hósdagur 25. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 39 - 25. februar 2010
H
erluf Lützen var
føddur í 1887.
Mamman var Henrietta,
dóttir M.C. Restorff, tann
fyrsta Restorff í Føroyum,
og pápin var Jacob Lützen,
sonur A.C. Lützen, tann
fyrsta Lützen í Føroyum.
Jetta, sum hon varð
kallað, og Jacob fingu 12
børn. Herluf var tað fjórða
í røðini. Tey vóru sjey
systrar og fimm brøður.
Herluf varð konfirmer
aður 5. oktober 1902.
Hann konfirmeraðist
saman við Hans Christoffer
Müller, sum giftist við Ebbu
Müller. Tey hava fyri kortum
verið umrødd í hesi røð.
Herluf giftist tann 7.10
1918 við Susanne Kathrine
Niclassen f.1894. Sanna,
sum hon vanliga var
kallað, var dóttir Sigrid og
Poul Niclassen. Sigrid var
dóttir H.N. Jacobsen,
kendur frá bókahandlinum
við sama navni.
Herluf og Sanna vórðu
umrødd í røðini um Egil
Djurhuus, abbason Faktor
in Johan Christian Djur
huus. Sanna tók sær nógv
av Egili, tá ið hann var í
Danmark í sjúkraørindum,
og tey bæði vitjaðu hann
nógv ta tíðina, hann lá
sjúkur heima, til hann
doyði fyrst í 1919.
Jacob, pápi Herluf, var
ein kendur handilsmaður í
Havn. Hann átti tann kenda
handilin á Áarvegnum við
sama navni. Tá ið pápin
doyði í 1920 tók Herluf
við. Hann gjørdist eisini
norskur konsul.
Tá ið Herluf doyði í
1934 førdi Sanna handilin
víðari, til hon sjálv doyði í
1949. Tá tók sonurin Jacob
Hendrik við.
Sanna og Herluf áttu
børnini:
1. Jacob Hendrik f.
1919, giftist 14.12.1949
við Katrinu Solveig f. 1929
á Syðradali K. Tey fingu
trý børn Susanna Elisa
beth, Sigrun og Herluf. Tey
og teirra børn eru einastu
eftirkomarar hjá H.N.
Jacobsen.
2. Sigurd Pauli f. 1923.
Var ógiftur og arbeiddi
sum bókbindari hjá HNJ.
Var niðri undir krígnum.
3. Hannes f. 1925. Hann
gjørdist bert 32 ára gamal.
Var eisini ógiftur og
arbeiddi eisini i
bókahandlinum.
Framúr sum menmiskja
og tónleikari
Jógvan Waagstein hevði
hesi minningarorð um
Herluf:
Den 21. Marts døde Køb
mand Herluf Lützen, 46
Aar gammel. En snigende
Sygdom skulde saa brat
gøre ende paa denne
Mands Liv netop som hans
stod i sin Manddoms
bedste Alder. Alle der
kendte Herluf Lützen har
følt Vemod ved hans tid
lige Død. Han var kendt
som det stilfærdige, noble
og fine Menneske, venlig
mod alle. Det blev sagt ved
hans Baare, at han elskede
alt, hvad der var smukt og
rent, og at han havde svært
ved at tro ondt om noget
Menneske. Ja, saaledes vil
de fleste mindes ham.
Udover sin praktiske
Virksomhed dyrkede han
med stor Interesse Sangen.
Jeg tør sige, at Sangen og
Musikken var hans
Hjertebarn. Selv ejede han
en smuk Stemme. Den var
ikke stor, men til gengæld
havde den en ædel og inder
lig Tenorklang, som kunde
varme og glæde Tilhører
ne. Han sang gerne, hvor
han kunde glæde og
hjælpe. Gennem Aarene
sang han gerne ved festlige
Lejligheder i vor Kirke og
ved Koncerter og Under
holdninger til Fordel for
Syge og Trængende. I vor
Korforening var Herluf
Lützen en støt Mand. Han
har saaledes som Formand
for Havnar Sang og
Musikkfelag gjort et stort
Arbejde for Sangen og
Musikken i vor By.
Ved sit vindende Væsen,
altid opofrende, var han
almindelig afholdt indenfor
Mandskoret og blandet Kor
og havde kun Venner.
