Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 25. februar 2010 19 sæddar ganga aftur í Opera hús­ inum í Sydney, aldarinnar bygn­ ingur í 20. øld. Og Jørn Utzon (1918­2008) fór (ja, tíbetur) á Københavns Kunstakademi at lesa (1937­42). Í føðingardagsveitslu í 1940 hitt ust Jørn og Lis (hon fylti 21 ár) fyrstu ferð, tey blivu góð og giftust í 1942 og fingu 3 børn: Jan f. 1944, Lin f. 1946 (kend fyri tekstil og postalín – bláu flísarnar í Kastrup Lufthavn) og Kim f.1957. Øll eru góðir arkitektar (eisini Jeppe, sonur Jan). Árini komu, og eftir eitt hend­ ingarríkt lív við møðsamum mót­ burði og miklum heiðuri valdu tey at búseta seg á Mallorca. Og har bygdi Jørn teimum eini hús ovalaga í líðini við útsýni, nevnd Can Feliz, og eitt hús við strondina nevnt, Can Lis. Lis og Ingálvur høvdu av og á brævaskifti fyri lívið. Bizzie Høyer Tað undrar eisini, at Michael Wivel sigur, at Bizzie Høyer (1888­1971) er púra gloymd sum listafólk í Danmark nú á døgum. Tí hon má tó hava havt talent fram um onnur, sum enn eru kend. Men kanska hevur hon ikki havt nakran góða, sum hevur kunnað hjúklað um minni hennara; men hinvegin er tað tó ein uggi, at hon her á landi hevur havt næmingar og vinir, sum skara framúr: Ruth, Ingálvur, Hans og Terji. Og í Danmark m.o.: Copra­málaran Ejler Bille. Til Ingálv í 1968 – eftir eina vitjan hjá henni av Elsu og Ingálvi, og sum hon fagnaði tey bæði fyri – skrivar hon móti lívsloki sín­ um: »Lige meget hvor stor Forskel der kan være paa de Maal, man sætter sig som Kunstner, er der dog Ting, man kan blive helt enige om, – først og fremmest, at der maa staa en Overbevisning bag ens Arbejde, og at dette er Tilfælde for Dem, det lyser ud af Deres Arbejder.« Hetta riddaraslagið fekk hann frá sínum gamla lærara. Og at hetta hevur merkt og glett hann, er eyðsæð. Úr Ingutrøð Jens av Reyni (1878­1948) var ágrýtin framburðsmaður, og eitt vet av treiskni hongur uppi í fólk­ ferðini. Mamman, Christina, var friðarlig, mild og fólkaliga fínlig dama. Tey fingu tríggjar synir. Tann elsti Jens Pauli var vinnu­ lívsmaður: skip og Fiskacentralurin og var ein framúr skemtari við stíli) og Sigird, ágrýtin og støðu­ fastur: elektrikari og bilasølu­ maður. Ingálvur var yngstur. Allir sermerktir, vælhýrdir og við sera góðari sangrødd. Elsa f. Thomsen og Ingálvur leitaði heim aftur á klettarnar eftir kríggið. Giftust og vunnu á øllum mótbrekkum, har onnur høvdu givust á hondum. Tey fingu átta børn, sum ymsu gávur teirra kennast aftur í. Ingálvur At lýsa Ingálv sum persón ber bara ikki til. Eitt so lítillátið menniskja, sum var so undirdýktur í ymiskum gávum. Teknari og málari – altjóða list! sigur Wivel. Sangari – tann besti! meina mong. Framúr sunnudagsskúlalæraran, minnast mong afturá. Var trúfast­ ur, altíð við tí góða orðinum, hevði stílsans og so mangt, mangt annað. Men at gerast heiðurs­ borgari í høvuðsstaðnum? Nei, takk!! Og hansara persónliga støðu­ takan til lívsins spurningar skerst tó ikki burtur. Til hugs rann tí meðan filmurin mól henda strofan (Gfs.582, C.O. Rosenius): »Gangi eg um heiðar fjøll og dalar, fylgir vinur mær, eg hoyri hann; tó ósjónligur hann til mín talar troyst og revsing, sum mær tørva kann ­ ­« Og sum dømi um hansara stíl­ sans eitt ørindi, úr hesi einastu alment kendu týðing Ingálvs á bundnum máli (Gfs. 861): »Drottur ævinleikans mikil, hann sum skapti hinmafør, einsamur á fold hann gekk, so fremmandur á egnu jørð. Saknur, sorg og pína nívdu hjarta hans, og heimsins neyð bar hann, og á krossi bøtti vára synd við skemdardeyð.« Hvussu mong hann ringdi til, skriv aði bræv ella kort til, táið nakað var at gleðast um, og ikki minni táið mótgongd ella sorg høvdu vitjað, tað ber bara ikki til at meta um. Tað kom fyri, at onkur sum í andvekri, mót­ og máttloysi á nátt ringdi til hann, og bað hann syngja onkran sang í telefonina, sær til ugga –. Og hann gjørdi tað! Einaferð, fyrr ella seinni, fer hetta »ótrúliga« menniskja at fáa eitt savn ella minni, okkum øllum at gagni, sum hann hevur uppi­ borið. 24.02.2010 Ingálvur av Reyni uttan fyri heim sítt á Lützenstrøð, tá hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2004 Mynd: Jens Kristian Vang