hósdagur 25. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2010
fyri 116 miljónir krónur
Tað hevur gingið væl hjá
nýggju Norðborg, síðan
skipið fór fyrsta túrin beint
eftir hvítusunnu í fjør
Mynd: Jens Kr Vang
86. konsert hjá Føroya
Symfoniorkestri
Fríggjakvøldið 5. mars klokkan 20 í Løkshøll og leygardagin 6. mars klokkan 19.30
í Norðurlandahúsinum hevur Føroya Symfoniorkestur sína várkonsert. Á skránni:
symfoni nr. 1 eftir Johannes Brahms og klaverkonsert nr. 2 eftir Sergei
Rachmaninoff. Solistur: Alexandre Pirojenko úr St. Petersburg. Dirigentur: Bernhard
Wilkinson. Hetta verður 86. konsertin hjá Føroya Symfoniorkestri, og verður her sett
fram ein sera áhugaverd og spennandi skrá, sum verður framførd í
Norðurlandahúsinum við kendu og sera vælumtóktu fyrstu symfoniini av Johannes
Brahms og síðani sera stórfingnu klaverkonsertini eftir Rachmaninoff við solisti úr
sjálvum St. Petersburg, har Sergei Rachmaninoff í sínari tíð studeraði.
Fiskaprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár seldi Fiskamarknaður
Føroya tilsamans 68,2 tons
á uppboðssølu fyri 972.000
krónur.
Miðalprísurin
fyri
øll
fiskasløgini samanlagt var
14,25 krónur fyri kilo.
Eini 18 tons vóru av
toski, og størstar vóru nøgd
irnar av toski 3. Her var
miðalprísurin 13,96 krónur
fyri kilo.
Besti miðalprísurin fyri
tosk á fiskamarknaðinum í
gjár, var fyri bestu toska
støddina, tosk 1, sum fekk
miðalprísin 21,07.
Eini 16 tons vóru av hýsu,
men eins og verið hevur
leingi,
var
hýsuprísurin
einki serligur í gjár.
Besta hýsan, hýsa 1, fekk
miðalprísin 8,74 krónur fyri
kilo, meðan 8,4 tons av
hýsu 2 fóru fyri einans slak
ar 7 krónur fyri kilo.
Eini 18 tons vórðu eisini
seld av havtasku, og her var
besti
miðalprísur
27,59
krónur fyri kilo.
Vit kunnu leggja aftrat, at
umleið 4,3 tons vórðu seld
av upsaog toskarognum.
Prísurin fyri toskarognini
var 8 krónur fyri kilo, og
fyri upsarognini var hann 6
krónur fyri kilo.
Sløk 70 tons fyri miðalprísin 14,25 krónur fyri kilo
Prísirnir á hýsu eru framvegis
lágir, og soleiðis var sølan í
gjár á Fiskamarknaði Føroya
einki undantak
Barnagudstænasta á Argjum
sunnudagin
Sunnumorgunin klokkan 11 verður
barnagudstænasta fyri alla familjuna í Argja
kirkju. Tað verður Bergur Debes Joensen,
sum verður prestur, og hann sigur, at aftan á
gudstænastuna verður kirkjukaffi og okkurt
gott til børnini eisini. Prestur sigur, at øll eru
vælkomin!