hósdagur 25. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2010
10#PYr/§BU¡O
'05§STIBWO
'BSPF*TMBOET
5FM
IBW!IBWGP
XXXIBWGP
ÊTBNCBOEJWJªBU)KBMUJ+¸LVQTTUPWVGFSGS¸TVNTUK§SJ¸
)BWTUPWVOJPH&JMJG(BBSEUFLVSWJªTUK§SBTUBSWJOVN
CK§ªBS
)BWTUPWBOUJMBMNFOOBN§UULV
MMFSVIKBSUBMJHBWMLPNJO
4UK§SBTLJGUJ¸)BWTUPWVOJ
"MNFOON§UULB
"MNFOON§UULBWFSªVS¸)BWTUPWVOJGSHHKBEBHJO
GFCSVBS
LM
)KBMUJ+¸LVQTTUPWV
IFWVSWFSJªTUK§SJ
¸)BWTUPWVOJ
TªBOJ
PH
IFWVSTPTUBUUSLU
TUK§SBTUBSWJª¸S
O¡IBOOGFSGS¸GZSJ
BMEVS
&JMJG(BBSE
FSEPLUBSJIBWMWGSªJPHIFWVS
TUBSWBTU¸)BWTUPWVOJTªBOJ
Tað hevur tikið sína
tíð, men nú bendir
mangt á, at verkætl
anin við saltsilo’ini
á Drelnesi gerst
veruleiki
Mentan
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Drelnes: - Fyrireikingarnar
til “Verkætlan SALT” eru
komnar
rættiliga
langt,
sigur Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri.
- Ja, so langt eru arbeiðið
komið, at fyrireikingar nú
eru gjørdar til at stovna ein
serstakan silo-grunn, vísir
borgarstjórin á.
Hesin grunnurin skal hava
yvirskipaðu ábyrgdina av at
umbyggja silo’ina og reka
hana, tá hon stendur liðug.
Fyrrverandi íslendski for-
setin, Vígdis Finnbogadóttir
er verji hjá ætlanini. Og
uttan hennara virkna leiklut
var
henda
verkætlanin
neyvan komin undir land.
Verkætlanarleiðarin,
Ólavur Rasmussen hevur
ikki hug at gera stórvegis
viðmerkingar
um
hetta
málið.
Tað einasta, hann vil siga
er: “Tað sær gott út!”
Verkætlanin SALT miðar
eftir at umskapa gomlu salt-
silo’ina til ein sannan kate-
dral til bæði sjónleik, tónleik
og onnur mentanartiltøk.
Silo’in á Drelnesi verður veruleiki
Tíðin er nú komin til
at varðveita henda
bygning og geva hon
um annað innihald.
Tað ber til at varðveita
skapið og nútímans
gera bygningin uttan
og innan, hevur Albert
Isfeldt, arkitektur sagt
í sambandi við hetta
málið
Silo
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Drelnes: - Her eru óteljandi
møguleikar
í
tí
høga
rúminum at skapa karmar
um alskyns mentanarvirk-
semi sum til dømis tónleik,
sjónleik, listaframsýningar,
fundir av ymiskum slag og
øðrum við, vísir hann á.
Á
heimasíðuni
hjá
Tvøroyrar kommunu greiðir
hann - sum privatpersónur
- frá, at líkt er til, at eingin
veruliga hevur gjørt átøk til
tess at varðveita hetta stór-
verk, sum beint nú stendur
og forfellur.
Men, vísir hann á, røddir
hava verið frammi í bløðun-
um og millum fólk í Suður-
oynni at fremja tiltøk til
tess at varðveita bygningin.
- Helst hevur tað undrað
mong byggi- og søgufólk,
sum eru komin ferðandi
hendavegin, at onki er gjørt
fyri at fjálga um henda
bygning.
- Mær kom til hugs
Kirkjubømúrurin.
