Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 39 - 25. februar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mikudagin í síðstu viku fór væl­ kendi útisetin og klaksvíkingurin, Mikkjal Nielsen til gravar frá Filipskirkjuni á Amager, har pápi hansara Jóhan Nielsen var prestur í 60´unum. Mikkjal arbeiddi sjálvur í fleiri ár sum kórdeknur við somu kirkju. Hann bleiv bara 61 ár. Tann blaðungi Mikkjal gjørdi tíðliga vart við seg sum heilhug­ aður journalistur í Sosialinum, har hann m.a. skrivaði um kendar popp­jassar og aktuelt tónarák, sosum ”The Beatles” og tesslíka. Men tað, sum mest hugfangaði fólk, vóru teir spennandi søgu­ stubbarnir, hann skrivaði í blaðið longu sum hálvvaksin óviti. Nógv minnast enn ta vældámdu frásøgnina um tað kenda týska slagskipið, Bismarck, sum stóð sum framhaldssøga í fleiri Sosialum miðskeiðis í trýssunum. Tá Mikkjal skrivaði, segðist leysasølan at hækka munandi í Klaksvík. Tí fólkaeydnu hevði hann, sum fáur. Sum studentur luttók hann seinni dúgliga í tí føroyska útiseta­ lívinum í 70´unum. Politiskt var hann, sum pápi hansara, ógvuliga hugaður socialdemokratur. Heystið 1970 umboðaðu vit báðir, Mikkjal og eg Tann før- oyska Javnaðarflokkin í studenta­ felagnum í Kjøpinhavn, og nógv væntaðu tá, at Mikkjal fór at taka arvin upp eftir pápa sín, men tað bleiv tíverri ikki. Stutt eftir gavst hann nevniliga heilt við føroysk­ um politikki og valdi heldur at engagera seg heilhjartaður í tí danska samfelagnum. Ein grund­ in var allarhelst tann bondska nationalisman og radikaliseringin, sum longu tá var við at rína við summar yngri javnaðarmenn, og hetta hóvaði als ikki Mikkjali. Hann var nevniliga avgjørdur socialur samríkismaður, sum jú var tann klassiski javnaðarpolit­ ikkurin. Í 70´unum og 80´unum arbeiddi Mikkjal við undirvísing og ymiskum kulturarbeiði við Filipskirkjuna. Við síni smittandi entusiasmu fekk hann aftur gongd í tað lokala skótaarbeiðið, og knáu konur hansara fylktust við honum í skótarørsluni. Hóast allan hendan aktivitet sást hann kortini ofta millum útisetar. Hann helt m.a. undirhaldandi søgufyri­ lestrar, bæði í Føroyingafelag og í Tí føroyska Kirkjuliðinum. Best av øllum arbeiði dámdi Mikkjali at undirvísa. Og lívs­ uppgávu sína fekk hann so fyri 23 árum síðani, tá ið hann kom til Viby frískúla á Mittsjællandi. Viby er ein fittur lítil statiónsbýur, nakað sum Klaksvík til støddar, og í hesum idylliska umhvørvi stórtreivst Mikkjal. Hóast Viby liggur yvir 50 km frá Amager, har Mikkjal framvegis búði, koyrdi hann glaðbeintur vestur­ eftir hvønn yrkamorgun. Hesi síðstu tjúgu árini hava vit útisetar ikki hoyrt so nógv frá Mikkjali, men hann hevur kortini ferðast dúgliga til Føroya við skúlabørnum og øðrum donskum turistum. Fáur hevur verið mætari ambassadørur fyri Føroyar, og hann hevur fingið nógvar danskar­ ar at leggja sínar feriur í Føroyum. Hann var alla sína tíð ótroyttiligur í sínum eldhugaðu frásagnum um Føroyar. Bert spell, at teir føroysku miðlarnir næstan heilt hava lopið hann um. Tí hann hevði nógv at fortelja, og hann dugdi at fortelja! Hvat meira kunnu vit krevja av einum journalisti? Við ervið helt skúlastjórin, Per Kjærsgaard eina avbera persón­ liga røðu, sum eg viðhansara loyvi hjáleggi niðanfyri: Tale til Michels Nielsens begravelse Der er et stort tomrum på Viby Friskole efter Michels død. Han har efterladt et stort tomt hul. Hvis Michel havde siddet her i dag, ville han utvivlsomt – med et stort grin – straks have sagt: ”Hvad fa’en, skal du sidde og antyde, at jeg er for tyk”. For han var altid slagfærdig og i besid­ delse af stor selvironi . Tomrummet er tydeligt på lærerværelset og på det personlige plan. Mere end 23 år er gået, siden Michel kom til Viby Fri- skole. I den tid har han naturligvis fået gode og nære venner blandt sine kollegaer. På selve skolen er savnet stort og indlysende. Men savnet er også meget stort i hele medarbejderflokken, også hos nye kollegaer. På grund af Michels person­ lighed. På grund af hans vid og humor. På grund af omsorg og beredvillighed overfor sine kolle­ gaer, og på grund af hans åben­ hed overfor nye ideer og tanker. Blandt skolens elever er savnet særlig stort. Mange af eleverne har haft Michel i årevis og fået et tæt forhold til ham. Det