivinnuni aðrastaðni í heim-
inum, at hetta er júst rætta
tíðin, at børsskráseta Bakka-
frost, sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at úrslitið
hjá Bakkafrost í ár talar fyri
seg.
- Úrslitið er tað besta hjá
Bakkafrost yvirhøvur nakr-
antíð, sum nakað føroyskt
alifelag hevur havt. Úrslitini
hjá alifeløgum í Norður-
londum eru í hæddini og
tað ger eisini, at áhugin fyri
alifeløgum á børsmarknað-
inum eru í topp, hóast vit
hava eina fíggjarkreppu, sig-
ur Janus Petersen.
Varlig meting
Tá forstjórin fyri Føroya
Banka skal meta um úrslitið
fyri árið í ár, verður ikki
skotið hægri enn gjørt var
fyri árið í fjør, hóast bankin
hevur økt um virksemið við
12 nýggjum deildum.
- Vit hava altíð sett eina
æru í ikki at lova meira enn
vit kunnu halda, og higartil
hava vit verið varnir og gjørt
forsøgnir, sum stórt sæð
hava hildið. Og tað vilja vit
helst eisini megna fyri 2010,
sigr Janus Petersen.
Hann sigur, at tað er neyð-
ugt at vera realistirkur.
- 2010 verður eitt ár við
nógvum útreiðslum fyri
Føroya Banka. Vit koma at
gera stórar íløgur í KT-skip-
anina, harímillum íløgur til
kervið til tær nýggju deildir-
nar, vit hava keypt. Hartil
gjalda vit framhaldandi ein
stóran prís fyri bankapakk-
arnar, so talan verður um
stórar útreiðslur í ár, sigur
Janus Petersen.
Talan verður um størri
útreiðslur enn tað verða
eftir 2010.
- Men tá tað er sagt vil eg
eisini siga, at 150 til 190
milliónir krónur í avlopi
eisini er eitt gott úrslit, so
kunnu vit náa tað, fari eg at
verða sera væl nøgdur. Men
tað er heldur eingin loyna,
at eg vænti 2011 og 2012
fara at geva munandi betri
úrslit, sigur Janus Petersen,
forstjóri í Føroya Banka.
Nýtt KT-kervi lættir um stýring
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, greiðir frá ársúrslitinum hjá bankanum fyri 2009
Mynd: Jens Kristian Vang
Ísrael ørkymlar Avstralia
Avstralska uttanríkisráðið hevur sent boð eftir ísraelska
sendiharranum og biðið hann greiða frá, hví tríggir av teimum
ísraelsku agentunum, sum myrdu ein Hamas-leiðara í Dubai,
ferðaðust við falsaðum avstralskum passum. Avstralski
forsætisráðharrin, Kevin Rudd (myndin), sigur málið vera sera
álvarssamt, og at stjórnin kann ikki lata tað fara aftur við
borðinum. Ísrael vil hvørki vátta ella avsanna, at tað vóru
agentar hjá fregnartænastuni Mossad, sum myrdu Hamas-
leiðaran Mahmoud al Mabhoult á einum hotelli í Dubai í síðsta
mánaði.
Nógv børn doyggja
Ein nýggj frágreiðing hjá ST kemur til ta niðurstøðu, at
børnini í Aghhanistan rinda tann hægsta prísin fyri at verða
fødd í einum landi, sum níggjunda árið á rað er herjað av
kríggi. Í fjør mistu 346 børn lívið í samanbrestum millum
NATO-deildirnar og afghanska stjórnarherin øðrumegin og
Taliban hinumegin, og helmingurin doyði av bumbum og
kúlum frá NATO-deildunum. Av teimum doyðu 131 í
loftálopum hjá NATO-flogførum. ST-frágreiðingin gevur
Taliban skyldina av, at 128 afghonsk børn doyðu i í fjør.