Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 25. februar 2010 17 Kistan við Arnold Nielsen, Strendur, fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjdagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju leygardagin klokkan 13. Heðin Hádal, Tórshavn, andaðist á Landssjúkra­ húsinum týskvøldið, 46 ára gamal. Kathrina Kjærbæk Jensen, ættað úr Tórshavn bú­ sitandi í Miðvági, andaðist sunnudagin, 31 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Vinnulívsdeildin og størsta privatkundaøkið í Eik Banka fáa nú hvør sín nýggja leiðara Eitt vaktarskifti fer nú fram á tveimum stórum og týðandi økjum í Føroya størsta bankasamtaki, Eik Banka. Tann 1. mars byrja Øssur S. Nolsøe og Marjun Eyst­ berg í hvør sínum leiðara­ starvi í bankanum. Marjun Eystberg, ið er 46 ára gomul, gerst leiðari fyri størsta privatkundaøkið hjá Eik, ið fevnir um Streymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy. Samstundis gerst 45 ára gamli Øssur S. Nolsøe leið­ ari fyri Vinnulívsdeildina, ið hevur til uppgávu at røkja sambandið við vinnukundar kring alt landið. Bæði koma úr øðrum størvum í Eik­samtakinum. Øssur Nolsøe hevur í stív­ liga sjey ár røkt starvið, sum Marjun Eystberg nú fer í. Frammanundan hevur hann m.a. verið grannskoð­ anarleiðari í bankanum. Øssur S. Nolsøe er banka­ lærdur og hevur útbúgving su m cand. merc. aud. Har­ umframt hevur hann eina Master í leiðslu. Áðrenn hann kom í Eik, starvaðist hann sum grannskoðari í nøkur ár. Marjun Eystberg hevur starvast í Eik­samtakinum síðan 2003, m.a. sum starvs­ fólkaleiðari fram til 2008 og virkandi starvsfólkaleið­ ari í Eik Bank Danmark. Hon er bankalærd og hevur eina Master í leiðslu. Hon hevur m.a. eisini havt starv í Jyske Bank. Teir báðir Eik­leiðararnir eru limir í leiðslubólkinum hjá Eik, og har halda tey eisini fram eftir 1. mars. Leiðaraskifti í Eik Banka Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, verpápi, abbi og beiggi okkara Jógvan Fríðrik Kjølbro ættaður úr Klaksvík búsitandi í Kanada andaðist hósdagin tann 18. februar 2010, 69 ára gamal. Familjunnar vegna Synirnir Leygardagin 23. febru­ar 1985 skrivar Sosialu­rin, at á tíðinda­ fu­ndi á Hotel Borg í gjár hevði stjórin, Jáku­p Joensen, boðað frá, at hann hevði sett 30 ára gomlu­ donsku­ Jytte Mærsk su­m stjóra á hotellinu­m Eftir at Jákup Joensen fyrst í februar 1985 keypti Hotel Føroyar við Oyggjarvegin í Havn, sum skifti navn til Hot­ el Borg, søkti hann eftir nýggjum stjóra til hotellið. Tilsamans 11 umsóknir vóru til stjórastarvið. Jytte Mærsk hevði útbúgv­ ing innan handil, og hevði arbeitt hjá DFDS í Danmark, umframt at hon eisini hevði arbeitt sum ferðaleiðari og hevði royndir innan hotel­ vinnuna. Astrid Kerber, sum hevði arbeitt á hotellinum, áðrenn tað læt aftur, varð sett sum sølustjóri á hotellinum. Fyri 25 árum síðan: Jytte Mærsk stjóri á Hotel Borg Tíðindablaðið Sosialurin skriv­ar m.a. at William Heinesen hev­ur fingið Sonning­ v­irðislønina. Eisini hav­a Heri Niclasen og Søren Christensen frá Smyril Line síni boð upp á møguleikarnar hjá Norrönu nøvn Marjun Eystberg Øssur Nolsøe Merkisdagar 30 ára føðingardagur 27. mars fyllir Ruborg Haraldsen, Saltangará, 30 ár. Føðingardagurin verður hildin á Sjókafeini kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Ruborg, kunnu tekna seg á tlf. 310826 ella 256345 áðrenn 23. mars. 70 ára føðingardagur 26. feb. verður Maud Thomasen, 70 ár. Dagurin verður hildin á Marknalíð 13 frá kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 28. feb. verður Edna Beck, Tvøroyri, 70 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Kari Ann frá kl. 15. 80 ára føðingardagur 25. feb. verður Selma Heinesen, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin á Brekku 16. Frá kl. 18. 80 ára føðingardagur 1. mars fyllur Henning Mortensen, Argjavegur 40, Argir, 80 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. í AB­húsinum frá kl. 17. 85 ára føðingardagur Mánadagin 1. mars verður Martin W. Tórgarð 85 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. og tey, sum hava hug at heilsa uppá Martin, eru vælkomin inn á gólvið heima í Varðalág 3 ímillum kl. 14 og 17. Gullbrúdleyp Sunnudagin 28. feb. hava hjúnini Jóhanna og Arnold Højgaard, Kráargøta 56, Klaksvík, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke, Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn manadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Konfirmatión Dýra Biðidag 30. apríl 2010 konfirmerast Sára Kristiansen, dóttur Ib og Thyra Kristiansen, í Stubbæk kirkju. Adr. Buen 63 ­ 6200 Stubbæk ­ Tlf. 48415615 / 20645615 / 22215605 Sagt verður frá, at elskaði maður, pápi, sonur, bróðir, mammu og pápabeiggi, versonur og svágur okkara Heðin Martin Hádal andaðist á Landssjúkrahúsinum týskvøldið 23. februar, 46 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Hoyvíkar kirkju leygardagin 27. februar kl. 13. Familjurnar vegna Benadikta og døturnar Tey, ið ynskja at minnast Heðin við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina peningagávu til døturnar, konta í peningastovnunum.