Her
hevur kjakið gingið, um
múrurin
er
ein
ruin
(fornfrøðingarnir), ella um
múrurin er eitt bygningsverk
(arkitektarnir). Vóni ikki, at
tílíkt
kjak
verður
um
Saltsiloina á Drelnesi, ella
uppaftur verri, at siloin
verður niðurtikin sum eitt
»skrímsl«, sum onkur hevur
málborið seg, sigur Albert
Isfeldt í greinini.
Spara milliónir
Fíggjarliga er hetta eitt skila-
gott tiltak. Útgrevstur og
høvuðskonstruksjón eru tøk.
- Hetta kann merkja eina
sparing í byggiútreiðslum
uppá einar fimm til tíggju
milliónir krónur, leysliga
mett.
Nýggja ferjulegan og ein
nýggjur Smyril, sum leggur
at beint við, fara at draga
tiltøk til sín úr øðrum
pørtum av landinum.
Við tunnlinum millum
Øravík og Hov er øll Suður-
oyggin samanbundin á ein
hátt. So tað ber til at siga, at
Siloin á Drelnesi kann blíva
ein mentanarkatedralur fyri
alla oynna, bara allar góðar
kreftir savnast í einum
felags
átaki
hesum
at
frama.
Nevnast kann, at nýggja
mentanarhúsið í Fuglafirði
hevur
havt
avgerandi
týdning fyri mentanartiltøk
í bygdini og fyri alla
Eysturoynna og er blivin
eitt hugtak um alt landið
eins og Norðurlandahúsið.
- Vónandi verður hetta
uppskot til veruleika eina-
ferð, so hesin bygningur
sum ein fuglurin Føniks
aftur verður at daga upp í
luftina í fullum skrúði sum
karmur um mentanartiltøk í
Suðuroynni, sigur Albert
Isfeldt m.a. í greinini.
Má varðveitast
Ætlanin at umskapa saltsilo’ina á Drelnesi til ein sannan mentanarkatedral er nú komið so væl
áleiðis, at í næstum verður ein serstakur silo-grunnur stovnaður
Modellið Drelnes í byggilist var í hevd í 1920- og 1930-
árunum í Italia og serliga í Frankaríki.
Saltsiloin varð reist í 1937 eftir franskari tekning, og
suðuroyingurin, Óli Johansen, sum selur fisk annanhvønn
fríggjadag í Gongugøtuni í Havn, sigur seg vita um ein
fransmann, sum hevur staðið oman fyri túnið hjá honum
á Tanganum og tikið myndir av Drelnesi.
Ja, lat okkum suðuroyingar rópa siloina Drelnes, tí so-
leiðis eitur hon – ella soleiðis æt hon fyrr.
(Kelda: www.tvoroyri.fo)
FAKTA
Bispur var fullur
Margot Kässmann, sum hevur verið biskupur hjá protestant-
unum í Týsklandi, hevur lagt frá sær, eftir at hon bleiv tikin
fyri rúsdrekkakoyring seinasta vikuskiftið. Í gjár bað hon um
umbering fyri misgerð sína og boðaði samstundis frá, at hon
hevur sagt biskupsembætið frá sær. Margot Kässmann, sum
hevur verið leiðari fyri teimum týsku protestantunum seinastu
tíggju árini, var 41 ára gomul, tá hon gjørdist biskupur og tann
yngsti biskupurin í Týsklandi nakrantíð. Tað vakti stóran ans,
tá hon í 2007 kravdi skilnað frá manninum, og í dag er hon
einlig mamma við fýra børnum.
Toyota-stjóri fekk av at vita
Stjórin í japonsku bilverksmiðjuni Toyota fekk av at vita, tá
hann var til hoyringar í amerikonsku Kongressini í gjárkvøldið.
Stjórin, sum eitur Akio Toyoda, var komin í Kongressina at
svara spurningum í sambandi við, at japanska verksmiðjan
hevur kallað meiri enn átta milliónir bilar innaftur, tí teir vístu
seg ikki at vera í lagi. Hann segði, at verksmiðjan átekur sær
fulla ábyrgd teimum óhappum, sum brekini hava verið atvoldin
til. Í løtuni verður kannað, um 30 ferðsluvanlukkur við Toyota-
bilum kunnu setast í samband við tey teknisku brekini.