Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 39 - 25. februar 2010 ummæli Arnstein Niclasen Dagurin var 27. november 2009. Ein dagur og fýra ár vóru liðin síðani Ingálvur andaðist, og fór til “ – aðrar víddir at sjá – fagrari enn her á fold “(jhod). Listaskálin var stúgvandi fullur av fólki, sum komin vóru saman fyri at vera við á talsterkastu framsýning nakran­ tíð av verkum Ingálvs. (Og lat tað verða sagt beinanvegin, at fram­ sýningin endar tann 28. í hesum, tí framsýningin skal víðari út av landinum.) Tónleikur og sangur. Borgar­ stjórin hevði orðið. Og so fór ein lítillátur maður fram á gólvið og helt ein røðu um list Ingálvs, ein røða sum átti at verið endurtikin, og um bókina, sum hesin sami hevur skrivað til høvið, og sum eigur at gerast hvørsmansogn. Boðskapurin Tann stutti boðskapurin í taluni og bókini var og er hesin: at tað var Sámal Joensen­Mikines, sum laðaði grundina til eina tjóð skapar­ liga list í Føroyum. Meðan tað var Ingálvur, sum tók næsta stigið á leiðini og gav hesi serligu, føroysku listini eitt altjóða format – ! Maðurin er Michael Wivel, ið er doktari í listsøgu og kunst­ kritik ari í mong ár á Information og Weekendavisen, fyrrverandi leiðari av Ordrupgaard listasavni, og hann hevur skriva kønar og munandi bøkur um list. Stílur og innihald eru framúr, antin hann skrivar um Ingálv, Kurt Trampe­ dach, Carl­Henning, Havsteen­ Mikkelsen, Stevns (Lysets tøven og Lysets veje), Kirkeby ella stór­ verkið “Dansk kunst i det 20. århundrede”. Og hetta eigur tann ágrýtni stjórin við manning á Listasavni Føroya stóra tøkk uppiborna fyri, at hava fingið ein rættiligan kunst­ kennara, sum henda, til landið og at skrivað bókina um vinmann alra føroyinga, Ingálv av Reyni. Michael kennist óheftur í sínum áskoðanum. Hann kendi ikki Ing­ álv persónliga, men metir hann út frá hansara verkum og tí, sum onnur fólk og filmurin um Ingálv avdúka. Filmurin sum teir báðir Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen eiga mikla rós fyri. Tí tað er sum – aftur einaferð ­ at fáa eitt prát við hetta merkisverda menn­ iskja. Og ein spyr seg sjálv an: hvussu nógv mann ikki liggja eftir á láni, og sum ikki er komið við, tí teir tóku upp á film av Ingálvi í yvir eitt ár ­ ?! Wivel’arnir Og Wivel­ættin hevur sett síni spor í mentanarlívi dana seinastu hálvu øldina. Eitt nú Ole Wivel (1921­2004), stjóri á Gyldendal og høvundur (mundi hann nakran­ tíð skriva ein vánaligan setn ing?) Hann var m.a. eisini sannførdur um, at Regin Dahl átti sum skald fyri langari tíð síðani at fingið Norðurlandaráðsprísin (Und er mursejlerhimlen, s. 93). Ella tak t.d. gávuríku bróður­ synir hansara: Peter f. 1943 ábyrgd arblaðstjóra á Weekenda­ visen og Berlingste Tidende, Michael f. 1946 og Henrik f. 1954 er dr. phil (Snedronningen – um Selmu Lagerlöf). Kynstur teirra eyðsæst av verkum teirra, uttan mun til um evni er dýpdarbøkur um litteratur, list ella nútíðarsøgu – eitt nú um Baader­Meinhof (30 år med tysk terror) ella Drabet på Petra Kelly (Murens fald). Bókin Danski tekstur M. Wivels hevur ein hóskandi objektivan fráleika til sjálvt listaummælið, og inni­ haldið er væl týtt – bæði til enskt av James Manley og til føroyskt av Mortan Ólasyni Vang – og rætt lisið hevur Svenning Tausen. At týða fakmál til føroyska tungu er ikki lætt í mun til altjóðamálið: enskt. Metaforar, heiti og superla­ tiv kunnu lættliga bekla. Bara eitt dømi. Orðið atelier (t.e. verkstaður á fronskum), og sum tað eitur um lond á okkara