hósdagur 25. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2010
Síðan flaggskipið
hjá norðoyingum
– Norðborg – fór
fyrsta túrin beint eftir
hvítusunnu í fjør, hev
ur skipið fiskað fyri
tilsamans 116 miljónir
krónur. Við ársenda
í fjør, var veiðivirðið
umleið 100 miljónir
krónur, og higartil í ár
hevur skipið fiskað fyri
tilsamans 16 miljónir
krónur
Norðborg
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Verksmiðjutrolarin
Norð
borg er nú á veg á svart
kjaftaveiði. Leiðin gongur
suður á leiðirnar vestanfyri
Írland ella St. Kilda.
Norðborg landaði týsdag
in í Klaksvík av lodnutúri,
sum skipið hevur gjørt í
íslendskum sjógvi, har teir
áttu tilsamans 1800 tons at
fiska.
Kristian Martin Rasmus
sen, reiðari, sigur, at Norð
borg hevði 1300 tons á hes
um túri.
Hann sigur, at honfiskur
in verður seldur til Japans
og hannfiskurin til Rus
lands. Nakað var eisini av
mjøli, og hetta er úr fiski,
sum hvørki fer Ruslands
ella Japans.
Undan
lodnutúrinum,
gjørdi Norðborg ein sildatúr,
har teir fyri tað mesta royndu
á leiðunum út fyri Ålesund.
Kristian Martin sigur, at
Norðborg
hendan
túrin
hevði 1300 tons av lidnari
vøru.
Veiðan, sum varð løgd
upp í Ánunum, er øll seld
og er farin av landinum.
Tað mesta fór til Týsklands,
leggur hann aftrat.
Eftir at ymiskar ábøtur
vórðu gjørdar á verksmiðj
uni og umborð á skipinum
annars um ársskiftið og nak
að inn í nýggja árið, gjørdi
Norðborg fyrst ein stuttan
svartkjaftatúr, tá teir fóru
útaftur.
Hendan túrin høvdu teir
umleið 300 tons.
116 miljónir krónur
Reiðarin í Klaksvík letur
annars væl at gongdini, síð
an Norðborg fór fyrsta túrin
beint eftir hvítusunnu í fjør.
Hann sigur, at fram til
hin 19. desember í fjør fisk
aði skipið fyri umleið 100
miljónir krónur, og higartil
í ár liggur veiðivirðið um
16 miljónir krónur.
Norðborg hevur soleiðis
fiskað fyri tilsamans 116
miljónir krónur. Vit eru
nøgdir við gongdina, síðan
vit fóru undir hesa nýggju
verkætlan, sigur hann.
Hyggja vit nærri at,
hvussu veiðitølini hjá Norð
borg býta seg yvir fiskasløg,
mjøl og lýsi fram til 19. des
ember, síggja vit, at størsta
nøgdin er sildafløk (7.800
tons), skráskorin og heilur
makrelur (1700), svartkjaft
ur skráskorin og heilur
(1300), fiskamjøl (2.250)
og lýsi (1175 tons).
Skipið fiskaði soleiðis
fram til 19. desember í fjør
tilsamans 23.200 tons av
rávøru, sum fekst til góð
14.200 tons av lidnari vøru,
sigur Kristian Martin Ras
mussen.
Lógu í 3 vikur
Tá ein verkætlan er nýggj
og útgerðin er so framkom
in, sum umborð á Norðborg,
er vanliga neyðugt við
ymiskum justeringum og
ábøtum.
Kristian Martin Rasmus
sen sigur, at teir gjørdu av
at leggja skipið í tríggjar
vikur um ársskiftið og nak
að inn í nýggja árið fyri at
gera tað, sum gerast skuldi.
Vanligt er, at garanti
eftirlit verður gjørt, tá tað
mesta av einum ári er umlið
ið, men nú vit kortini valdu
at
gera
nakrar
ábøtur,
brúktu vit hesa tíðina eisini
til eitt ávíst gartantieftirlit,
sigur hann.
Spennandi framtíð
Reiðarin er sum heild væl
nøgdur við gongdina higar
til, og hann sigur, at teir, ið
standa aftanfyri felagið og
verkætlanina við nýggju
Norðborg, eru sera spentir
eftir at vita, hvussu tíðin
frameftir verður.
Vit hava nú fingist við
framleiðslu umborð í fleiri
ár, og vit trúgva framvegis,
at hetta er eitt áhugavert alt
ernativ til pelagisku vinn
una annars, sigur Kristian
Martin Rasmussen.
Norðborg hevur fiskað f
Kristian Martin Rasmussen,
reiðari
Obama fekk arbeiðsplássini
Tað eydnaðist í gjárkvøldið Barack Obama, forseta at fáa ein meiriluta
av Senatinum taka undir við einum uppskoti, sum eftir ætlan forsetans
skal útvega nógvum amerikanarum arbeiði. Uppskotið fekk undirtøku
frá 70 senatorum, meðan 28 atkvøddu ímóti. 13 republikanarar
atkvøddu fyri uppskotinum hjá forsetanum. Tann nýggja lógin fer at
kosta 15 milliardir dollarar ella 82 milliardir krónur, sum skulu brúkast
til at útvega nýggj arbeiðspláss. Eygleiðarar í Washington siga
samtyktina í Senatinum vera ein týðandi sigur fyri Barack Obama,
forseta.
Undirskriva sáttmála
um Skúladepil
Í morgin klokkan níggju verður sáttmáli undirskriv
aður millum Landsverk og Team Fuglark um tekniska
ráðgeving – herundir projektering – í samband við
Skúladepilin við Marknagil. Ein dómsnevnd valdi í
desember Team Fuglark til høvuðsráðgevarar til
skúladepilin. Í ráðgevaratoyminum eru Fuglark, BIG
– Bjarke Ingels Group, Lemming & Eriksson, Sámal
Johannesen, Martin E. Leo og KJ Elráð.
FiskiviNNa
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Reiðaríið, sum eigur nýggju
Norðborg í Klaksvík, sigur
eitt veiðiloyvi aftrat, sum
felagið ikki brúkar í løtuni.
Tað er loyvið hjá Christiani
í Grótinum, sum felagið
seldi fyri eini tíð síðan.
Kristian Martin Rasmus
sen, reiðari, hevur sagt, at
teir fara at leita eftir einum
minni skipið, sum teir halda
vera hóskandi í stødd og
prísi.
Men enn hava vit ikki
keypt nakað skip, og vit gera
okkum góða tíð at leita.
Reiðarin sigur, at teir
kortini hava eyguni eftir
onkrum skipum, sum eru á
marknaðinum, men enn er
eingin avtala gjørd um
keyp.
Vit hugsa eisini um kvot
urnar, og at eitt komandi
skip skal hava rakstrar
grundarlag undir teimum
treytum, sum eru galdandi í
løtuni, sigur Kristian Martin
Rasmussen.
Aftrat nýggju Norðborg
og loyvinum, teir eiga til
eitt skip aftrat í pelagisku
vinnuni,
eigur
felagið
Christian í Grótinum eisini
ísfiskatrolararnar, Safir og
Smaragd, sum landa til
Kósavirkið í Klaksvík.
Hyggja eftir einum nýggjum
Christiani í Grótinum
Eftir at Christian í Grótinum er
seldur, eigur felagið í Klaksvík
eitt veiðiloyvi aftat í pelagisku
vinnuni
Mynd: Vilmund Jacobsen