Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 39 - 25. februar 2010 Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, varð í morgun til samráð í vinnunevnd­ ini hjá løgtinginum, sum kravdi svar um, hvat landsstýris­ maðurin ætlar at gera við, at nógv ikki vilja keypa føroyska hýsu. – ICES hevur ikki neyðugt innlit í føroyskan fiskiskap, og tí er tað ein spurningur um upplýsing, sigur landsstýrismaðurin Hýsa Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fleiri stórar handilsketur í Stóra Bretlandi hava ikki viljað keypt føroyska hýsu seinastu tvey árini, og nú meiri hýsa er at fáa, vísir tað seg at geva vinnuni stórar trupulleikar, at hon ikki sleppur av ein part av hýsuni. Orsøkin til, at handilsket­ urnar í Stóra Bretlandi, ikki vil keypa føroyska hýsu, er at ICES mælir fulkomuliga frá, at hýsa verður veidd í føroyskum sjógvi, og at MCS, sum er ein umhvørv­ isfelagsskapur á saman hátt sum Sea Shepherd og Greenpeave, positivt mælir fólki frá at keypa føroyska hýsu, tí ICES mælir frá, at ein tann einasta hýsa verður veidd undir Føroyum. Í morgun hevði vinnu­ nevndin kallað Jacob Vestergaard, landsstýris­ mann við vinnumálum til samráð, har hann varð biðin at greiða frá íkomnu støðuni, og vísa á rættastu loysnina at fáa bretsku handilsketurnar at lata upp fyri føroyskari hýsu. – Núverandi støða er íkomin, tí havumhvørvisfel agsskapurin »Marine Con­ cervation Society,« oftast nevndur MCS, hevur sett føroysku hýsuna á sín lista yvir fiskasløg, ið teir ráða fólki frá at keypa. Undir pkt. 17 í lista teirra stendur føroysk hýsa nevnd saman við hýsu, ið verður fiskað vestan fyri Skotland, greiddi Jacob Vestergaard vinnu­ nevndini frá. Hann legði afturat, at orsøkin til at MCS mælir fólki frá at keypa føroyska hýsu, er at hýsan verður ovfiskað, og at ICES mælir til, at veiðan av føroyskari hýsu skuldi verið steðgað í 2009, og at hýsan verður veidd saman við hóttum toski. – Nevndi boðskapur frá MCS ­ og óbeinleiðis frá ICES ­ verður móttikin av handilsketum í Bretlandi, har summar teirra hava kent seg noyddan at taka boð­ skapin frá MCS til sín, við handilsbanni ímóti Føroyum sum bráðfeingis átaki, segði Jacob Vestergaard. Skilja ikki skipanina Men landsstýrismaðurin er somuleiðis sannførdur um, at ICES ikki fatar, hvussu føroysk fiskiveiða hongur saman. – ICES klassifiserar stovnin fyri 2009 og deyði­ ligheit fyri 2008, sum, at stovnurin hevur niðursett evni til at endurnýggja seg, men at hann verður veiddur burðardygt. At teir so í niðurstøðuni samstundis tilráða at niðurleggja alla hýsuveiðu, og samstundis leggja eina ætlan um at byggja stovnin uppaftur, sigur mær, at teir ikki hava neyðuga innlitið í okkara fiskiskap, tí sera lítil bein­ leiðis hýsufiskiskapur er við Føroyar fyri tíðina, og stórur partur av tí hýsu, sum kemur upp á land, er sum hjáveiða í øðrum fiski­ skapi, segði Jacob Vester­ gaard við vinnunevndina í morgun. Yvirdrivið við banni Og hóast Jacob Vestergaard er greiðir yvir, at skipanin skal taka hædd fyri íkomnu støðuni, so heldur hann, at umhvørvisfelagsskapruin MCS ikki ansar nóg væl eftir, hvat stovnurin sigur. – Samanber ein orðingar­ nar frá ICES við orðingarnar hjá MCS um okkara