Den største Musikbegiv
enhed i Byen ejede han for
en stor Del Æren for. Det
var Musikbesøget af Fil
harmonisk Orkester fra
Hamburg med sin 50
Mands Besætning, et af
Tysklands fineste Orkestre.
Som man vil huske spill
ede dette Orkester i Thors
havn Beethovens 7de Sym
foni i Adur. Et saadant
Besøg kræver altid stor
personlig opofrelse for
den, som skal ordne Mod
tagelsen. Ligeledes var det
for en stor del ham, der har
Æren for, at vi fik det
danske Studenterkor til at
give koncert i Thorshavn.
Det var ikke alene Sang
en og Musikken udefra,
der havde hans Interesse.
Alt færøsk Musikarbejde
havde han Kærlighed til og
Interesse for. Han var den
første til at støtte og give
gode Raad og opmuntre.
For et Aars Tid siden
mente han ikke, at hans
Tid tillod ham st fortsætte i
Mandskoret. Men det var
lige som han ikke kunde
rive sig løs. Han var med
til de to første Prøver til
den fornylig afholdte
koncert. Saa kom
Sygdommen.
Hans Kærlighed til
Sangen var ægte, og han
vilde saa gerne vise andre,
at Sangen giver den rene
Glæde, der kan løfte en
over Dagliglivets Besvær.
Æret være han Minde.
Yrkti eisini sjálvur
Hvussu íðin Herluf hevur
verið í tónleikarlívinum í
Havn sæst í øllum teimum
sangskráum, sum liggja
eftir hann.
Tann elsta er tann fyri
Noregsferðina hjá Ung
mannafelagnum í Havn í
1908, sum var ein stór
hending tá í tíðini, og sum
Petur Háberg eisini greiðir
frá í Hugbirtingum.
Norska kórvitjanin í
1924 hevur eisini verið
umrødd í Miðvikuni við
frásøgn hjá Petur Alberg.
Millum fremstu stuðlar at
skipa fyri hesi konsert var
Herluf og svágur hansara
Sigurd Niclassen í bóka
handlinum.
Eitt stór hending man tað
hava verið, tá ið Havnar
Sang og Muskikfelags
mannskór sang fyri kongs
kjúnunum á teirra vitjan í
Havn tann 21. juni 1930.
Herluf hevur eisini eitt
sera gott eftirmæli í sínu
ætt. Hetta sæst eisini av, at
bróðursonur hansara
Mogens í 1946 kallaði ein
son upp eftir honum.
Herluf hevur eisini havt
yrkjaragávur. Tá ið beiggin
Valdemar fylti 50 ár í
1928, skrivaði Herluf ein
sang til hansara, og hann
byrjaði soleiðis:
Borgmester (1925-1928)
fylder i Dag halvthundred
som Byen festet har og
dundred.
I Stadens Sager han roder fixt
og ordner - styrer nok saa
strixt.
Til Vaagsbotn nu hele Byen
turer
at se paa alle de fine Komfurer.
Ret aldrig haver du Tid at
Dovne
Cement du sælger og ogsaa
Ovne.
Som Købmand ønsker vi dig
god Lykke
og tænker om flere Hus du vil
bygge?
Kontor og Kulhus i fjor du laved.
I Aar paa Fabrikken der bliver
savet.
Et Hus til Mælk og Margarine
og et til Sæberne saa Fine.
I Sømandshjemmet sig Søfolk
hygger,
sig saa at Valdemar ikke bygger.
Kelda: Sigrun Lützen
Herluf Lützen:
Handilsmaður og sangari
Lützen og Restorff ættirnar hava havt stóran týdning fyri okkara samfelag á nógvum ymiskum økjum.
Tær eru eisini væl umboðaðar í gamla kirkjugarði. Ættirnar blivu eisini samangiftar, og ein sonur
gjørdist Herluf Lützen, sum gifti seg inn í eina triðju kenda ætt
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
verður um Essa á
Kirkjuvegi, ein av
stovnarunum av
losjuni í Havn
HERLUF LÜTZEN · F. 22.8 1887 · D. 21.3 1934 · LÍTLA SYSTIR
Sanna doyði í 1949 og er
grivin í nýggja kirkjugarði
Manskórið hjá Havnar Sang- og Musikkfelag sang fyri
kongaparinum í 1930. Her var Herluf sjálvskrivaður
Herluf saman við sínum synum. Jacob Hendrik situr undir
Hannes. Sigurd Pauli uttast t.v.