siger meget om Michel, at han – også hos de ældste elever – var i stand til at holde kontakten levende, ”på den fede måde”, som det hedder med ungdommens sprog. Mange lærere oplever, når de bliver lidt ældre, at det kan være svært at følge med og kommuni­ kere med de unge. Men det kunne Michel. Først og fremmest fordi han GAD gøre det. Hans interesse og omsorg for eleverne og hans evne til at være åben overfor alt i tiden gjorde, at han i høj grad kom tæt på sine elever. I tiden under Michels sygdom og efter hans død har også mange tidligere elever været forbi skolens kontor og fortalt om, at de selv har haft Michel i skolen. Fortalt om en lev­ ende og dygtig lærer, som bare kunne det dér med at formidle. Også på det mere overordnede plan er Michel savnet. På en værdibåret skole, ”en holdnings­ skole”, som Viby Friskole er det af afgørende betydning, at der er ansatte, som står inde for dette værdigrundlag. Engagerede folk, som er med til at værne om det, men også med til at udvikle det, så det værdimæssige taler ind i sin egen samtid. Michel var abso­ lut Viby Friskoles værdimæssige omdrejningspunkt. Netop det grundvig/koldske skolesyn må ikke være noget dødt og statisk, ­ tomme ord uden reelt indhold ­ men noget, der er levende til enhver tid. Det var Michel i høj grad eksponent for. I kraft af hans personlighed, hans enestående viden og hukom­ melse, hans fortælleevne og for­ tælleglæde var han, om nogen, indbegrebet af det levende ord, som taler ind i sin tid. Han var gennem hele sit virke på skolen med til at holde og udvikle den pædagogiske og holdningsmæs­ sige linje. Rigtig mange af de ting, vi gør på skolen og de tank­ er, der ligger bag, har deres rødd­ er hos Michel. Men som nævnt havde han også stor åbenhed over for nye tanker. Forrige mandag holdt vi en mindedag for hele skolen. Vi holdt fælles mindesammen­ komst, hvor vi sang Michels ynd­ lingssange og fortalte minder og historier. Vi så billeder fra Mic­ hels bog ”Sælkvinden”, som er en genfortælling af et færøsk folkesagn. Senere, ude i klass­ erne, fortalte eleverne om deres oplevelser med Michel. Der var to ting, der gik igen. Livsglæden og evnen til at fortælle. Histori­ erne og historien som blev lev­ ende, når han fortalte. Specielt huskede mange børn historierne om drengen Sofus og alle hans oplevelser. Og her er det, man ser, at hverdagens lærerarbejde giver mening. Når man ser børn, som i den grad er blevet præget af en lærer. Når man ser, hvordan lærerens værdier og historier lever videre i dem. Når man ser, hvordan de frø, læreren har sået med sine fortællinger, sin person­ lighed og sit arbejde, spirer og slår rod. På sit dødsleje sagde Thycho Brahe: „Låt mig inte synas ha levat förgäves“. En ting er sikkert: Mic­ hel Nielsen har ikke levet forgæves. Æret være hans minde! Vore tanker og medfølelse går til Michels fam­ ilie i denne svære tid. Aftaná røðuna skipaði Kjærs­ gaard fyri, at fylgiskarin sang ”Er lyset for de lærde blot” hjá Grundtvig, sum skúlastjórin helt hóska væl til skúlatankarnar hjá Mikkjali og arbeiðið hansara á Viby skúla. Hóast tað var mitt í vetrarferiu­ vikuni var Filipskirkjan á tremur við fólki, sum sýndu Mikkjali tann síðsta heiður. Virgar T. Dalsgaard Tann eldhugaði frásøgumaðurin Mikkjal Nielsen er tagnaður www.fodursolan.com · info@fodursolan.com · Telefon 21 19 96 ÓKEYPIS ÚTKOYRING Í TÓRSHAVN OG NÆRINDIS SØCLA (20 kg) Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir, ið geva mjólk. Er eisini gott til aktivar hundar. SØCLA inni heldur C-vitamin. Fyri posan ......kr. 540,- SKYTTENs KAT (15 kg) Turrfóður til kettur við nógvum pro tein- um frá fi ski, fl ogfenaði og eggum. Inni- heldur úrdráttir úr høsnarungalivur. Fyri posan ......kr. 390,- SPECIAL (20 kg) Turrfóður til vaksnar hundar. Er eisini sera gott til hundar við húð- og pels- trupulleikum og til eldri hundar. Fyri posan ......kr. 450,- Kvalitetsfóður til kettur og hundar RING Í TÓRSHAVN O Bílegg beinleiðis á netinum Dagurin 25. Februar. Victorinus, deyður umleið ár 250. Halgisøgurnar eru ymiskar á máli. Summar siga, at hann varð tikin av døgum í Judea, aðrar í Egyptalandi og uppaftur aðrar í Róm. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álma­ nakkanum, 2. broytta útgáva 2008)