leiðum, kundi eins væl verðið varð veitt, heldur enn: “málara­ stova”, har fyrri partur orðsins er fakliga avmarkandi og seinna helvt: stova, er niðurslitin máliska fyri: bústað stórbónda, kroysu knæ bóndans, fyri alskyns klivar og kontór og líka til bilaeftirlit landsins við koldioxid (CO2) og svørtum royki ­. Tá kenst hinvegin orðið: høli, heldur lættari fyri ondini (“ ­ ­leita upp mær skaldabøli, okkurt ským­ l igt fløskuhøli”, yrkti Janus skemt andi…) Framsýningin Framsýningin, ið er vald út og skipað av Michael Wivel, er frálík og heilt øðrvísi. Hon skal síggjast og njótast. »Svørt og vill« verður hon nevnd. Men sum tann køni í Skrift ini og um kunst, vitsti Ing­ álvur, at » – so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið« (Sálm. 139,12). og at P­A. Renoir (1841­1919) segði so vakurt: »Svart er drotningin millum litirnar.« Ein undrast kanska á, at framúr tekningar eitt nú úr: »Tann deiliga Havn« ikki eru við, men har eru hinvegin aðrar kanska uppaftur eymari myndir frá góðu unglinga døgum teirra, Elsu og Ingálvs, niðri undir krígnum (s.76). Og eingin av teim monumentalu (bestiltu?) persónsmyndunum av tryggingarstjórum ella býráðs for­ monnunum eru at síggja. Men har er tó ein lítil mynd av pápa Ingálvs, Jens av Reyni, har hesin situr við einari bók við svartari permu og fyrireikar seg helst til »eitt lítið orð á onkrum møti« (s. 86). Meðan myndir av mammuni, Christinu, ganga støðugt aftur. Og tað ikki av ongum. Merkiligt sum innihald og myndir á framsýningini og í bókini kveikja onnur og ymisk rák og afturundirgerðir í huga hyggjarans ­ . Ein fotomynd Á eini klárari mynd (s. 277) standa uttanfyri Statens Museum for Kunst nøkur ung listlesandi um 20 ára aldur ein várdag í 1942 við ungdómsins kæti, dreymum og ætlanum. Ingálvur hevur orðið. Vinstrumegin hann stendur Jens Urup, seinni kendur listamaður, vinmaður Ingálvs fyri lívið, hevði íslendska konu, Guðrun, og vitjaði ofta higar á ferð til »Landið bláa«. Og høgrumegin stendur Lis Fenger (1919­ ), eisini næmingur hjá Bizzie Høyer, ein av teim 8 tekkiligu døtrunum (11 børn íalt) hjá Annu M. f. Schmiegelow (1891­1995) og Mogens Fenger (1889­1956), yvirlækna á Dia­ konissestiftelsen, lívlækni hjá beinbrotna Christian X kongi (held ur skjarrligur patientur, skuldi hann siga). Annars var heimið hjá Fenger­ familjuni merkt av, at har komu mong evnarík ung, eisini listafólk og fremstu politikarar tá á døgum. Og fyri at enda ein langa søgu skal viðmerkjast, at yngsta dóttirin, Benedicte, er gift Niels I. Meyer (1930­), prof. í fysikk við DTU, sum hevur fingist við m.a.: Vedvarende energi, »Oprør fra midten« og politik við so sum so úrsliti –. Og føroyavinurin Poul Madsen (1916­2009) cand. jur. var giftur við tí elstu dóttrini, Thyru Fenger (1918­1960). Tey valdu – eftir eina invortis sannføring – at halda eina aðra “ótryggari” leið enn at gerast dómari ella amtmaður, og tey blivu eitt leiðandi par í Kristent Fællesskab fyri lívið. Men tað er ein onnur søga. Ingálvur og Poul kendust og hildu sera nógv um hvørannan. Lis og Jørn Utzon Leiðir listamanna »eru órann­ sakiligar«. Jørn, ein ungur drong­ ur gekk í Aalborg, droymdi um at gerðast skipsverkfrøðingur sum pápin, men hann var bæði orð­ blindur og veikur í matematikk, men hann hevði hinvegin óvanlig geometrisk evni: rúm, linjur, flat­ ar og bogar, “ – hvørs reisingar rundar, so stoltar ar sjá” so eyð­ Ingálvur av Reyni (1920-2005) – framsýningin og bókin og annað Málningur av Jens av Reyni, pápa Ingálvs