hýsu­ veiðu, so kemur fyri dagin, hvussu lítið hesin umhvørv­ isfelagsskapur vandar sær um boðskap sín, tí MCS sigur beinleiðis, at hýsan í Føroyum er fyri ovfiski­ skapi, og vísir til ICES, sum í síni frágreiðing sigur, at hýsan nú verður veidd burðardygt. Tað er mín greiða fatan, at sjálvandi skal skipan okkara taka hædd fyri tí støðu, stovnurin er í – og tað ger hon – men at seta handilsbann ímóti eini heil­ ari tjóð er eftir míni fatan ikki ein framferðarháttur, ið vit bert kunna leggja okkum at, við fullkomnum banni av øllum fiskiskapi við Føroyar sum avleiðing, metir Jacob Vestergaard. Somuleiðis segði Jacob Vestergaard, at tað fram­ vegis ber til at sleppa av við ein part av hýsuni. Samskifti er svarið Og av tí, at Jacob Vester­ gaard metir, at hesir trupul­ leikar eru grundaðir á mis­ skiljingar, so er rættasta loysnin sambært honum, at forklára seg úr støðuni, tí tað ber ikki til at steðga allari veiðu eftir botnfiski, sum ICES annars mælir til. Sambært landsstýris­ manninum eru fýra punktir, sum skulu í gongd, fyri at fáa bannið burtur. Í fyrsta lagi skal samskiftast við vinnna í Føroyum. Í øðrum lagi skal samskiftast við keyparar í Bretlandi. Í triðja lagið skal samskiftast við samtøk í Bretlandi, og í fjórða lagi mugu góð umboð finnast vegna Før­ oyar at hava beinleiðis sam­ skifti við ICES og felags­ skapir sum MCS. Jacob Vestergaard vísir eisini á, at nógv samskifti eru millum serfrøði, vinnu, útlendskar keyparar og landsstýri í løtuni. Kann onki lova Hóast Jacob Vestergaard er sannførdur um, at tað ber til at bøta upp á støðuna við at samskifta, so staðfestir hann eisini, at hetta er nakað, sum kann taka langa tíð. – Tað besta hevði verið, um vit longu í næstu viku fingu handilsketurnar at keypa føroyska hýsu aftur, men vit kenna til dømis frá grindaspurninginum, at tað kann taka langa tíð at baksast við tað, sum um­ hvørvisfelagsskapir koma við, sigur Jacob Vestergaard, sum tí ikki kann siga nakað veruligt um, nær stóru bret­ sku handilsketurnar aftur fara at keypa føroyska hýsu. Stórar bretska handilsketur vilja ikki keypa føroyska hýsu. Orsøkin er sambært Jacob Vestergaard, at ein umhvørvisfelagsskapur hevur sett føroyska hýsu á svarta lista. Nú skulu fiskimálaráðið og uttanríkisráðið fortelja heiminum sannleikan um føroyska hýsu ICES forstendur ikki føroyska fiskivinnu Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini, sum í gjár legði harðliga eftir føroyska fiskivinnu­ politikkinum, staðfestir, at samráðið í morgun var gevandi, og at hon nú er sannførd um, at øll segl mugu setast í gongd fyri at kunna um føroysku skipanina við stongdum økjum og fiskidøgum. Forkvinnan nøgd við svarið Hvalur drap venjara sín Ein 40 ára gomul kvinna, sum arbeiddi sum djóravenjari í amerikanska undirhaldsgarðinum Sea World í Florida, doyði, tá hon datt útí, júst sum hon var í ferð við eina framsýning saman við nøkrum bóghvítuhvalum. Eitt eygnavitni hevur greitt løgregluni frá, at kvinnan datt úti, og at ein av hvalunum tók hana í kjaftin. Sjónvarpið CNN sigur frá einum øðrum eygnavitni, at bóghvítuhvalurin toygdi seg upp eftir kvinnuni og tók hana við sær. Tá hjálparfólk fingu fatur á kvinnuni, var hgon deyð.